- Vegleiðingar um sálarligt arbeiðsumhvørvi
- Stór arbeiðsbyrða og tíðartrýst
- Ógreið krøv og mótstríðandi krøv í arbeiðinum
- Høg kenslulig krøv, tá ið arbeitt verður við menniskjum
- Niðrandi atburður, herímillum happing og kynsligur ágangur
- Arbeiðstongdur harðskapur í arbeiðstíð
- Arbeiðstongdur harðskapur uttan fyri arbeiðstíð
- Kynsligur ágangur
- Kynsligur ágangur á heilsu- og røktarstarvsfólk
- Strongd
- Harðskapur og hóttanir
- Happing
- Broytingar á arbeiðsplássinum
- Sálarlig fyrstahjálp
- Lóggáva
Hvat eru ógreið krøv og mótstríðandi krøv?
Sambært kunngerðini um sálarligt arbeiðsumhvørvi eru ógreið krøv og mótstríðandi krøv, tá ið krøv í arbeiðinum ikki eru greið ella mótstríðandi. Hetta kunnu millum annað vera krøv til arbeiðsuppgávur, góðskustøði, arbeiðsfunktión, ábyrgdarøki, arbeiðshættir, arbeiðsgongdir, leiklutabýti, tíðarnýtslu, arbeiðsferð ella arbeiðstíð. Tað eru sostatt nógv viðurskifti í arbeiðinum, sum kunnu vera ógreið ella mótstríðandi. Ógreið krøv og mótstríðandi krøv koma fyri í nógvum ymiskum sløgum av arbeiði og í ymiskum vavi.
Ógreið krøv og mótstríðandi krøv kunnu snúgva seg um viðurskifti í arbeiðinum, sum ikki eru nóg greið, men sum kunnu gerast greið. Tað kann t.d. vera ógreitt, hvørjar arbeiðsuppgávur starvsfólkini skulu loysa og hvussu tær skulu loysast. Ógreið krøv og mótstríðandi krøv kunnu tó eisini stava frá sjálvum arbeiðinum. Ógreið krøv kunnu t.d. vera arbeiði, har uppgávurnar broytast hvønn dag, ella har krøv og væntanir eru fløkjasligt samansett. Tað kann eisini vera arbeiði, har nýggjar vørur ella tilgongdir verða mentar. Mótstríðandi krøv kunnu vera arbeiði, har starvsfólkini skulu taka atlit til áhugamál og væntanir hjá fleiri ymiskum persónum samstundis. Hetta kann t.d. vera leiðsla, starvsfelagar, borgarar, avvarðandi, viðskiftafólk og samstarvsfelagar.
Avleiðingar fyri trygd og heilsu hjá starvsfólkunum
Ógreið krøv og mótstríðandi krøv kunnu seta trygd og heilsu hjá starvsfólkunum í vanda. Hetta er serliga galdandi, um ógreið krøv og mótstríðandi krøv eru í eitt í longri tíðarskeið, og kann bæði vera galdandi, um hesar báðar ávirkanir koma fyri hvør sær ella samstundis.
Ógreið krøv og mótstríðandi krøv kunnu t.d. økja váðan fyri svøvntrupulleikum, hugsavningartrupulleikum, langtíðar strongd, angist, tunglyndi og hjarta- og æðrasjúkum.
Ógreið krøv og mótstríðandi krøv kunnu eisini økja váðan fyri arbeiðsóhappum.
Harumframt kunnu ógreið krøv og mótstríðandi krøv viðvirka til, at aðrir arbeiðsumhvørvistrupulleikar stinga seg upp. Tað kann t.d. vera í støðum, har:
Tað eru ógreiðar ella mótstríðandi væntanir til, hvør ger hvat í mun til eina ávísa uppgávu. Hetta kann føra til ósemjur og stríð millum starvsfólkini, sum kann elva til niðrandi atburð.
Tað eru ógreið krøv ella mótstríðandi krøv til tænastu- ella góðskustøði. Hetta kann hava við sær, at starvsfólkini arbeiða í høgari ferð, uttan steðg ella at tey arbeiða í nógvar tímar fyri at royna at avrika eitt arbeiði, sum livir upp til krøv og væntanir.
Tað eru ógreiðar leiðreglur fyri arbeiðið við borgarum ella viðskiftafólki ella ymiskar væntanir eru til støðið á uppgávuloysingini. Hetta kann elva til at øll starvsfólkini hava ymiskar tilgongdir til borgararnar ella viðskiftafólkið. Ymisku tilgongdirnar kunnu skapa ótryggleika ella ørkymlan hjá borgarum ella viðskiftafólkum, og økja um sálarligu krøvini í arbeiðinum. Í nøkrum førum kann hetta eisini føra til likamligan ella sálarligan harðskap.
Tað eru ógreiðar leiðreglur fyri, hvussu starvsfólkini skulu lyfta lutir ella flyta borgarar. Hetta kann elva til likamligar ávirkanir, har starvsfólk lyfta ov tungt og arbeiða í likamliga slítandi arbeiðsstøðum.
Vandin fyri heilsu og trygd skal fyribyrgjast
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at tryggja, at arbeiðið í øllum liðum verður lagt til rættis, skipað og útint soleiðis, at tað er trygdar- og heilsuliga fult forsvarligt, bæði yvir styttri og longri tíð, við atliti at ógreiðum krøvum og mótstríðandi krøvum í arbeiðnum. Hetta merkir, at ógreið krøv og mótstríðandi krøv í arbeiðinum mugu ikki gera trygd ella heilsu hjá starvsfólkunum verri, hvørki yvir eitt styttri ella longri tíðarskeið. Hetta merkir eisini, at arbeiðsgevarin skal seta átøk í verk, soleiðis at starvsfólkini ikki gerast sjúk ella koma til skaða orsakað av ógreiðum krøvum ella mótstríðandi krøvum.
Aðrar ávirkanir, sum kunnu seta trygd og heilsu í vanda
Arbeiðsgevarin skal meta um, um aðrar ávirkanir eru í arbeiðsumhvørvinum, sum saman við ógreiðum krøvum og mótstríðandi krøvum kunnu seta trygd og heilsu hjá starvsfólkunum í vanda.
