- Vegleiðingar um sálarligt arbeiðsumhvørvi
- Stór arbeiðsbyrða og tíðartrýst
- Ógreið krøv og mótstríðandi krøv í arbeiðinum
- Høg kenslulig krøv, tá ið arbeitt verður við menniskjum
- Niðrandi atburður, herímillum happing og kynsligur ágangur
- Arbeiðstongdur harðskapur í arbeiðstíð
- Arbeiðstongdur harðskapur uttan fyri arbeiðstíð
- Kynsligur ágangur
- Kynsligur ágangur á heilsu- og røktarstarvsfólk
- Strongd
- Harðskapur og hóttanir
- Happing
- Broytingar á arbeiðsplássinum
- Sálarlig fyrstahjálp
- Lóggáva
Arbeiðstongdur harðskapur í arbeiðstíð
Arbeiðstongdur harðskapur er, tá ið persónur, sum ikki er starvsfólk ella arbeiðsgevari, fremur harðskap móti starvsfólki ella arbeiðsgevara í sambandi við arbeiðið, ið verður útint.
Likamligur harðskapur er eitthvørt álop móti likami, og sálarligur harðskapur er hóttanir og annar niðrandi atburður. Í hesi vegleiðing verða hugtøkini “harðskapur” og “harðskapshending” brúkt sum felagsheiti fyri bæði likamligan og sálarligan harðskap, harímillum hóttanir og aðra niðrandi atferð.
Gevið gætur, at tað snýr seg bert um arbeiðstongdan harðskap, sum borgarar fremja móti starvsfólki ella arbeiðsgevara í arbeiðstíð.
Heitið “borgarar” verður brúkt sum felagsheiti fyri fólk, sum ikki eru starvsfólk ella arbeiðsgevari á arbeiðsplássinum og fevnir m.a. um viðskiftafólk, sjúklingar, búfólk, avvarðandi, brúkarar, næmingar, ferðandi og fongslað fólk.
Likamligur harðskapur
Likamligur harðskapur er t.d. at verða:
- Sligin.
- Skumpaður.
- Sparkaður.
- Kvaldur.
- Hildin fastur.
- Bitin.
- Klóraður.
- Spýttur eftir.
- At fótur verður lagdur fyri ein.
- At verða stungin við knívi ella øðrum luti.
Sálarligur harðskapur
Sálarligur harðskapur er niðrandi atferð, so sum:
- Kynsligur ágangur.
- Háðan.
- Mismunur.
- Eyðmýking og líknandi.
- Hóttanir móti trygd starvsfólksins, harímillum hóttanir eftir lívinum. T.d. “Eg veit, hvar tú býrt” ella “Tú skalt angra hetta, eg komi aftur”.
- Hóttanir móti familju, vinum ella øðrum nærskyldum hjá starvsfólki, ella móti ognum teirra. T.d. “Eg veit, hvar børn tíni ganga í skúla”.
- Hóttanir um herverk móti arbeiðsplássinum, t.d. um at seta eld á.
- Hóttanir kunnu verða bornar fram við kropsrørslum ístaðin fyri orð. T.d. ein lyftur knýttur nevi, at flyta fingur tvørtur um hálsin ella við at forma hondina sum eina pistól og peika móti høvdinum.
Bæði hóttanir og onnur niðrandi atferð kunnu verða borin fram á ymiskan hátt, t.d. talgilt í sms-boðum, telduposti, á heimasíðum ella á sosialum miðlum.
Rán – eitt serligt slag av harðskapi
Rán er eitt serligt slag av harðskapi, har ein persónur nýtir likamligan harðskap ella hóttanir fyri at fáa útflýggjað pening ella onnur virðir. Tí er vandin fyri ráni eisini fevndur av hesi vegleiðing.
Hvar kann harðskapur koma fyri?
Vandi fyri harðskapi kann standast í sambandi við:
Arbeiðsuppgávur, har starvsfólk umsita eftirspurd virðir: Hetta kann verða peningur, heilivágur ella kostnaðarmiklar ella lætt seljandi vørur, og har vandi tí er fyri ráni. Vandi fyri ráni kann t.d. vera í peningastovnum, við peningaflutningi, í handlum, á bensinstøðum, við taxa koyring ella við flutningi av virðismiklum góðsi.
Arbeiðsuppgávur, har starvsfólk hava eina eftirlits- ella valdsstøðu: Hetta kann t.d. vera í arbeiði hjá løgregluni, í fongslum, í kommunalum fyrisitingum, í skúlum, í psykiatriskum viðgerðartilboðum, í flóttafólkadeplum, í eftirliti við ferðaseðlum í almennum flutningi, og sum parkeringsvakt ella pantifúti.
Arbeiðsuppgávur, har starvsfólk hava samband við fólk, sum kunnu vera útvirkin ella harðlig: Hetta kann t.d. vera í bú- ella dagtilboðum til fólk við menningartarni, demens ella sálarsjúku. Eisini kann tað vera í arbeiði á psykiatriskum deildum, á avrúsingarstovnum, herbergum, kreppumiðstøðum, skeinkistøðum, dansistøðum, bráðmóttøkum, í handilsmiðstøðum, í sosialum fyrisitingum, í almennum flutningi, hjá løgregluni, sløkkiliðnum ella sum húsavørður.
Ofta er talan um størv, har starvsfólk hava sum arbeiðsuppgávu at veita røkt, umsorgan, tænastu ella hjálp til borgarar.
