Arbeiðstongdur harðskapur uttan fyri arbeiðstíð

Hvat er arbeiðstongdur harðskapur?

Arbeiðstongdur harðskapur er, tá ið persónur, sum ikki er starvsfólk ella arbeiðsgevari, fremur harðskap móti starvsfólki í sambandi við arbeiðið, ið verður útint.

Likamligur harðskapur er eitthvørt álop móti likami, og sálarligur harðskapur er hóttanir og annar niðrandi atburður. Hugtøkini “harðskapur”  og “harðskapshending” verða her brúkt sum felagsheiti fyri bæði likamligan og sálarligan harðskap, harímillum hóttanir og aðra niðrandi atferð.

Gevið gætur, at vegleiðingin snýr seg bert um arbeiðstongdan harðskap, sum borgarar fremja móti starvsfólki uttan fyri arbeiðstíð.

Heitið “borgarar” verður her brúkt sum felagsheiti fyri fólk, sum ikki eru starvsfólk ella arbeiðsgevari á arbeiðsplássinum og fevnir m.a. um viðskiftafólk, sjúklingar, búfólk, avvarðandi, brúkarar, næmingar, ferðandi og fongslað fólk.

Likamligur og sálarligur harðskapur

Likamligur harðskapur er t.d. at verða:

  • Sligin.
  • Skumpaður.
  • Sparkaður.
  • Kvaldur.
  • Hildin fastur.
  • Bitin.
  • Klóraður.
  • Spýttur eftir.
  • At fótur verður lagdur fyri ein.
  • At verða stungin við knívi ella øðrum luti.

Sálarligur harðskapur er niðrandi atferð, so sum:

  • Kynsligur ágangur.
  • Háðan.
  • Mismunur.
  • Eyðmýking og líknandi.
  • Hóttanir móti trygd starvsfólksins, harímillum hóttanir eftir lívinum. Eitt ítøkiligt dømi um munnliga hóttan kann vera “Eg veit, hvar tú býrt” ella “Tú skalt angra hetta, eg komi aftur”.
  • Hóttanir móti familju, vinum ella øðrum nærskyldum hjá starvsfólki, ella móti ognum teirra. Eitt ítøkiligt døm um munnliga hóttan kann vera “Eg veit, hvar børn tíni ganga í skúla”.
  • Hóttanir um herverk móti arbeiðsplássinum, t.d. at seta eld á.
  • Hóttanir kunnu verða bornar fram við kropsrørslum ístaðin fyri orð. Dømi um hetta kann vera at lyfta knýttan neva, flyta fingur tvørtur um hálsin ella við at forma hondina sum eina pistól og peika móti høvdinum.

Bæði hóttanir og onnur niðrandi atferð kunnu verða borin fram á ymiskan hátt, t.d. talgilt í sms-boðum, telduposti, á heimasíðum ella á sosialum miðlum.

Vandin fyri at verða fyri arbeiðstongdum harðskapi uttan fyri arbeiðstíð

Vandi fyri arbeiðstongdum harðskapi uttan fyri arbeiðstíð er vanliga á arbeiðsplássum og í fakbólkum, har vandi fyri harðskapi eisini er í sjálvum arbeiðinum. Hetta er t.d. galdandi fyri fangavørðir, løgreglufólk, heilsu- og røktarstarvsfólk, sosialráðgevar, námsfrøðingar og lærarar.

Arbeiðsgevarin hevur lógarkravda skyldu at gera metingar av, hvørt vandi er fyri arbeiðstongdum harðskapi uttan fyri arbeiðstíð, orsakað av viðurskiftum í arbeiðinum hjá starvsfólkinum.

Arbeiðsgevarin kann m.a. byggja sína meting á fylgjandi viðurskifti, sum kunnu vera tekin um ella vísa, at vandi er fyri arbeiðstongdum harðskapi uttan fyri arbeiðstíð:

  • Starvsfólk hava áður verið fyri arbeiðstongdum harðskapi uttan fyri arbeiðstíð.
  • Kunnleiki er um at borgarar kunnu gerast illir um t.d. gerðir ella avgerðir hjá starvsfólki, og at starvsfólk kunnu vænta at møta borgarum uttan fyri arbeiðstíð.
  • Starvsfólk hava í arbeiðstíðini verið fyri harðskapi ella eru blivin hótt.