Hesar ávirkanir eru í stóran mun tongdar at, hvat arbeiði starvsfólkini útinna. Ávirkanirnar kunnu vera bæði í sálarliga arbeiðsumhvørvinum sum t.d. stór arbeiðsbyrða og tíðarneyð, høg kenslulig krøv, niðrandi atburður, vandin fyri harðskapi ella høg krøv um uppmerksemi og hugsavnan.
Váðin við ógreiðum krøvum og mótstríðandi krøvum kann t.d. verða øktur:
- Um starvsfólkini eisini hava stóra arbeiðsbyrðu og tíðarneyð. Stór arbeiðsbyrða og tíðarneyð kunnu gera tað eyka tyngjandi fyri starvsfólkini, um tey eisini skulu brúka tíð uppá at hugsa um og taka avgerðir um, hvussu ógreið krøv ella mótstríðandi krøv skulu handfarast.
- Um starvsfólkini eisini hava høg kenslulig krøv ella eru í vanda fyri at verða fyri harðskapi í arbeiðinum við menniskjum. Tílíkt arbeiði krevur nærveru í sambandinum við menniskjuni, sum verður arbeitt við. Tað kann tí verða eyka tyngjandi fyri starvsfólkini, um tey eisini ivast í ábyrgdarøkjum, námsfrøðiligum leiðreglum ella hvussu mótstríðandi ynskir og væntanir skulu raðfestast.
- Um starvsfólk uppliva niðrandi atburð í arbeiðinum. Um starvsfólk verða útsett fyri niðrandi atburði, kann hetta hava við sær, at tey óttast negativum reaktiónum uppá tær avgerðir, sum tey taka, tá ið tey skulu handfara ógreið krøv ella mótstríðandi krøv.
Fyribyrging av ógreiðum krøvum og mótstríðandi krøvum
Arbeiðsgevarin hevur skyldu at tryggja, at arbeiðið í øllum liðum verður lagt til rættis, skipað og útint soleiðis, at tað er trygdar- og heilsuliga fult forsvarligt, bæði yvir styttri og longri tíð, við atliti at ógreiðum krøvum og mótstríðandi krøvum.
Fyribyrging av ógreiðum krøvum og mótstríðandi krøvum skal fara fram við atliti at lógarbundnu fyribyrgingarmeginreglunum. Endamálið við fyribyrgingarmeginreglunum er at tryggja, at fyribyrgingin er effektiv.
Sambært fyribyrgingarmeginreglunum skal arbeiðsgevarin í so stóran mun sum til ber avmarka, at ógreið krøv og mótstríðandi krøv seta trygd ella heilsu hjá starvsfólkunum í vanda. Hetta merkir, at ógreið krøv og mótstríðandi krøv ikki mugu gera trygdina ella heilsuna hjá starvsfólkunum verri, hvørki yvir eitt styttri ella longri tíðarskeið. Hetta merkir eisini, at arbeiðsgevarin skal seta í verk effektiv átøk, soleiðis at starvsfólkini ikki verða illa fyri ella koma til skaða orsakað av ógreiðum ella mótstríðandi krøvum.
Arbeiðsgevarin skal gera eina meting av, um ógreið krøv og mótstríðandi krøv eru á arbeiðsplássinum og, um neyðugt, seta fyribyrgjandi átøk í verk. Hetta eigur at verða gjørt í samstarvi við starvsfólk og trygdarkskipanina. Um 10 ella fleiri fólk starvast á arbeiðsplássinum, er tað lógarkrav at hava eina trygdarskipan.
Tað er ikki nokk at gera hetta einaferð. Arbeiðsgevarin skal endurtakandi gera metingar av, um starvsfólk á arbeiðsplássinum hava ógreið krøv og mótstríðandi krøv. Metingarnar kunnu gerast sum partur av dagliga arbeiðinum og sum partur av meira umfatandi kanningum av sálarliga arbeiðsumhvørvinum, t.d. sum partur av eini arbeiðsplássmeting.
Vísir tað seg, at ógreið krøv og mótstríðandi krøv eru, skal metast um, hvørt tann vandi, ið hetta setur trygd og heilsu hjá starvsfólkunum í, er effektivt fyribyrgdur.
Fyribyrgingin skal verða við atliti at teimum viðurskiftum í arbeiðinum, sum eru orsøkin til ógreið krøv og mótstríðandi krøv. Orsøkirnar kunnu geva eina ábending um, hvørji átøk eru neyðug, og hvar á arbeiðsplássinum tey skulu setast í verk. Fyribyrgingin skal somuleiðis verja øll starvsfólk móti vandanum og ikki bert einstøk starvsfólk.
Finn útav, um ógreið krøv og mótstríðandi krøv eru
Arbeiðsgevarin skal áhaldandi arbeiða við at finna útav, um ógreið krøv og mótstríðandi krøv eru á arbeiðsplássinum. Um ógreið krøv ella mótstríðandi krøv eru, skulu metingar gerast av, um vandin fyri trygd og heilsu hjá starvsfólkunum er effektivt fyribyrgdur. Tað er viðkomandi at taka starvsfólkini við í hesum, tí at teirra upplivingar og royndir eru ein týðandi kelda til vitan um ógreið krøv og mótstríðandi krøv á arbeiðsplássinum. Tað hevur tí eisini stóran týdning, at prátið á arbeiðsplássinum er trygt, soleiðis at starvsfólkini hava møguleika fyri at gera vart við avbjóðingar í arbeiðinum.
Ógreið krøv og mótstríðandi krøv í arbeiðinum kunnu koma fyri hjá einstøkum starvsfólkum, í einstøkum toymum ella deildum á arbeiðsplássinum ella um alt arbeiðsplássið.
Ógreið krøv
Ógreið krøv kunnu vera, at starvsfólk eru í iva um, hvussu tey skulu útinna arbeiðið, og hvørji mál og karmar eru fyri arbeiðinum. Starvsfólkini kunnu t.d. vera í iva um:
Hvørjar arbeiðsuppgávur tey skulu loysa, og hvat innihaldið í uppgávunum er.
Hvussu uppgávurnar kunnu loysast, t.d. hvørjar arbeiðshættir tey kunnu brúka, og hvussu arbeiðsgongdirnar eru.