Vandin fyri harðskapi kann eisini verða tá ið starvsfólk noyðast at nokta borgarum eitthvørt, ella tá ið krøv verða sett um ávísan atburð, sum borgarar ikki megna ella ikki vilja góðtaka.
Harðskapur kann vera tekin um, at borgarar føla manglandi forstáilsi, virðing ella umsorgan, ella at borgarar kenna seg trýstar. Harðskapur kann eisini henda, tá ið borgarar eru ávirkaðir av rúsdrekka, rúsevnum ella heilivági.
Um tað er eyðsýnt, at starvsfólk ikki eru í vanda fyri at verða fyri harðskapi í arbeiðstíð, er ikki neyðugt at seta í verk fyribyrgjandi átøk ella at gera leiðreglur og vegleiðingar.
Avleiðingar av harðskapi
Harðskapur kann hava bæði likamligar og sálarligar avleiðingar við sær. Avleiðingar kunnu koma, óansæð um starvsfólk hava fingið likamligan skaða ella ikki. Bara tað at standa andlit til andlits við møguleikan fyri at verða fyri harðskapi kann hava við sær likamligar og sálarligar avleiðingar.
Avleiðingarnar kunnu vera likamligar, so sum hjartabankan, strongd, svøvntrupulleikar, magatrupulleikar og viðkvæmi fyri brádligum ljóði, lukt- ella sjónárinum.
Tær kunnu eisini vera kensluligar, t.d. vreiði, skuldarkensla, ótti, irritatión, ringt sjálvsálit og máttloysi. Tankar og uppmerksemi kunnu eisini verða ávirkað, t.d. við eini óveruleikakenslu, ørkymlan, og trupulleika at minnast, hugsavna seg og fasthalda uppmerksemi. Dømir um atburðarligar avleiðingar kunnu vera at vera frá sær sjálvum av ræðslu, at vera virkislamdur, kenna trongd til at draga seg burtur frá øðrum ella við at hava ótta fyri at vera einsamallur.
Avleiðingarnar kunnu koma beinanvegin, innan fyri fyrstu vikuna ella seinni. Flestu fólk uppliva onkra avleiðing stutt eftir ein harðskaptilburð. Talan er um vanligar, menniskjansligar avleiðingar, sum kunnu kennast ófrættakendar, men sum ikki eru vandamiklar. Hjá summum koma avleiðingarnar seinni, og hesi kunnu tí í fyrstuni tykjast næstan óávirkað av hendingini.
Viðurskifti, ið hava ávirkan á avleiðingarnar av eini harðskapshending
Tað er sera ymiskt, hvussu leingi avleiðingarnar halda á; tær kunnu vara í stutta tíð og kunnu eisini vara í longri tíð. Tað er sostatt stórur munur á, hvussu, nær og hvussu leingi avleiðingarnar vísa seg hjá teimum, ið hava upplivað likamligan ella sálarligan harðskap. Hetta er m.a. tongt at fylgjandi viðurskiftum:
- Slag og álvarsemi. Um hendingin inniber deyðshóttan ella álvarsligan miss, eru størri sannlíkindi fyri, at avleiðingarnar eru ógvisligari. Sama er galdandi, um tey, ið eru rakt, eru næstringar hjá sær; um mann upplivir, at hendingin var tilætlað einum; um mann upplivir, at hóttanirnar kunnu verða førdar út í verki; um mann følir at hendingin er beinleiðis vend móti sær sum persóni, ella um hendingin hevði við sær, at mann føldi seg kroystan upp í ein krók uttan møguleika at gera nakað.
- Um spáast kundi um hendingina.
- Hvussu hendingin varð handfarin, harímillum møguleikan fyri stutttíðar og langtíðar stuðli.
- Um starvsfólkið áður hevur upplivað líknandi hendingar og hvussu hesar vórðu viðgjørdar. Um eitt starvsfólk gjøgnum tíðina hevur verið fyri nógvum hendingum og ikki hevur viðgjørt tær, kann ein lítið álvarsom hending hava stórar avleiðingar við sær. Tí er tað týdningarmikið eisini at geva sær far um minni álvarsligar hendingar.
- Hvussu starvsfólkið handfór hendingina, harímillum, um starvsfólkið hevði eina kenslu av hava tamarhald á støðuni.
- Aðrar tyngjandi umstøður í privatlívinum hjá starvsfólkinum, t.d. hjúnaskilnaður, sjúka ella deyðsfall í familjuni.
- Onnur viðurskifti, sum kunnu gera starvsfólkið meira viðbrekið, økja um viðkvæmi hjá starvsfólkinum, t.d. at vera við barn, har stúran er um, um nakað er hent við fostrinum.
Vanliga fara avleiðingarnar burtur so við og við eftir 1-2 vikum, og starvsfólkini verða ikki álvarsliga ávirkað av hendingini í longdini. Tey gloyma sjálvsagt ikki upplivingina, men nógv venda spakuliga aftur til vanliga lívið uttan at vera álvarsliga plágað ella órógvað av hendingini.
Í summum førum kunnu avleiðingarnar tó gerast varandi. Arbeiðsgevarin hevur ikki skyldu at diagnostisera ella viðgera avleiðingar eftir eina harðskapshending, men um leiðsla ella starvsfólk varnast varandi avleiðingar hjá tí, ið hevur verið fyri eini harðskapshending, kann tað vera eitt gott hugskot at mæla viðkomandi til at seta seg í samband við egna lækna, soleiðis at starvsfólkið kann fáa ávísing til viðkomandi viðgerð.