Vandin fyri harðskapi kann vera til staðar, tá ið starvsfólk í sínum arbeiði noyðast at nokta borgarum eitthvørt, ella tá ið krøv verða sett um ávísan atburð, sum borgarar ikki megna ella vilja góðtaka. Harðligur atburður kann vera tekin um, at borgarar føla manglandi forstáilsi, virðing ella umsorgan, ella at borgarar kenna seg trýstar. Harðskapartilburðir kunnu eisini henda, tá ið borgarar eru ávirkaðir av rúsdrekka,rúsevnum ella heilivági.

Tað er arbeiðsuppgávan og umstøðurnar á arbeiðsplássinum, sum hava við sær, at borgarin fremur harðskap móti starvsfólkinum. Tískil fevnir fyribyrging av harðskapi í og uttan fyri arbeiðstíð í stóran mun um somu átøk.

Um tað er eyðsýnt, at starvsfólk ikki eru í vanda fyri at verða fyri harðskapi uttan fyri arbeiðstíð, er ikki neyðugt at seta í verk fyribyrgjandi átøk ella at gera leiðreglur og vegleiðingar.

Avleiðingar av harðskapi

Harðskapur kann hava bæði likamligar og sálarligar avleiðingar við sær. Tær kunnu stinga seg upp, óansæð um starvsfólk hava fingið likamligan skaða ella ikki. Bara tað at standa andlit til andlits við møguleikan fyri at verða fyri harðskapi kann hava við sær likamligar og sálarligar avleiðingar.

Avleiðingarnar kunnu vera likamligar, so sum hjartabankan, strongd, svøvntrupulleikar, magatrupulleikar og viðkvæmi fyri brádligum ljóði, lukt- ella sjónárinum.
Tær kunnu eisini vera kensluligar, t.d. vreiði, skuldarkensla, ótti, irritatión, ringt sjálvsálit og máttloysi. Tankar og uppmerksemi kunnu eisini verða ávirkað, t.d. við eini óveruleikakenslu, ørkymlan, og trupulleika at minnast, hugsavna seg og fasthalda uppmerksemi. Dømir um atburðarligar avleiðingar kunnu vera at vera frá sær sjálvum av ræðslu, at vera virkislamdur, kenna trongd til at draga seg burtur frá øðrum ella hava ótta fyri at vera einsamallur.

Avleiðingarnar kunnu koma beinanvegin, innan fyri fyrstu vikuna ella seinni. Flestu fólk uppliva onkra avleiðing stutt eftir ein harðskaptilburð. Talan er um vanligar, menniskjansligar avleiðingar, sum kunnu kennast ófrættakendar, men sum ikki eru vandamiklar. Hjá summum koma avleiðingarnar seinni, og hesi kunnu tí í fyrstuni tykjast næstan óávirkað av hendingini.

Viðurskifti, ið hava ávirkan á avleiðingarnar

Tað er sera ymiskt, hvussu leingi avleiðingarnar halda á; tær kunnu vara í stutta tíð og kunnu eisini vara í longri tíð. Tað er sostatt stórur munur á, hvussu, nær og hvussu leingi avleiðingarnar vísa seg hjá teimum, ið hava upplivað likamligan ella sálarligan harðskap. Hetta er m.a. tongt at fylgjandi viðurskiftum:

Slag og álvarsemi. Um hendingin inniber deyðshóttan ella álvarsligan miss, eru størri sannlíkindi fyri, at avleiðingarnar eru ógvisligari. Sama er galdandi, um tey, ið eru rakt, eru næstringar hjá sær; um mann upplivir, at hendingin var tilætlað einum; um mann upplivir, at hóttanirnar kunnu verða førdar út í verki; um mann følir at hendingin er beinleiðis vend móti sær sum persóni, ella um hendingin hevði við sær, at mann føldi seg kroystan upp í ein krók uttan møguleika at gera nakað.