Hvørji tey skulu samstarva við um at loysa uppgávurnar, hvør ger hvat, og hvørjum tey kunnu fáa stuðul frá til at útinna arbeiðið.
Hvat teirra ábyrgdarøki er, og hvønn avgerðarførleika tey hava.
Hvussu nógva tíð er til einstøku uppgávurnar og hvørjar uppgávur skulu raðfestast.
Nær uppgávurnar eru nóg væl loystar.
Hvørjar væntanir eru til teirra arbeiðstíð, t.d. hvussu arbeiðstíðin er skipað, til yvirtíð, og nær og hvussu samband kann fáast við tey uttan fyri vanliga arbeiðstíð.
Mótstríðandi krøv
Mótstríðandi krøv kunnu vera, at tað ikki er møguligt fyri starvsfólk at ganga týdningarmiklum krøvum í arbeiðinum á møti innan fyri teir karmar, sum eru fyri arbeiðið. Tað kann t.d. vera galdandi:
Tá ið ósamsvar er millum væntanir, sum ymiskir persónar hava til arbeiðið hjá starvsfólkunum. Hetta kunnu vera væntanir frá leiðslu, starvsfelagum, borgarum, avvarðandi, viðskiftafólki og samstarvsfelagum. Tað kann bæði snúgva seg um, at væntanirnar hjá ymisku persónunum sínámillum eru mótstríðandi, ella at starvsfólkini ikki hava tíð til at gera tað, sum verður væntað av teimum.
Tá ið leiðslan setur innanhýsis mótstríðandi krøv til arbeiðið hjá starvsfólkunum. Hetta kann vera, at tað ikki er møguligt at ganga krøvum um mongd uppgávum á møti og samstundis liva upp til krøv um eitt høgt tænastu- ella góðskustøðið í uppgávuloysingini. Hetta kann eisini vera, har starvsfólk arbeiða undir ymiskum leiðarum, sum seta ósamsvarandi krøv til arbeiðið hjá starvsfólkunum.
Tá ið ósamsvar er millum krøvini frá leiðsluni til uppgávumongd og tíðarnýtslu og tey lógarásettu krøvini til uppgávuloysnina. Hetta kann t.d. vera, um leiðslan setur krøv um at starvsfólkini loysa uppgávurnar innan fyri eitt ávíst tíðarskeið, sum ger tað ómøguligt fyri tey at fylgja einum lógarkravi.
Tá ið starvsfólkini skulu røkja ymiskt virksemi, sum er í mótstríði við hvørt annað. Hetta kann t.d. vera, har starvsfólkini skulu seta krøv til ella hava eftirlit við borgara, avvarðandi ella viðskiftafólki og samstundis veita teimum hjálp, stuðul og vegleiðing.
Fyribyrgjandi arbeiðið má vera áhaldandi
Tað er neyðugt, at arbeiðsgevarin áhaldandi arbeiðir við at fáa greiðu á, um stór arbeiðsbyrða og tíðartrýst eru á arbeiðsplássinum, tí arbeiðsgevarin hevur skyldu at tryggja, at arbeiðið til eina og hvørja tíð er trygdar- og heilsuliga fult forsvarligt.
Um stór arbeiðsbyrða og tíðartrýst eru, skal arbeiðsgevarin meta um, um tann vandi, ið hetta setur trygd og heilsu hjá starvsfólkunum í, er effektivt fyribyrgdur og skal, um neyðugt, seta fyribyrgjandi átøk í verk.
At enda skal arbeiðsgevarin tryggja, at eftirlit verða gjørd við at arbeiðið verður útint forsvarliga, og at átøkini, ið eru sett í verk, virka eftir ætlan.
Ger metingar av, um vandin fyri trygd og heilsu er fyribyrgdur
Um ógreið krøv ella mótstríðandi krøv eru á arbeiðsplássinum, skal arbeiðsgevarin meta um, um tann vandi, ið hetta setur trygd og heilsu hjá starvsfólkunum í, er effektivt fyribyrgdur, og, um neyðugt, seta í verk effektiv fyribyrgingarátøk.
Tá ið vandin er fyribyrgdur, kunnu ógreið krøv og mótstríðandi krøv vera bæði mennandi og motiverandi, tí at tá kunnu tvístøður og tað ógreiða verða tað, sum gevur starvsfólkunum møguleika fyri at spenna seg út, brúka teirra skapandi evnir og ávirka útinnan av arbeiðinum. Tað er ikki soleiðis, at alt í arbeiðinum skal vera greitt og uttan tvístøður, talan má bara ikki vera um so nógv ógreitt ella mótstríðandi, at tað hevur neiliga ávirkan á trygd og heilsu hjá starvsfólkunum.
Vandin er ikki fyribyrgdur, tá ið ógreið krøv ella mótstríðandi krøv eru, sum hava við sær eina ella fleiri av fylgjandi støðum:
Støða 1
Ógreið krøv ella mótstríðandi krøv er av slíkum slag, at tað kann hava við sær arbeiðsóhapp. Hetta kann t.d. vera galdandi, um eitthvørt ógreitt er í sambandi við nýtslu av tøkniligum hjálpitólum ella í sambandi við handfaring av borgarum við møguliga útvirknari atferð. Hetta kann eisini vera galdandi, um starvsfólk arbeiða í høgari ferð fyri at kunna ganga ógreiðum krøvum ella mótstríðandi krøvum á møti.
Tað týdningarmesta í metingini er, um fyribyrgingin tryggjar, at starvsfólk ikki eru í vanda fyri at koma í eina ella fleiri av hesum støðum.
Støða 2
Starvsfólk eru, sum uppliva mótstríðandi krøv í slíkum vavi og slíkum slag, at tey ikki hava møguleika fyri at ganga týdningarmiklum krøvum og væntanum á møti og fyribyrgingarátøkini ikki nóg væl tryggja, at starvsfólkini kunnu handfara tey mótstríðandi krøvini.
Støða 3
Starvsfólk eru, sum uppliva so nógv ógreið krøv, at tey eru í iva um, hvussu tey skulu útinna arbeiðið. Tey eru eisini í iva um, hvørji mál og karmar eru fyri arbeiðinum, og fyribyrgingarátøkini tryggja ikki nógv væl at starvsfólkini kunnu handfara ógreiðu krøvini.
