- Sálarligt arbeiðsumhvørvi
- Vegleiðingar um sálarligt arbeiðsumhvørvi
- Stór arbeiðsbyrða og tíðartrýst
- Ógreið krøv og mótstríðandi krøv í arbeiðinum
- Høg kenslulig krøv, tá ið arbeitt verður við menniskjum
- Niðrandi atburður, herímillum happing og kynsligur ágangur
- Arbeiðstongdur harðskapur í arbeiðstíð
- Arbeiðstongdur harðskapur uttan fyri arbeiðstíð
- Sálarligt arbeiðsumhvørvi og innrætting
- Kynsligur ágangur
- Kynsligur ágangur á heilsu- og røktarstarvsfólk
- Strongd
- Harðskapur og hóttanir
- Happing
- Broytingar á arbeiðsplássinum
- Sálarlig fyrstahjálp
- Lóggáva
Sálarligt arbeiðsumhvørvi og innrætting av arbeiðsplássinum
Í kunngerðini um sálarligt arbeiðsumhvørvi er ásett, at arbeiðsstaðið skal vera innrættað trygdarliga og heilsuliga fult forsvarligt út frá eini meting av teimum umstøðum, sum kunnu hava ávirkan á sálarliga arbeiðsumhvørvið, ella sum kunnu hava ávirkan á likamliga ella sálarliga heilsu upp á stutta ella langa tíð. Um tað við arbeiði, sum er umfatað av kunngerð um innrætting av skiftandi arbeiðsplássum, ikki er møguligt ella rímiligt at broyta innrættingina av arbeiðsstaðnum, skulu onnur tiltøk verða sett í verk, soleiðis at arbeiðið kann verða útint á fult forsvarligan hátt.
Um vandi t.d. er fyri arbeiðstongdum harðskapi í arbeiðinum, skal ein meting gerast av, um tað er tryggjað, at fysisku karmarnir ikki økja um vandan fyri at starvsfólk kunnu verða fyri harðskapi og at fysisku karmarnir ikki økja um álvarsemið av tí harðskapi, sum kann koma fyri.
Hetta kann t.d. snúgva seg um at tryggja, at innrættingin skapar eitt jaligt og vinarligt umhvørvi, soleiðis, at borgarin kennir seg vælkomnan og væl til passar. Trygg innrætting kann eisini snúgva seg um at leysir lutir ikki liggja frammi, soleiðis at teir kunnu brúkast sum kastivápn, ella at knívar eru læstir inni.
Trygg innrætting kann eisini snúgva seg um brúk av diskum, soleiðis at tað ber til at halda eina trygdarfrástøðu til viðskiftafólkið, og um at hava rýmingarleiðir, soleiðis at starvsfólk kunnu sleppa burtur frá harðskapi ella harðskapsroynd.
Um høg kenslulig krøv eru í arbeiðinum, skal ein meting gerast av, um tað er tryggjað, at fysisku karmarnir ikki gera høgu kensluligu krøvini enn hægri. Hetta kann t.d. snúgva seg um at tryggja, at rúm eru, har tað ber til at hava samrøður í trúnaði og uttan órógv, umframt at hølir eru, sum starvsfólkini kunnu halda steðgir og sleppa burtur frá sambandinum við tey menniskju, sum tey arbeiða við.
Um stór arbeiðsbyrða og tíðartrýst er, skal ein meting gerast av, um tað er tryggjað, at fysisku karmarnar ikki økja um trygdar- og heilsuvandan við stórari arbeiðsbyrðu og tíðartrýsti. Hetta kann t.d. snúgva seg um at tryggja góð ljóðviðurskifti (akustikk), soleiðis at einki órógvandi óljóð er, ið ger tað trupult hjá starvsfólkunum at hugsavna seg.