Um spáast kundi um hendingina.

Hvussu hendingin varð handfarin, harímillum møguleikan fyri stutttíðar og langtíðar stuðli.

Um starvsfólkið áður hevur upplivað líknandi hendingar og hvussu hesar vórðu viðgjørdar. Um eitt starvsfólk gjøgnum tíðina hevur verið fyri nógvum hendingum og ikki hevur viðgjørt tær, kann ein lítið álvarsom hending hava stórar avleiðingar við sær. Tí er tað týdningarmikið eisini at geva sær far um minni álvarsligar hendingar.

Hvussu starvsfólkið handfór hendingina, harímillum, um starvsfólkið hevði eina kenslu av hava tamarhald á støðuni.

Aðrar tyngjandi umstøður í privatlívinum hjá starvsfólkinum, t.d. hjúnaskilnaður, sjúka ella deyðsfall í familjuni.

Onnur viðurskifti, sum kunnu gera starvsfólkið meira viðbrekið, økja um viðkvæmi hjá starvsfólkinum, t.d. at vera við barn, har stúran er um, um nakað er hent við fostrinum.

At vera fyri arbeiðstongdum harðskapi uttan fyri arbeiðstíð, kann vera ein størri sálarlig byrða fyri starvsfólkið, enn at vera fyri harðskapi í arbeiðstíð. Hetta tí at starvsfólkið verður álopið í frítíðini, sum vanliga er knýtt at tryggleika. Harumframt hevur starvsfólkið ikki atgongd til tey trygdartiltøk og tann beinleiðis stuðul, sum er á arbeiðsplássinum. Tað kann eisini vera ein serliga stór byrða, um harðskapurin hevur verið ætlaður familjuni hjá starvsfólkinum ella øðrum nærskyldum, sum ein ynskir at verja.

Avleiðingarnar av eini harðskapshending kunnu avmarkast, um arbeiðsplássið hevur eina virkna tilbúgving at handfara harðskapshendingar.

Vanliga hvørva avleiðingarnar so við og við eftir 1-2 vikum, og starvsfólkini verða ikki álvarsliga ávirkað av hendingini í longdini. Tey gloyma sjálvsagt ikki upplivingina, men nógv venda spakuliga aftur til vanliga lívið uttan at vera álvarsliga plágað ella órógvað av hendingini.

Í summum førum kunnu avleiðingarnar tó gerast varandi. Arbeiðsgevarin hevur ikki skyldu til at  diagnostisera ella viðgera avleiðingar eftir eina harðskapshending, men um leiðsla ella starvsfólk varnast varandi reaktiónir hjá tí, ið hevur verið fyri eini hending, kann tað vera eitt gott hugskot at mæla viðkomandi til at seta seg í samband við egna lækna, soleiðis at starvsfólkið kann fáa ávísing til viðkomandi viðgerð.

Varandi avleiðingar kunnu t.d. vera posttraumatisk strongd (Post Traumatic Stress Disorder – PTSD).
Hetta kann m.a. hava við sær endurupplivingar av hendingini; at ein roynir at sleppa undan støðum, sum minna um hendingina; at reaktiónsevnini eru verri; trupulleikar við hugsavning; verri minni umframt svøvntrupulleikar.

Tað er týdningarmikið at geva sær far um, at starvsfelagar, sum eru vitni til harðskap, eisini kunnu fáa álvarsligar heilsuligar avleiðingar.

Avleiðingar, ið harðskapur kann hava á arbeiðið

Starvsfólk, sum hava upplivað eina harðskapshending, kunnu hava sterka mótvild móti at fara til arbeiðis ella at loysa ávísar arbeiðsuppgávur. Avleiðingarnar av eini harðskapshending kunnu eisini vísa seg sum verri sjálvsálit; verri førleiki at fyribyrgja og handfara konfliktir, og ótti fyri at skula noyðast at handfara  harðskapshendingar.

Fyri starvsfólk, sum eru sjúkraskrivað, orsakað av eini harðskapshending, kann tað vera trupult at koma aftur til arbeiðis, um støðan og upplivingarnar ikki eru vorðnar viðgjørdar nóg væl.