Metingin
Arbeiðsgevarin skal meta um, hvørt vandin fyri trygd og heilsu hjá starvsfólkunum er fyribyrgdur, skal meta um, hvussu umfatandi ógreiðu krøvini ella mótstríðandi krøvini eru, hvat slag av krøvum talan er um, og um fyribyrgjandi átøkini tryggja, at starvsfólkini kunnu handfara krøvini.
Arbeiðsgevarin kann m.a. spyrja fylgjandi spurningar:
- Hvussu nógv fylla ógreiðu krøvini ella mótstríðandi krøvini í dagliga arbeiðinum?
- Í hvussu langa tíð hava ógreiðu krøvini og mótstríðandi krøvini verið?
- Hvussu stóran týdning hava ógreiðu krøvini ella mótstríðandi krøvini fyri dagliga arbeiðið og hvussu ávirka tey møguleikarnar hjá starvsfólkunum at útinna arbeiðið?
- Hvussu álvarsamar kunnu avleiðingarnar verða, um starvsfólk taka skeivar avgerðir ella gera mistøk í arbeiðinum orsakað av ógreiðum krøv ella mótstríðandi krøvum?
- Hava starvsfólkini hava nøktandi førleikar til at handfara ógreið krøv ella mótstríðandi krøv, t.d. fakligar førleikar og samstarvsførleikar?
- Eru leiðsla og starvsfelagar stuðlandi, soleiðis at tað er møguligt at handfara ógreið krøv ella mótstríðandi krøv í felag, t.d. tá ið starvsfólkini eru í iva um, hvussu tey skulu útinna arbeiðið, ella hvussu tey skulu raðfesta eitthvørt?
- Hava starvsfólkini nøktandi ávirkan í arbeiðinum, og um tey hava avgerðarmyndugleika til at handfara ógreið krøv ella mótstríðandi krøv.
Trygd og heilsa hjá starvsfólkunum er í størri vanda, jú meira ógreiðu krøvini ella mótstríðandi krøvini fylla í dagliga arbeiðinum; jú størri týdning ógreiðu krøvini ella mótstríðandi krøvini hava fyri dagliga arbeiðið; jú meiri álvarsom ógreiðu krøvini ella mótstríðandi krøvini kunnu verða og jú verri fyribyrgingarátøkini tryggja, at starvsfólkini kunnu handfara ógreið krøv ella mótstríðandi krøv.
Tekin um at vandin ikki er fyribyrgdur
Fleiri tekin kunnu vera um at vandin, ið ógreið krøv og mótstríðandi krøv seta trygd og heilsu hjá starvsfólkinum í, ikki er nóg væl fyribyrgdur. Um nøkur av fylgjandi teknum koma fyri yvir longri tíð, hevur tað týdning at finna út av, um tey eru tekin um ógreið krøv og mótstríðandi krøv, ella um tey snúgva seg um eitthvørt annað.
Tekin um ógreið krøv og mótstríðandi krøv
- Leiðsla ella starvsfelagar finnast at arbeiðinum hjá starvsfólkunum.
- Mistøk verða gjørd.
- Manglandi álit er millum leiðslu og starvsfólk ella millum starvsfólk.
- Persónsrættað stríð og samstarvstrupulleikar eru.
- Niðrandi atburðir, sum t.d. útihýsan frá fakliga ella sosiala felagsskapinum eru.
- Borgarar, avvarðandi, viðskiftafólk ella samstarvsfelagar klaga ella finnast at arbeiðinum hjá starvsfólkunum.
- Stríð ella ósemjur eru við borgarar, avvarðandi, viðskiftafólk ella samstarvsfelagar, ella hesi spæla starvsfólkini upp ímóti hvørjum øðrum.
- Starvsfólk arbeiða í høgari ferð, uttan steðg ella í nógvar tímar.
- Starvsfólk brúka nógva mentala orku uppá at hugsa um og kjakast við hvønn annan um, hvussu tey skulu útinna arbeiðið.
- Týdningarmiklar uppgávur verða ikki loystar.
- Týdningarmiklar freistir verða ikki hildnar.
- Ásetta tænastu- ella góðskustøðið verður ikki hildið.
- Arbeiðsóhapp ella nærvið-óhapp henda.
- Sjúkrafráveran er høg ella nógv útskifting er í starvsfólkahópinum.
Tekin hjá einstaka starvsfólkinum um at ógreið krøv ella mótstríðandi krøv eru
- Ein kensla av ikki at strekkja til fakliga.
- Máttloysi.
- Ótryggleiki ella ótti.
- Mental ella likamlig møði.
- Svøvntrupulleikar.
- Hugsavningartrupulleikar.
- Ringt lag og økt erkvisni.
- Lyndi til at avbyrgja seg.
- Trupulleikar við at sleppa tonkum um arbeiðið eftir arbeiðstíð.
Ítøkilig fyribyrgjandi átøk
Arbeiðsgevarin hevur lógarkravda skyldu at seta í verk fyribyrgjandi átøk, tá ið tað er mett neyðugt. Hetta fyri at tryggja at arbeiðið er trygdar- og heilsuliga fult forsvarligt, við atliti at ógreiðum krøvum og mótstríðandi krøvum. Átøkini skulu vera effektiv, soleiðis at starvsfólkini ikki á nakran hátt gerast illa fyri ella koma til skaða orsakað av ógreiðum krøvum ella mótstríðandi krøvum.
Arbeiðsgevarin skal leggja til rættis og seta fyribyrgingarátøkini í verk í samstarvi við starvsfólkini og trygdarskipanina. Um 10 ella fleiri fólk starvast á arbeiðsplássinum, er tað lógarkrav at hava eina trygdarskipan.
Um arbeiðsplássið ikki hevur neyðugu fakligu vitanina til at kunna fyribyrgja vandanum, ið ógreið og mótstríðandi krøv seta trygd og heilsu hjá starvsfólkunum í, skal arbeiðsgevarin fáa sær fakliga hjálp uttanhýsis fyri at tryggja, at arbeiðið kann avrikast á fult forsvarligan hátt.