Varandi avleiðingar kunnu t.d. vera posttraumatisk strongd (Post Traumatic Stress Disorder – PTSD).
Hetta kann t.d. hava við sær endurupplivingar av hendingini; at ein roynir at sleppa undan støðum, sum minna um hendingina; at reaktiónsevnini eru verri; trupulleikar við hugsavning; verri minni umframt svøvntrupulleikar.
Tað er týdningarmikið at geva sær far um, at starvsfelagar, sum eru vitni til harðskap, eisini kunnu fáa álvarsligar heilsuligar avleiðingar.
Ávirkanir, ið heilsuligu avleiðingarnar kunnu hava á arbeiðið
Starvsfólk, sum hava upplivað eina harðskapshending, kunnu í ávísum tíðarskeiðum hava sterka mótvild móti at fara til arbeiðis ella at loysa ávísar arbeiðsuppgávur. Avleiðingarnar av eini harðskapshending kunnu eisini vísa seg sum verri sjálvsálit; verri førleiki at fyribyrgja og handfara konfliktir, og ótti fyri at skula noyðast at handfara harðskapshendingar.
Starvsfólkini kunnu t.d. reagera við at draga seg burtur frá borgarum. Hetta kann elva til at borgarar verða meira áleypandi og ella bráðlyntir. Arbeiðsgevarin skal hava hetta í huga við skipan og tilrættislegging av arbeiðinum við atliti at einstaka starvsfólkinum.
Fyri starvsfólk, sum eru sjúkraskrivað, orsakað av eini harðskapshending, kann tað vera trupult at koma aftur til arbeiðis, um støðan og upplivingarnar ikki eru vorðnar viðgjørdar nóg væl.
Fyribyrging av harðskapi
Arbeiðsgevarin skal tryggja, at arbeiðið verður lagt til rættis, skipað og útint soleiðis, at tað er heilsu- og trygdarliga fult forsvarligt – bæði yvir styttri og longri tíð – við atliti at vandanum fyri arbeiðstongdum harðskapi. Arbeiðsgevarin skal tí syrgja fyri at vandin fyri at verða fyri arbeiðstongdum harðskapi er fyribyrgdur. Hetta merkir, at arbeiðsplássið skal seta seg inn í, hvørjir vandarnir kunnu verða og seta í verk hóskandi átøk, sum minka um vandan.
Arbeiðsgevarin skal harumframt veita starvsfólkunum nøktandi og hóskandi upplæring og vegleiðing í at útinna arbeiðið á ein tryggan og heilsugóðan hátt og upplýsa starvsfólkunum um teir óhaps- og sjúkuvandar, sum eru knýttir at arbeiðinum. Arbeiðsgevarin skal eisini hava eftirlit við at tey fyribyrgjandi átøk, ið eru sett í verk, verða fylgd og virka eftir ætlan.
Arbeiðsgevarin skal seta í verk fyribyrgjandi átøk í sambandi við tilrættislegging og skipan av arbeiðinum, óansæð hvar starvsfólkini eru likamliga stødd. Vandin fyri harðskapi skal eisini fyribyrgjast uttan fyri arbeiðsplássið, t.d. um ferðast skal frá einum borgara til ein annan og á fyribils og skiftandi arbeiðsstøðum, t.d. við vitjan hjá borgarum, í arbeiði hjá løgregluni, í elds-, bjarging- og vaktartænastu, og í arbeiði innan flutningsøkið.
Tað snýr seg ikki um at hava so nógv fyribyrgingarátøk sum gjørligt, men um at hava tey røttu átøkini, við atliti at tí vanda, sum arbeiðið hevur við sær.
Arbeiðsgevarin skal meta um, hvørt arbeiðsplássið hevur neyðuga vitan og førleikar til at kunna handfara fyribyrgjandi arbeiðið við atliti at vandanum fyri harðskapi. Um neyðuga vitanin ikki er á arbeiðsplássinum, skal arbeiðsgevarin útvega sær uttanhýsis fakliga hjálp.
Váðametingar
Arbeiðsgevarin skal regluliga gera eina meting av, um starvsfólk eru í vanda fyri at verða fyri harðskapi í arbeiðinum. Hetta er at gera eina váðameting.
Ein váðameting eigur at verða gjørd fyri hvørja einstaka deild/staðseting/øki. Í váðametingini skal støða takast ti, hvat kann henda; hvussu stór sannlíkindini eru fyri at tað hendir; hvussu stórar avleiðingarnar kunnu verða; hvørji fyribyrgjandi átøk longu eru; hvørji fyribyrgjandi átøk skulu setast í verk og um aðrar ávirkanir eru, sum seta trygd ella heilsu í vanda.
Metingin av vandanum fyri harðskapi ger tað møguligt at arbeiða miðvíst við fyribyrgingini. Samstundis er metingin við til at skapa eina betri fatan og viðurkenning av vandanum, tí at tað verður greitt, hví og í hvørjum støðum fyribyrgjast skal. Jú neyvari vitanin er um harðskapin, jú betri er arbeiðsplássið ført fyri at fyribyrgja og handfara harðskapin.