Fyribyrging av harðskapi uttan fyri arbeiðstíð

Arbeiðsgevarin skal tryggja, at arbeiðið verður lagt til rættis, skipað og útint soleiðis, at tað er heilsu- og trygdarliga fult forsvarligt – bæði yvir styttri og longri tíð – við atliti at vandanum fyri arbeiðstongdum harðskapi uttan fyri arbeiðstíð. Arbeiðsgevarin skal tí syrgja fyri at vandin fyri at verða fyri arbeiðstongdum harðskapi uttan fyri arbeiðstíð er fyribyrgdur. Hetta merkir, at arbeiðsplássið skal seta seg inn í, hvørjir vandarnir kunnu verða og seta í verk hóskandi átøk, sum minka um vandan.

Fyribyrging av harðskapi uttan fyri arbeiðstíð snýr seg tó ikki bert um at fyribyrgja og minka um talið av harðskapshendingum, men eisini um at starvsfólkini hava lært at handfara ítøkiligar støður, soleiðis at hendingar ikki gerast álvarsamar, umframt at hava eina tilbúgving, har uppfylgingin av hendingunum er við til at fyribyrgja ella minka um neiligu avleiðingarnar, ið harðskapshendingar kunnu hava við sær.

Arbeiðsgevarin skal meta um, hvørt arbeiðsplássið hevur neyðuga vitan og førleikar til at kunna handfara fyribyrgjandi arbeiðið við atliti at vandanum fyri harðskapi. Um neyðuga vitanin ikki er á arbeiðsplássinum, skal arbeiðsgevarin útvega sær uttanhýsis fakliga hjálp.

Váðametingar

Fyri at kunna gera eina meting av, hvørt starvsfólk eru í vanda fyri at verða fyri arbeiðstongdum harðskapi uttan fyri arbeiðstíð, eigur arbeiðsgevarin at gera eina váðameting.

Váðametingin kann innibera fylgjandi:

  • Hvar og nær er vandi fyri arbeiðstongdum harðskapi uttan fyri arbeiðstíð?
  • Hvørji starvsfólk eru í vandabólki?
  • Hvat slag av harðskapi kann talan verða um (likamligur, sálarligur)
  • Hvussu álvarsligur kann hesin harðskapur verða?

Aftast í vegleiðingini er ein váðameting

Leiðreglur og vegleiðing

Um váðametingin vísir, at ávís starvsfólk eru í vanda fyri at verða fyri arbeiðstongdum harðskapi uttan fyri arbeiðstíð, hevur arbeiðsgevarin skyldu at tryggja, at tað verða gjørdar leiðreglur um handfaring av støðum, sum kunnu enda við harðskapi. Starvsfólkini skulu tá eisini fáa vegleiðing um, hvussu arbeiðið kann gerast á ein hátt, ið er heilsu- og trygdarliga fult forsvarligur uttan fyri arbeiðstíð.

Fyribyrgingin kann t.d. innibera:

  • At starvsfólk fáa upplæring í samtalu, fyribyrging av konfliktum og konfliktniðurtrappandi samskifti, herímillum, hvussu kropsmál ávirkar samskiftið.
  • At starvsfólk verða vand í at síggja ávaringatekin frá borgarum, sum kunnu verða útvirknir ella harðligir.
  • At vera tilvitað um egna atferð, mál og kropsburð í støðum, sum kunnu enda í harðskapi. Tað kann vera gagnligt at starvsfólkini eru førleikament, soleiðis at tey eru før fyri at taka tey virknu stigini, sum skulu til fyri at spentar støður ikki blíva til harðskapshendingar.
  • At hava mannagongd fyri handfaring av hóttanum og aðrari niðrandi atferð, sum verður framd talgilt – t.d. í sms-boðum, telduposti, á heimasíðum ella sosialum miðlum.
  • At starvsfólk hava góðar møguleikar at tosa um tyngjandi borgarasambond, t.d. við vegleiðing/supervisión.