Tað ber ikki til at sleppa undan øllum ógreiðum krøvum og mótstríðandi krøvum, eins og tað heldur ikki altíð er hóskandi ella ynskiligt. Men tá ið ógreið krøv og mótstríðandi krøv eru í arbeiðinum, skal váðin fyribyrgjast við at tryggja at starvsfólkini hava møguleika fyri at handfara ógreiðu krøvini og mótstríðandi krøvini.
Fyribyrgjandi átøk av serligum týdningi
- Tilrættislegging og skipan av arbeiði.
- Upplæring og vegleiðing í útinnan av arbeiði.
- Stuðul frá leiðslu og starvsfelagum.
- Ávirkan í arbeiðinum.
- Fyrilit fyri fortreytum hjá starvsfólkum.
- Vernd av serliga viðkvæmum vandabólkum.
Tilrættislegging og skipan av arbeiði
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at skipa og leggja arbeiðið til rættis soleiðis, at tað er trygdar- og heilsuliga fult forsvarligt við atliti at ógreiðum krøvum og mótstríðandi krøvum.
Skipan og tilrættislegging av arbeiðinum hevur stóran týdning fyri at tað skal eydnast at fyribyrgja vandanum, ið ógreiðum krøvum og mótstríðandi krøvum seta trygd og heilsu hjá starvsfólkum í. Niðanfyri eru nøkur dømi um, hvussu arbeiðsgevarin í samstarvi við starvsfólkini kann arbeiða við tilrættislegging og skipan av arbeiðinum
Í sambandi við ógreið krøv kunnu tit:
- Áhaldandi avklára, hvørjar uppgávur starvsfólkini skulu loysa, og hvussu tær kunnu loysast, soleiðis at tit fáa eina felags fatan av uppgávum og uppgávuloysnunum, arbeiðshættum og arbeiðsgongdum.
- Avklára ábyrgdarbýtið og avgerðarmyndugleika, t.d. millum fakbólkar, arbeiðsfunktionir, toymir og deildir.
- Avklára, hvussu arbeiðið skal samskipast, soleiðis at røttu persónarnir samskifta og arbeiða saman á røttu tíðspunktunum.
- Áseta, hvussu nógva tíð starvsfólkini hava til tær einstøku uppgávurnar, og áhaldandi meta um, hvørt tíðin til uppgávurnar er hóskandi.
- Gera leiðreglur fyri, hvørjar uppgávur skulu raðfestast, tá ið tann tøka tíðin ikki er nøktandi.
- Avstemma væntanir til tænastu- ella góðskustøði innanhýsis á arbeiðsplássinum, soleiðis at øll vita, hvørja tænastu, hvørja veiting ella hvørja vøru tey skulu veita.
- Samskipa væntanir við borgarar, avvarðandi, kundar og samstarvsfelagar, soleiðis at hesi vita, hvørja tænastu, hvørja veiting ella hvørja vøru tey kunnu vænta.
- Tá ið tit fremja broytingar á arbeiðsplássinum, so tíðliga sum gjørligt avklára, t.d. hvørjar uppgávur starvsfólkini skulu útinna, hvussu og saman við hvørjum.
- Skapa greiðar væntanir til arbeiðstíðina hjá starvsfólkunum, t.d. um, hvussu arbeiðstíðin er skipað, til yvirtíð, og til hvussu og nær tit kunnu seta tykkum í samband við hvønn annan um arbeiðið uttan fyri arbeiðstíð, t.d. við týðiligum leiðreglum.
- Fylgja upp uppá, um átøkini verða framd sum ætlað.
Dømi: Ógreið krøv um arbeiðsuppgávur
Eftir eina umskipan upplivdu starvsfólkini, at tað var ógreitt, hvussu og nær tey skuldu loysa ymiskar uppgávur, og hvør hevði ábyrgdina av uppgávunum. Tey hildu seg ikki brúka sína tíð effektivt. Uppgávur vórðu ikki loystar til tíðina, og trupult var at loysa uppgávurnar á einum nøktandi góðskustøði. Hetta førdi til ósemjur millum starvsfólkini, og stór starvsfólkaútskifting var. Arbeiðsplássið setti í verk eina røð av átøkum:
Ein tvørgangandi arbeiðsbólkur varð settur, sum gjørdi uppskot til, hvussu samstarvið og loysnin av uppgávum skuldi fara fram í nýggju skipanini.
Avgjørt varð at fylgja nýggju skipanini tætt, tí nógv starvsfólk høvdu fingið nýggjar uppgávur umframt nýggjar starvsfelagar.
Ein tilgongd varð sett í verk, har leiðsla og starvsfólk funnu fram til ein góðan hátt at býta millum sín og avgreiða uppgávur í felag. Tey gjørdust m.a. samd um at arbeiða við dagligari gjøgnumgongd av uppgávum, ítøkiliga tørvinum á sparring, hjálp til uppgávur og raðfesting og samskipan av arbeiðinum.
Dømi: Ógreið krøv um góðskustøðið
Á einum arbeiðsplássi var tað ógreitt fyri starvsfólkini, hvussu høgt góðskustøðið í arbeiðinum skuldi vera. Kravið til innihaldið av arbeiðsuppgávunum var ikki greitt. Starvsfólkini vistu heldur ikki, hvønn tey kundu venda sær til fyri at fáa fakliga hjálp, og tey kendu ikki mannagongdirnar fyri, hvussu uppgávurnar skuldu loysast. Stórur munur var á góðskuni í uppgávuloysnunum, og leiðslan gjørdi ofta vart við hetta. Starvsfólkini brúktu nógva tíð og orku uppá at kjakast um, hvat skuldi til fyri at loysa uppgávurnar. Arbeiðsplássið setti í verk eina røð av átøkum:
- Lýsing av góðskustøði og málum fyri tær einstøku uppgávurnar vórðu gjørdar.
- Arbeiðshættir vórðu ítøkiliggjørdir
- Fakligt íblástrartilfar varð framleitt.
- Felags fakligheitin varð styrkt við førleikamenning og vitanardeiling.
Í sambandi við mótstríðandi krøv kunnu tit:
- Leypandi avstemma krøv og væntanir til tænastu- ella góðskustig innanhýsis á arbeiðsplássinum, soleiðis at tað er møguligt at ganga krøvum og væntanum á møti.