AFTAST Í VEGLEIÐINGINI ER EIN VÁÐAMETING TIL ARBEIÐSGEVARAN AT NÝTA
Tá ið vandi er fyri harðskapi, skal arbeiðsgevarin støðugt meta um, hvussu stórur vandin er. Hetta kann gerast við at meta um, hvørt støður eru, har stórur vandi fyri harðskapi er, og nær vandin er størstur.
Í handlum kunnu t.d. harðskapur og hóttanir henda í sambandi við ráni, ella um kundar ilskast yvir langar køir.
Á bústovnum kunnu harðskapur og hóttanir t.d. henda, tá ið starvsfólk seta krøv til búfólk um at fylgja ávísum reglum, ella um búfólkini av øðrum orsøkum kunnu gerast útvirkin.
Í summum førum kann tað vera nóg mikið at nýta samskiftishættir, sum minka um konfliktir.
Um hóttandi borgarar brúka vápn, kann vera neyðugt við øðrum verjutiltøkum ella møguleika at flýggja.
Um talan er um minni álvarsligan harðskap, t.d. klór og klíp frá demenssjúkum búfólki á røktarheimi, er týdningarmikið at vita, nær tað hendir – tí hetta kann geva týdningarmikla fakliga vitan um, hvat skal til fyri at fyribyrgja harðskapinum.
Arbeiðsplássið eigur at gera eyka nógv burturúr at meta um vandan fyri arbeiðstongdum harðskapi móti vikarum, tí hesi eru ikki partur av dagliga arbeiðinum við at fyribyrgja vandanum. Sama kann vera galdandi fyri t.d. næmingar, lesandi og praktikantar.
Skipan av arbeiði
Arbeiðið skal leggjast til rættis og skipast soleiðis, at vandin fyri at verða fyri harðskapi er so lítil sum gjørligt.
Skynsom tilrættislegging og skipan av arbeiðinum kann m.a. vera at:
- Taka móti borgarum á ein vinarligan hátt.
- Tryggja stutta bíðitíð.
- Geva greiða og nágreiniliga kunning.
- Hava føst starvsfólk til at røkja sambandið við borgaran.
Í summum støðum kann tað vera skynsamt, at fleiri starvsfólk eru saman um at handfara sambandið við borgarar, um støðan gerst spent. Hetta kann skapa frið og yvirskot hjá einstaka starvsfólkinum. Friðurin ger, at starvsfólkið kann handla á ein hátt, sum minkar um konfliktir og vísa, at tey hava tamarhald á støðuni. Hetta kann forða ónøgdum borgarum í at brúka harðskap.
Harðskapshendingar kunnu eisini fyribyrgjast við at eitt annað starvsfólk yvirtekur sambandið við ein borgara, um royndir vísa, at sambandið millum eitt ávíst starvsfólk og borgaran kann elva til spentar støður.
Tá ið arbeitt verður við borgarum, hevur tað týdning fyri trygdina hjá starvsfólkunum at nýta ta vitan, sum arbeiðsplássið hevur um borgarar, sum kunnu vera útvirknir ella harðligir – til dømis tá ið vaktarætlanin verður gjørd. Harumframt er tað eitt gott hugskot at hugsa um, um borgarar kunnu verða tiknir við í fyribyrgingararbeiðið, tí tað hevur týdning at skilja orsøkina aftanfyri atferðina. Hetta kann til dømis gerast við at starvsfólk í sambandi við viðtaluprát tosa við borgarar um, hvussu teir hava upplivað ella verið partur av harðligum hendingum fyrr. Prátini kunnu snúgva seg um, hvussu starvsfólk kunnu vera við til at fyribyrgja, at slíkar hendingar endurtaka seg.
Um eitt starvsfólk er so ávirkað av eini harðskapshending í arbeiðinum, at arbeiðsevni og førleikin at reagera eru minkað, kann tað hava við sær, at arbeiðið ikki kann gerast uttan at øktur vandi er fyri viðkomandi sjálvan ella tey, ið eru rundan um. Tí skal arbeiðsgevarin vísa atlit at sálarligu støðuni hjá starvsfólkinum, tá ið arbeiðið verður lagt til rættis. Tað kann til dømis vera neyðugt, at starvsfólkið í eina tíð ikki hevur samband við ávísar borgarar.
Innrætting
Tá ið vandi er fyri harðskapi, skal arbeiðsplássið innrættast soleiðis, at vandin er so lítil sum gjørligt.
Í sambandi við innrætting kann tað vera skynsamt at:
- Hava í huga kend reaktiónsmynstur hjá borgarum, tá ið arbeiðsplássið verður innrættað.
- Hava persónligar samtalur við borgarar í hølum, har prátini kunnu fara fram í friði og uttan órógv.
- Tryggja, at eingir leysir lutir eru í hølinum – so sum plantur og skálir – sum kunnu nýtast at kasta við. Leysir lutir eiga at verða tiknir burtur, tá ið vandi er fyri harðligari atferð.
- Umhugsa, um tað t.d. á sjúkrahúsum og á bústovnum ber til at minka um vandan fyri harðskapi við at hava einkult kømur og innrætta hølini við virðing fyri støðuni hjá borgarunum.