Tilrættislegging og skipan av arbeiðinum

Arbeiðið skal leggjast til rættis og skipast soleiðis, at vandin fyri at verða fyri harðskapi uttan fyri arbeiðstíð er so lítil sum gjørligt.

Skyldan at leggja arbeiðið til rættis, læra upp, vegleiða og hava eftirlit við arbeiðinum fevnir bæði um vandan fyri harðskap í arbeiðinum og um arbeiðstongdan harðskap uttan fyri arbeiðstíð.

Um vandi t.d. er fyri, at starvsfólk kunnu verða fyri arbeiðstongdum harðskapi uttan fyri arbeiðstíð, skal arbeiðið leggjast til rættis og skipast soleiðis, at vandin verður fyribyrgdur.

Í fleiri førum kann fyribyrging av harðskapi, sum hendir í arbeiðstíðini, eisini fyribyrgja arbeiðstongdum harðskapi uttan fyri arbeiðstíð. T.d. kann hóskandi konflikthandfaring minka um vandan fyri at borgarar fremja harðskap móti starvsfólki – bæði í og uttan fyri arbeiðstíð.

Fyri ávísar starvsbólkar ber eisini til at seta í verk serlig átøk, sum beinleiðis hava til endamáls at minka um vandan fyri, at starvsfólk verða útsett fyri arbeiðstongdum harðskapi uttan fyri arbeiðstíð. Hetta kann t.d. gerast við, at borgarar ikki fáa kunnleika til eftirnavn hjá starvsfólki, soleiðis at tað verður torførari hjá borgarum at finna fram til tey. Vegleiðingin kann í slíkum førum vera, at starvsfólkini ikki mugu bera sjónlig navnaskelti við fullum navni ella á annan hátt upplýsa borgarunum eftirnavnið.

Hjálp at fráboða til løgregluna

Um eitt starvsfólk hevur verið útsett fyri arbeiðstongdum harðskapi uttan fyri arbeiðstíð og arbeiðsgevarin er vitandi um hetta, skal arbeiðsgevarin tryggja, at starvsfólkið hevur fingið bjóðað hjálp at fráboða hendingina til løgregluna.

Fráboðan til arbeiðs- og brunaeftirlitið

Um ein arbeiðstongd harðskapshending hevur havt við sær, at starvsfólkið má vera burtur frá arbeiði í ein dag ella fleiri afturat skaðadegnum, skal hendingin fráboðast Arbeiðs- og brunaeftirlitinum sum eitt arbeiðsóhapp. Fráboðan til Arbeiðs- og brunaeftirlitið skal gerast skjótast til ber og í seinasta lagi níggju dagar eftir fyrsta fráverudag. Gevið gætur, at fráveran kann vera seinni enn dagin, hendingin fór fram. Fráboðast kann umvegis heimasíðuna arb.fo Talgild fráboðan um arbeiðsóhapp - Arbeiðs- og brunaeftirlitið

Samband við sjúkraskrivað starvsfólk

Um eitt starvsfólk er sjúkraskrivað orsakað av eini arbeiðstongdari harðskapshending, verður mælt til at arbeiðsplássið hevur støðugt samband við viðkomandi. Best er, um tað frammanundan er avtalað, hvussu hetta sambandið skal fara fram. Til dømis kann avtalast, hvør ella hvørji seta seg í samband við sjúkraskrivaða; á hvønn hátt hesi seta seg í samband við sjúkraskrivaða, og áleið hvussu ofta sambandið skal vera.

Endamálið við sambandinum er at skapa møguleika fyri, at starvsfólkið kann varðveita tilknýtið til arbeiðsplássið og halda fram í arbeiðinum. Leiðari og starvsfólk kunnu t.d. saman gera eina varðveitingarætlan, sum lýsir, hvussu arbeiðsplássið og sjúkraskrivaða starvsfólkið kunnu tillaga arbeiðið, soleiðis at tað hóskar til tað, sum starvsfólkið megnar. Til dømis kann avtalast, at starvsfólkið byrjar aftur í arbeiði partvíst, ella at tað byrjar í niðursettari tíð ella við smáum, minni krevjandi uppgávum.