- Avstemma væntanir við borgarar, avvarðandi, viðskiftafólk og samstarvsfelagar, soleiðis at hesi vita, hvørja tænastu, hvørja veiting ella hvørja vøru, tey kunnu vænta.
- Raðfesta uppgávur við t.d. at taka støðu til, um tað eru uppgávur ella freistir, sum kunnu útsetast ella ikki skulu raðfestast.
- Tryggja tykkum, at starvsfólkini ikki skulu røkja arbeiðsfunktiónir, sum eru í mótstríði við hvørja aðra.
- Fylgja upp uppá, um átøkini verða framd sum ætlað.
Dømi: Yvirlit yvir arbeiðsuppgávur minkaði um mótstríðandi krøvini
Á einum stórum arbeiðsplássi vóru fleiri starvsfólk, sum fingu uppgávur frá ymiskum leiðarum. Einki miðsavnað yvirlit var yvir uppgávubýtið. Hetta hevði við sær, at starvsfólk til tíðir fingu fleiri uppgávur, enn tey høvdu møguleika fyri at loysa í arbeiðstíðini. Starvsfólkini vistu ikki, hvørjar uppgávur høvdu størst týdning, og kundu tí ikki raðfesta uppgávurnar. Hetta elvdi til langar arbeiðsdagar og eina kenslu av ikki at strekkja til fakliga. Fyri at loysa hetta, varð ein tilgongd at raðfesta og avstemma væntanir til einstaka starvsfólkið sett í verk tvørtur um allar deildir á arbeiðsplássinum.
Úrslitið av tilgongdini:
- Ein greið fatan varð fingin av týdninginum í at hava greið krøv um innihaldið av uppgávunum og íkastinum hjá einstaka starvsfólkinum.
- Greiða varð fingin um teir karmar, sum starsfólkini høvdu fyri at loysa uppgávur, tá ið uppgávur komu frá ymiskum leiðarum.
- Álitið millum starvsfólk og leiðslu bleiv betri, tá ið samlaða mongdin av uppgávum, sum hvørt einstakt starvsfólk skuldi loysa, gjørdist greið.
Starvsfólk og leiðsla vórðu gjørd varug við týdningin í at raðfesta og samstarva um at loysa uppgávur. - Ein felags fatan av samlaðu mongdini av uppgávum, og hvat skuldi til, fyri at tann einstaki kundi útinna sítt arbeiði nøktandi, varð skapt.
- Avgjørt varð at seta hetta evni á sum eitt fast punkt á starvsfólkafundum.
Upplæring og vegleiðing í útinnan av arbeiði
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at tryggja, at hvørt einstakt starvsfólk fær nøktandi og hóskandi upplæring og vegleiðing í at útinna arbeiðið trygdar- og heilsuliga fult forsvarligt við atliti at ógreiðum krøvum og mótstríðandi krøvum.
Arbeiðsgevarin skal leggja serligan dent á upplæring og vegleiðing, tá ið nýggj fólk verða sett í starv, eisini um hesi eru verkætlanarstarvsfólk, vikarar, næmingar og onnur við leysari tilknýti til arbeiðsplássið. Arbeiðsgevarin skal eisini leggja serligan dent á upplæring og vegleiðing, tá ið broytingar verða framdar í arbeiðinum hjá starvsfólkunum. Hetta kann t.d. verða, tá ið starvsfólkini fáa nýggjar arbeiðsuppgávur, tá ið nýggj toymi verða sett saman, ella tá ið broytingar henda í mátanum, sum arbeiðið verður útint á, so sum nýggjar mannagongdir, nýggj lóggáva, nýggj arbeiðsútgerð ella íverksetan av nýggjari tøkni.
Upplæring og vegleiðing skulu, um neyðugt, endurtakast við jøvnum millumbilum.
Í sambandi við upplæring og ógreið krøv kann arbeiðsgevarin hugsa um:
- Hvørjar uppgávur starvsfólkini skulu loysa.
- Hvussu uppgávurnar kunnu loysast og samskipast.
- Hvørji krøv og væntanir eru til vavið og góðsku.
- Hvørjar uppgávur starvsfólkini skulu raðfesta, tá ið tíðin ikki røkkur til.
- Hvørjir møguleikar eru fyri stuðli og sparring frá leiðslu og starvsfeløgum til ítøkiligar uppgávur.
- Hvørjir møguleikar eru fyri ávirkan í arbeiðinum, umframt hvørja ábyrgd og hvønn avgerðarmyndugleika starvsfólkini hava.
- At starvsfólk verða førleikament, soleiðis at tey kunnu handfara og raðfesta ógreið krøv.
- Í sambandi við upplæring og mótstríðandi krøv kann arbeiðsgevarin hugsa um:
- Hvussu starvsfólk skulu handfara og raðfesta mótstríðandi krøv og væntanir til teirra arbeiðsinnsats innanhýsis á arbeiðsplássinum.
- Hvussu starvsfólk skulu handfara og raðfesta mótstríðandi væntanir frá borgarum, avvarðandi, viðskiftafólki og samstarvsfelagum.
- Hvørjar møguleikar eru fyri stuðli og ráðgeving frá leiðslu og starvsfelagum til at handfara og raðfesta mótstríðandi krøv.
- Hvørjir møguleikar eru fyri ávirkan á handfaring og raðfesting av krøvum.
- At starvsfólk verða førleikament, soleiðis at tey kunnu handfara og raðfesta mótstríðandi krøv.
Stuðul frá leiðslu og starvsfelagum
Stuðul í arbeiðinum frá leiðslu og starvsfelagum viðvirkar til at starvsfólkini kunnu handfara krøvini í arbeiðinum og hevur tí stóran týdning í fyribyrgjandi arbeiðinum. .
Í sambandi við stuðul og ógreið krøv eigur dentur at verða lagdur á:
- At starvsfólk fáa hjálp og stuðul frá leiðslu og starvsfelagum til at greiða t.d. innihaldið av arbeiðsuppgávunum, umframt býti og raðfesting.
- At leiðsla og starvsfólk samskipa væntanir til útinnan av arbeiðinum og tænastu- ella góðskustig.
- At starvsfólk fáa konstruktiva afturboðan og viðurkenning fyri, hvussu uppgávurnar eru loystar. Hetta kann bæði vera frá leiðslu og starvsfelagum.