Møguleiki fyri at at sleppa úr vandanum, yvirlit og skelting
Arbeiðsgevarin skal tryggja, at starvsfólkini kunnu sleppa úr vandanum í eini harðskapshending ella um vandi er fyri tí, t.d. við at hava nóg nógvar rýmingarleiðir. Tað skal vera lætt hjá starvsfólki at sleppa úr vandanum. Harumframt kann tað vera viðkomandi at umhugsa, um avbyrgingin millum starvsfólk og borgarar er hóskandi. Avbyrgingin kann t.d. vera ein diskur ella trygdarglas.
Tá ið vandi er fyri ráni, kann tað virka fyribyrgjandi, at gott yvirlit er yvir, hvat fer fram inni í og uttan fyri arbeiðsplássið. Í handlum kann sjónlig skelting við dyrnar og við kassaøkið fyribyrgja vandanum fyri ráni. Hetta kann t.d. vera skelti við upplýsingum sum t.d. “LÍTIÐ AV KASSAPENINGI”, “PENGASKÁPIÐ KANN IKKI LATAST UPP AV STARVSFÓLKI” og “TÍÐARLÁS/TÍÐARSEINKINGARLÁS”. Ein onnur fyribyrgjandi loysn er gott ljós við inn- og útgongd.
Einaarbeiði
Um eitt starvsfólk arbeiðir einsamalt í eini arbeiðsgongd, og hetta kann hava við sær serligan vanda fyri harðskapi móti viðkomandi, skal arbeiðsgevarin skipa arbeiðið soleiðis, at hesin serligi vandi verður fyribyrgdur. Um tað ikki ber til at fyribyrgja vandanum, má starvsfólkið ikki arbeiða einsamalt.
Eitt dømi er arbeiðið við borgarum, sum eru kendir fyri harðligan atburð móti starvsfólki, og har tað einans ber til at tryggja starvsfólkini móti harðskapi við at vera fleiri um at handfara og niðurtrappa konfrontatiónir.
Arbeiðsgevarin skal tryggja, at tað er øllum starvsfólkum greitt, í hvørjum støðum og nær tað er neyðugt at fleiri starvsfólk saman hava samband við ávísar borgarar. Arbeiðsgevarin skal eisini tryggja, at tað er greitt, hvørji fyrivarni skulu takast, tá ið starvsfólk einsamøll hava samband við borgarar.
Tað kann til dømis vera skynsamt at hava eitt annað starvsfólk klárt nærhendis hølunum, har sambandið við borgaran fer fram, soleiðis at hetta starvsfólkið kann verða kallað til, um tørvur verður á tí.
Ung undir 18 ár kunnu bert røkja størv, har vandi er fyri harðskapi, um tey arbeiða saman við einum persóni, sum er yvir 18 ár.
Kvinnur við barn
Arbeiðsgevarin hevur eina serliga skyldu mótvegis kvinnum, ið eru við barn. Hesar skulu verjast móti ávirkanum, sum kunnu hava við sær vanda fyri viðgongutíðina. Um arbeiðið inniber vanda fyri harðskapi, skal arbeiðsgevarin gera metingar um, hvørt og nær tørvur er á at seta í verk átøk fyri at verja kvinnuna, ið er við barn.
Tøknilig hjálparamboð
Um vandi er fyri harðskapi í arbeiðstíðini, kann tað vera neyðugt at hava tøknilig hjálparamboð, so sum kall- og alarmskipanir. Til tess at fyribyrgja upptrapping av eini møguligari harðskapshending, hevur tað týdning, at starvsfólk lættliga og einfalt kunnu aktivera kall- ella alarmskipanina. T.d. eiga hýruvognsførarar at kunna senda alarm til eina mannaða móttøkustøð, sum kann staðfesta, hvar hýruvognsførarin er. Sama kann eisini vera neyðugt hjá t.d. bussførarum, vaktum og starvsfólki í heimarøktini.
Um tøknilig hjálparamboð, t.d. kall- og alarmskipanir verða nýtt í arbeiðinum, skulu starvsfólk hava fingið vegleiðing í at brúka skipanirnar. Tey skulu m.a. verða vegleidd í, nær og hvussu skipanirnar skulu virkjast, soleiðis at ein harðlig hending ikki verður upptrappað av hesum.
Í ávísum starvsøkjum kann tað vera neyðugt at hava persónliga trygdarútgerð, so sum skottryggar vestar. Hetta kann t.d. vera galdandi fyri løgreglufólk, vaktir og duravørðir, um arbeiðið hjá teimum inniber vanda fyri harðskapi.
Tá ið vandi er fyri ráni, kann tað vera eitt gott hugskot at hava eina varðveitslueind, t.d. eina boks, sum ger tað møguligt at leggja pening inn javnan, soleiðis at starvsfólk við viðskiftasambandi ikki hava beinleiðis atgongd til stórar peningaupphæddir. Hetta, umframt sjónlig skelting, kann minka um vandan fyri ráni, tí møguligir ránsmenn tá vita, at tað ikki ber til at fáa atgongd til virðini umvegis starvsfólkini.
Upplæring og vegleiðing
Um vandi er fyri harðskapi, skal arbeiðsgevarin tryggja, at starvsfólk fáa upplæring og vegleiðing í, hvussu arbeiðið kann gerast á ein hátt, ið er heilsu- og trygdarliga fult forsvarligur.
Í ávísum størvum er trupult at sleppa heilt undan harðskapi í arbeiðinum. Tí skal arbeiðsgevarin tryggja, at starvsfólk hava fingið nóg góða og hóskandi upplæring og vegleiðing í at útinna arbeiðið, soleiðis at tey hava møguleika at avmarka álvarsemið av harðligum hendingum og handfara hendingarnar so væl sum gjørligt.
Um økir eru, har serligur vandi er fyri harðskapi, skal arbeiðsgevarin tryggja, at tað einans eru starvsfólk, sum hava fingið hóskandi vegleiðing, sum hava atgongd til hesi øki. Hetta kann t.d. vera tá ið politiið er til staðar í ófriðarligum økjum ella í arbeiði á psykiatriskum deildum og fongslum, um stórur vandi er fyri harðskapi.
Um stórur vandi er fyri at starvsfólk kunnu verða fyri harðskapi, skal arbeiðsgevarin tryggja, at neyðug átøk um fyrstuhjálp verða sett í verk.
Nýggj starvsfólk hava serligan tørv á upplæring og vegleiðing. Eisini starvsfólk, sum hava lítlar royndir við at arbeiða við borgarum, hava tørv á eyka upplæring og vegleiðing. Hetta er t.d. galdandi fyri ung, vikarar, næmingar, lesandi og praktikantar. Upplæring og vegleiðing skal, um neyðugt, verða endurtikin regluliga. Vegleiðingin skal vera dagførd, soleiðis at hon leggur upp fyri verandi vanda fyri harðskapi.
Samband við borgarar
Um vandi er fyri harðskapi í arbeiðinum, skal arbeiðsgevarin gera sítt til at minka um talið av harðligum hendingum so nógv sum gjørligt. Starvsfólkini skulu t.d. hava vegleiðing um, hvussu tey kunnu fremja arbeiðið á ein trygdar- og heilsuligan fult forsvarligan hátt. Hetta kann til dømis vera við at vegleiða starvsfólk um, hvussu tey kunnu møta borgarum á arbeiðsplássinum á ein hátt, sum minkar um konfliktir og harðskap, soleiðis at hendingarnar verða minni álvarsligar.
Tað kann til dømis vera neyðugt:
- At starvsfólk fáa upplæring í at skilja og handfara atferð hjá borgarum. Arbeiðið við borgarum krevur, at starvsfólk kenna til trupulleikar og støðuna hjá borgarunum.
- At starvsfólk fáa upplæring í samtalu, fyribyrging av konfliktum og konfliktniðurtrappandi samskifti, herímillum, hvussu kropsmál ávirkar samskiftið. Førleikarnir kunnu eisini mennast við fakligari sparring og vegleiðing.
- At starvsfólk vita, hvussu tey skjótt og trygt kunnu senda boð eftir hjálp frá starvsfelaga, vakti ella løgreglu í arbeiðstíðini. Tey skulu eisini vita, hvør hevur ábyrgd av fyrstuhjálp, soleiðis at tey kunnu senda boð eftir hjálp.
- At starvsfólk verða vand í at síggja ávaringar frá borgarum, sum kunnu vera útvirknir ella harðligir.
- At hava mannagongd fyri handfaring av hóttanum og aðrari niðrandi atferð, sum verður framd talgilt – t.d. í sms-boðum, telduposti, á heimasíðum ella sosialum miðlum.
- At starvsfólk hava góðar møguleikar at tosa um tyngjandi borgarasambond, t.d. við vegleiðing/supervisión.
- At starvsfólk hava ávirkan á, hvussu egið arbeiði verður lagt til rættis.
Serligt um rán
Vegleiðing í tryggum mannagongdum er ein týdningarmikil liður í at fyribyrgja ráni í handlum. Hetta kann vera vegleiðing í, hvussu peningur skal handfarast, t.d. reglulig innseting av peningi, soleiðis at starvsfólk við viðskiftafólkasambandi ikki hava beinleiðis atgongd til stórar peningaupphæddir, og vegleiðing í mannagongdum viðvíkjandi læsing av hurðum, t.d. bakdyr og hurðum til goymslu. Um starvsfólk hava atgongd til virðir, er tað týdningarmikið, at tey eru vegleidd í, at tey undir einum ráni skulu halda seg rólig og gera tað, sum rænarin krevur.
Eftirlit við arbeiðinum
Arbeiðsgevarin skal tryggja, at eftirlit verður ført við at starvsfólk gera arbeiðið sambært tí vegleiðing og leiðbeining, sum er givin, soleiðis at vandin fyri harðskapi er fyribyrgdur.
Gott sálarligt arbeiðsumhvørvi
Eitt gott sálarligt arbeiðsumhvørvi við góðum samskifti og góðum samstarvi gevur yvirskot til at møta borgarum við serligum tørvi ella treytum á ein skynsaman hátt. Tá ið borgarar kenna seg hoyrdar og sæddar, hava teir minni lyndi til at ilskast og gerast áleypandi.
Fyri at skapa eitt gott sálarligt arbeiðsumhvørvi, skal arbeiðsgevarin tryggja, at starvsfólk ikki arbeiða í umstøðum, sum elva til langtíðar arbeiðstongda strongd. Arbeiðsgevarin skal t.d. tryggja, at arbeiðsbyrðan hóskar til torleikastigið av uppgávunum og til vitan og førleikar hjá starvsfólkunum.
Langtíðar arbeiðstongd strongd ger førleikarnar hjá starvsfólki at liva seg inn í støðuna hjá borgarum verri og økir harvið vandan fyri konfliktum.