- At leiðslan stuðlar undir møguleikanum hjá starvsfólkunum fyri at samstarva, sparra og loysa uppgávur í felag, har tað er viðkomandi.
- At leiðsla og starvsfólk skapa eitt sálarliga trygt arbeiðsumhvørvi, har starvsfólk ikki óttast negativum avleiðingum, um tey gera mistøk.
- At leiðslan tekur ábyrgdina fyri handfaring av klagum og stuðlar starvsfólki, tá ið borgarar, avvarðandi, viðskiftafólk ella samstarvsfelagar klaga um arbeiðið hjá einum starvsfólki.
- At leiðsla og starvsfólk skapa ein góðan dialog, soleiðis at starvsfólk trygt kunnu gera vart við ógreið krøv, umframt at koma við uppskotum til loysnir.
Dømi: greiðir karmar og betri samstarv
Á einum arbeiðsplássi vóru fleiri stríð. Starvsfólk upplivdu, at samskiftið við leiðsluna um uppgávuloysnir var ikki nøktandi. Fleiri starvsfólk fingu kritikk frá leiðsluni fyri arbeiðið uttan at vita hví, ella hvat tey skuldu gera fyri at gera tað betri. Fleiri starvsfólk vóru farin at arbeiða yvir, og huglagið á arbeiðsplássinum ringt. Í eina tíð varð sjóneykan sett á arbeiðsumhvørvið á arbeiðsplássinum. Tá gjørdist greitt, at starvsfólkini ofta vóru nógv einsamøll um at definera innihaldið og vavið av uppgávunum. Nøkur starvsfólk hildu hetta vera mennandi og hugvekjandi, men hjá teimum flestu førdi hetta til stóra óvissu um, nær arbeiðið var útint nóg væl.
Trupulleikarnir vórðu loystir við:
- At ein tilgongd varð sett í verk, har dentur varð lagdur á, hvørja hjálp og hvønn stuðul tørvur var á í arbeiðinum.
- At regluligir fundir vórðu hildnir, har leiðsla og starvsfólk kundu tosa um mál, hvussu tey skuldu loysast og um tvørgangandi uppgávur.
- At arbeitt varð við, hvussu leiðslan á ein góðan hátt kundi geva afturboðan.
Dømi: Ógreiðar arbeiðsgongdir
Starvsfólkini á eini deild upplivdu yvir longri tíð at arbeiðsgongdir vóru ógreiðar, og at tað ikki vóru týðilig mál og leiðreglur fyri arbeiðsuppgávurnar. Uppgávurnar kravdu nógva hugsavnan, m.a. tí at úrslitið av arbeiðsinnsatsinum hevði avgerandi týdning fyri borgararnar, sum deildin skuldi hjálpa. Hetta hevði við sær, at starvsfólkini avgreiddu uppgávurnar á ymsan hátt, og misskiljingar og stríð komu millum starvsfólkini. Starvsfólkini høvdu eina kenslu av at arbeiða í blindum, og tey vistu ikki, um tey gjørdu sítt arbeiði til lítar. Mistøk komu fyri, og freistir vórðu ikki hildnar. Sjúkrafráveran millum starvsfólkini øktist. Tænastustøðið hjá deildini var ógreitt, og ein vaksandi mongd av klagum kom frá borgarunum. Arbeiðsplássið gjørdi eitt eftirlit av, hvussu arbeiðið var skipað við serligum denti at arbeiðsgongdum og raðfestingum.
Við støði í hesum varð ein tilgongd sett í verk, sum hevði við sær:
- At starvsfólkini gjørdust tryggari við at tosa um fakliga óvissu.
- At tað gjørdist natúrligt og í lagi at siga frá um tað torføra í arbeiðinum, tá ið ógreið krøv vóru í arbeiðinum.
- At arbeitt varð við at avstemma væntanir um krøv til uppgávurnar og hvussu nógvan sjálvsavgerðarrætt starvsfólkini skuldu hava.
- At nýggjar lýsingar av arbeiðsgongdum vórðu gjørdar.
- At týðiligari leiðreglur vórðu gjørdar fyri, hvønn starvsfólkini kundu venda sær til, um tey upplivdu ógreið krøv.
- At starvsfólk við fakligum førleikum fingu leiklutin sum vegleiðarar fyri nýggj starvsfólk.
- At deildin innførdi fakligar dagar, har faklig evni vórðu tikin upp til kjak.
Í sambandi við stuðul og mótstríðandi krøv eigur dentur at verða lagdur á:
- At starvsfólk fáa hjálp og stuðul frá leiðslu og starvsfelagum til at handfara og raðfesta krøv og væntanir til teirra arbeiðsavrik á arbeiðsplássinum.
- At starvsfólk fáa hjálp og stuðul frá leiðslu og starvsfelagum til at handfara og raðfesta væntanir frá borgarum, avvarðandi, viðskiftafólki og samstarvsfelagum.
- At starvsfólk fáa konstruktiva afturboðan og viðurkenning fyri, hvussu tey hava handfarið og raðfest krøv og væntanir. Hetta kann bæði vera frá leiðslu og starvsfelagum.
- At leiðslan stuðlar undir møguleikanum hjá starvsfólkunum at handfara og raðfesta krøv og væntanir í felag.
- At leiðsla og starvsfólk skapa eitt sálarliga trygt arbeiðsumhvørvi, har starvsfólk ikki óttast negativum avleiðingum, um tey ikki ganga øllum krøvum og væntanum á møti.
- At leiðslan tekur ábyrgdina fyri handfaring av klagum og stuðlar starvsfólki, um borgarar, avvarðandi, viðskiftafólk og samstarvsfelagar klaga um arbeiðið hjá starvsfólkunum.
- At leiðsla og starvsfólk skapa ein góðan dialog, so starvsfólk trygt kunnu gera vart við mótstríðandi krøv, umframt at koma við uppskotum til loysnir.