Handfaring av harðskapshendingum í arbeiðstíð
Tá ið ein harðskapshending fer fram, er tað avgerandi, at øll starvsfólk vita, hvat tey skulu gera. Tað eigur at vera øllum greitt, hvør fer beinleiðis inn í støðuna og hvør veitir hjálp.; hvør tekur sær av umhvørvinum, t.d. øðrum borgarum; hvussu arbeiðsbýtið millum leiðslu og starvsfólk er; hvussu tað verður tryggjað, at øll frammanundan hava kunnleika um hetta, og at nýggj starvsfólk og vikarar eisini fáa neyðugu vitanina.
Tá ið arbeiðsplássið hevur gjørt eina váðameting, kann tað gerast greitt, at ávísar støður, arbeiðsuppgávur ella økir eru á arbeiðsplássinum, har sannlíkindini fyri harðskapshendingum eru serliga stór. Tá ið hetta er greitt, eigur arbeiðsplássið at gera leiðreglur fyri, hvussu starvsfólkini skulu bera seg at í ítøkiligum støðum ella í sambandi við ávísar borgarar fyri at fyribyrgja harðskapi. Talan kann t.d. vera um at duga at síggja og skilja tekin – bæði likamlig og munnlig – sum borgarin vísir. Tað er eisini umráðandi at vera tilvitað um egna atferð, mál og kropsburð í støðum, sum kunnu enda í harðskapi. Tað kann tí vera sera gagnligt at starvsfólkini eru førleikament, soleiðis at tey eru før fyri at taka tey virknu stigini, sum skulu til fyri at spentar støður ikki menna seg til harðskapshendingar.
Um tekin eru um at ein støða kann føra til harðskap, skulu starvsfólk:
- Fylgja leiðreglum og mannagongdum fyri handfaring av konfliktum og harðskapi.
- Nýta neyðug tøknilig hjálparamboð, t.d. kall- og alarmskipanina.
Uppfylging eftir eina harðskapshending
Tað hevur týdning at uppfylgingin eftir eina harðskapshending fevnir bæði um átøk til tey, sum hava verið fyri hendingini, og møguligar starvsfelagar, sum hava verið vitni, umframt eftirfylgjandi greining og meting av umstøðunum kring harðskapin og fyriskipanirnar eftir hendingina.
Fyri tey, sum hava verið harðskapi, kann uppfylgingin fevna um bæði bráðfeingis hjálp og stuðul, og hjálp og stuðul í longri tíð.
Beint eftir eina harðskapshending
Eftir eina harðskapshending í arbeiðstíð hevur arbeiðsgevarin skyldu at tryggja, at starvsfólk, sum hava verið fyri harðskapi – antin beinleiðis ella sum vitni – fáa fyrstuhjálp
Mælt verður til at starvsfólk ikki eru einsamøll fyrsta døgnið eftir hendingina. Harumframt kann tað í summum førum vera gott at hava eina uppfylgjandi samrøðu við tey, sum hava verið partur av harðskapshendingini, eitt til trý døgn eftir hendingina.
Tað er eisini týdningarmikið at geva sær far um, at tað kunnu vera starvsfólk, sum eftir eina harðskapshending hava so sterkar reaktiónir, at tey ikki beinanvegin kunnu byrja at arbeiða aftur, serliga við arbeiðsuppgávum, sum inniber samband við borgarar.
Sálarlig fyrstahjálp
Sálarlig fyrstahjálp verður veitt av einum hjálpara, sum arbeiðsgevarin hevur útnevnt til at taka sær av fyrstuhjálp til starvsfólk, sum hava verið fyri harðskapi í arbeiðstíð. Hjálparin kann vera ein persónur frá arbeiðsplássinum ella ein uttanhýsis persónur. Sálarlig fyrstuhjálp er ikki terapi ella viðgerð (psykologisk krisuhjálp). Sálarlig fyrstuhjálp fevnir um átøk, sum vísa, at starvsfólkið ikki verður latið vera einsamalt, og kann hjálpa starvsfólkinum at byrja at viðgera keðiligu upplivingarnar og varðveita sínar fakligu førleikar og sjálvsvirði.
Tað er umráðandi at tann, sum veitir fyrstuhjálp, er uppsøkjandi, tí tann, sum hevur verið fyri harðskapi, hevur ofta ikki orku til sjálvur at biðja um hjálp og stuðul. Hjálparin eigur at skapa frið um starvsfólkið, t.d. við at verja fyri forvitnum fólki og finna hóskandi høli at fara í. Tað er týdningarmikið, at hjálparin tekur leiðsluna, varðveitir yvirlitið yvir støðuni og tosar greitt og týðiliga.
Hjálparin eigur at lurta vinarliga, nærverandi, róligt og tolin eftir tí, sum hevur verið fyri harðskapi. Ein, ið hevur verið fyri harðskapi kann hava tørv á at greiða frá hendingini fleiri ferðir. Hjálparin eigur ikki at spyrja inn til ella tulka kenslur og upplivingar hjá starvsfólkinum. Tað er eisini týdningarmikið, at hjálparin ikki tosar um sínar egnu royndir, og ikki er moraliserandi, ikki krøkir seg í ella er ákærandi ella lítilsger hendingina. Hjálparin eigur ikki at geva órealistisk lyfti, men eigur at geva vón og stutt boð um, hvussu hendingin verður handfarin á arbeiðsplássinum, t.d. um hvør er kunnaður um hendingina.