Dømi: raðfesting av arbeiðsuppgávum
Millumleiðarar á einum størri arbeiðsplássi høvdu til uppgávu at tryggja eitt høgt góðskustøði út til viðskiftafólkini. Samstundis komu áhaldandi bráðfeingisuppgávur frá ovastu leiðslu, sum gjørdi tað trupult fyri millumleiðararnar at tryggja, at allar uppgávur vórðu avgreiddar á nøktandi hátt. Hetta hevði við sær ónøgdsemi og átalur frá starvsfólki, viðskiftafólki og ovastu leiðslu. Millumleiðararnir kendu seg kroystar millum egnar væntanir, væntanir frá ovastu leiðslu, væntanir frá viðskiftafólki og atlitini til trivnaðin hjá starvsfólkunum. Úrslitið var, at millumleiðararnir upplivdu gerandisdagin sum merktan av “eldsløkking” og lítlum møguleikum fyri at útinna ta starvsfólkaleiðslu, sum hesir ynsktu. Millumleiðararnir vendu sær tí til ovastu leiðslu fyri at lýsa støðuna og koma við uppskotum til loysnir. Ovasta leiðslan lurtaði og gjørdi av altíð at gera eina meting av raðfestingini av bráðfeingisuppgávum, soleiðis ikki allar uppgávur fingu hægstu raðfesting. Harumframt setti ovasta leiðsla í verk eina størri leiðslumenningarætlan, sum m.a. styrkti samstarvið í leiðsluni og varpaði ljós á leiklutirnar hjá millumleiðarunum og ovastu leiðarunum og gjørdi innanhýsis væntanir og arbeiðsgongdir greiðari.
Ávirkan í arbeiðinum
Ávirkan í arbeiðinum er eisini eitt týdningarmikið átak í arbeiðinum at fyribyrgja vandanum, ið ógreið krøv og mótstríðandi krøv kunnu seta trygd og heilsu hjá starvsfólkinum í. Ávirkan snýr seg um at hava møguleika fyri at ávirka, hvussu arbeiðið verður gjørt, og er við til at gera at starvsfólkini betur kunnu handfara krøvini í arbeiðinum.
Í sambandi við ógreið krøv kunnu starvsfólk fáa ávirkan í arbeiðinum við at:
- Verða tikin við í tilrættislegging og skipan av arbeiðinum umframt í býti og raðfesting av arbeiðsuppgávum.
- At hava regluligar fundir, har tosað verður um krøv til uppgávur og loysnir og tíðina til taks til at loysa uppgávurnar.
- Skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava ávirkan á, hvussu og nær tey skulu loysa arbeiðsuppgávurnar, t.d. gjøgnum eina toymis- ella verkætlanarskipan.
- Taka starvsfólkini við í tilrættislegging, fremjan og grundfesting av broytingum.
Í sambandi við mótstríðandi krøv kunnu starvsfólk fáa ávirkan í arbeiðinum við at:
- Verða tikin við í tilrættislegging og skipan av arbeiðinum umframt í býti og raðfesting av arbeiðsuppgávum.
- Verða tikin við í raðfesting av krøvum og væntanum til arbeiðið.
- Hava regluligar fundir, har tosað verður um tær tvístøður, sum eru í arbeiðinum, og hvussu hesar kunnu handfarast.
- Tryggja starvsfólkunum avgerðarmyndugleika til at handfara og raðfesta mótstríðandi krøv og væntanir.
- Tryggja starvsfólkunum avgerðarmyndugleika til at siga frá yvir fyri borgarum, avvarðandi, viðskiftafólki og samstarvsfeløgum, sum hava órealistiskar væntanir til arbeiðsinnsatsin hjá starvsfólkunum og tær veitingar, ta tænastu ella ta vøru, sum starvsfólkini hava møguleika fyri at veita.
Fortreytir hjá einstaka starvsfólkinum
Tá ið arbeiðsgevarin metir um, um vandin, ið ógreið og mótstríðandi krøv seta trygd og heilsu hjá starvsfólkunum í, er effektivt fyribyrgdur, skal altíð metast um, um tað er neyðugt at vísa serlig fyrilit fyri fortreytunum hjá tí einstaka starvsfólkinum fyri at kunna útinna sítt arbeiði á ein forsvarligan hátt. Fortreytirnar kunnu snúgva seg um aldur, innlit ella arbeiðsevni hjá starvsfólkinum. Tað kann t.d. vera tørvur á at vísa serlig fyrilit fyri ungum og nýsettum starvsfólkum, um tey ikki hava nógvar royndir við arbeiðinum. Tað kann eisini vera tørvur á at hava í huga fortreytirnar hjá eldri starvsfólkum og starvsfólkum við kropsliga ella sálarliga skerdum virkisføri.
Vernd av serliga viðkvæmum vandabólkum
Arbeiðgevarin skal meta um, um starvsfólk eru, sum skulu verjast á ein serligan hátt móti váðanum við ógreiðum krøvum og mótstríðandi krøvum, tí at vandin er serliga álvarsamur fyri hesi.
Eftirlit við útinnan av arbeiðinum
Arbeiðsgevarin hevur skyldu at tryggja, at eftirlit verður ført við at arbeiðið verður útint soleiðis, at tað er trygdar- og heilsuliga fult forsvarligt við atliti at ógreiðum krøvum og mótstríðandi krøvum. Um arbeiðsforfólk ella deildarleiðarar eru, skulu hesi hava eftirlit við, at tey átøk, sum verða sett í verk fyri at fremja trygd og heilsu, virka eftir teirra endamáli.
Eftirlitið skal umfata:
- At kanna eftir, hvussu starvsfólkini útinna arbeiðið, og um tey fylgja tí upplæring og vegleiðing, sum tey hava fingið fyri at kunna útinna arbeiðið trygdar- og heilsuliga fult forsvarligt.
- At kanna eftir, um fyribyrgjandi átøkini gera mun.
- At kann eftir, um upplæring og vegleiðing hava verið nøktandi og hóskandi.
- At kanna eftir, um starvsfólkini tillaga háttin, tey útinna arbeiðið uppá, tá ið tey verða gjørd varug við at tey ikki útinna arbeiðið á ein hóskandi hátt.
- Um eftirlitið vísir, at tað eru ógreið krøv ella mótstríðandi krøv, skal arbeiðsgevarin meta um, hvørt váðin fyri trygd og heilsu hjá starvsfólkum er effektivt fyribyrgdur. Um tað vísir seg neyðugt, skulu fyribyrgjandi átøk setast í verk.