Starvsfólk, sum hava verið beinleiðis fyri harðskapi, hava ofta lyndi til at geva sær sjálvum skyldina fyri hendingina. Fyri at minka um skelkin eigur leiðsla og starvsfelagar at lata vera við at leggja skuldina á nakran. Harðskapshendingar kunnu ávirka førleikarnar hjá starvsfólki at handla rationelt og eftir avtalu. Tí er tað týdningarmikið, at starvsfólkið ikki verður ákært fyri at hava handlað óhóskandi.
Tá ið starvsfólk hava verið fyri harðskapi í arbeiðstíð, eigur arbeiðsplássið at fylgja við støðuni hjá starvsfólkinum, áðrenn tað fer heim. Arbeiðsplássið eigur at tryggja sær, hvussu starvsfólkið kemur heim, og at starvsfólkið ikki er einsamalt, tá ið tað er komið heim. Um starvsfólk eru í sjokki ella tykjast í ørviti, er tað týdningarmikið, at hjálparin syrgir fyri at tey verða koyrd heim.
Áðrenn starvsfólk fara heim, kann arbeiðsplássið eisini umhugsa at gera avtalu við starvsfólkið um, hvussu næstu dagar og vikur skulu leggjast til rættis, t.d. viðvíkjandi sjúkraskriving og læknavitjan.
Tað kann vera skilagott at geva tí, sum hevur verið fyri harðskapi, skrivligt tilfar um møguligar reaktiónir og avleiðingar og um, nær orsøk er at seta seg í samband við lækna ella sálarfrøðing. Tað er eisini gott at kunna starvsfelagar um hendingina og um, hvørjar reaktiónir kunnu koma.
Tað kann eisini vera eitt gott hugskot at øll starvsfólk verða biðin um at taka støðu til, hvørjum starvsfelagum, tey ynskja at fáa hjálp frá í eini kreppustøðu, umframt at arbeiðsplássið hevur skrásett, hvørji avvarðandi skulu fáa boð um, tá ið eitthvørt er hent.
Likamlig fyrstahjálp
Arbeiðsgevarin skal tryggja, at starvsfólk, sum í arbeiðinum hava verið fyri eini harðskapshending – antin beinleiðis ella sum vitni – hava atgongd til bæði likamliga og sálarliga fyrstuhjálp.
Arbeiðsgevarin eigur at útnevna ávís fólk sum fyrstuhjálparar. Hesir persónar skulu hava neyðuga upplæring, vera nóg nógvir og hava atgongd til neyðugt tilfar.
Starvsfólk skulu fáa kunning um innihaldið í tiltøkunum um fyrstuhjálp.
Tað kann vera eitt gott hugskot at gera ein lista við telefonnummarum hjá leiðarum og teimum starvsfólkum, sum skulu taka sær av fyrstuhjálpini, umframt telefonnummar til alarmsentralin og hanga listan upp, t.d. í einum starvsfólkarúmi, har øll starvsfólk síggja hann.
Tað kann eisini vera eitt gott hugskot at øll starvsfólk verða biðin um at taka støðu til, hvørjum starvsfelagum tey ynskja at fáa hjálp frá í eini kreppustøðu, umframt at arbeiðsplássið hevur skrásett, hvørji avvarðandi skulu fáa boð, um eitthvørt er hent.
Arbeiðsgevarin eigur at hava eina uppfylgjandi samrøðu við starvsfólk, sum hava verið við í eini harðskapshending, um hendingin hevur verið ógvuslig. Hetta slag av samrøðu verður ofta nevnt “defusing”.
Defusing
Defusing er ein partvís skipað umlættandi samrøða, sum verður hildin beint eftir hendingina. Her verður hendingin umrødd saman við teimum starvsfeløgum, sum vóru til staðar og vóru við í hendingini. Endamálið er at skapa eina fatan av tí, sum er hent, og at minka um kensluna av ótta og ruðuleika. Samrøðan er eisini við til at fyribyrgja skaðiligum avleiðingum av hendingini (defuse =
Uppfylgingin eftir eina harðskapshending kann fyri tey, ið hava verið fyri hendingini, fevna um sálarfrøðiliga kreppuhjálp og samband við sjúkraskrivað starvsfólk.
Ætlan fyri uppfylging
Avleiðingarnar av eini álvarsamari harðskapshending – ella fleiri minni álvarsomum hendingum – kunnu vara í fleiri dagar, mánaðir og í ringasta føri í fleiri ár. Eini góð ráð eru tí, at arbeiðsplássið heldur á fram at hava fokus á, at starvsfólk kunnu hava tørv á hjálp leingi eftir at harðskapshendingin fór fram. Arbeiðsplássið kann t.d. gera sær eina ætlan fyri uppfylging av støðu og trivnaði hjá starvsfólkum. Ein partur av ætlanini kann vera, at starvsfólk fáa møguleika at luttaka í sálarfrøðiligari kreppuhjálp. Ætlanin kann eisini fevna um uppfylging umvegis prát, støðugan stuðul og samband. Starvsfólk kunnu hava tørv á praktiskum stuðli og umlætting við atliti at arbeiðsuppgávum. Um starvsfólk eru sjúkraskrivað orsakað av harðskapshendingum, kann støðuga sambandið fevna um samrøður um at koma aftur til arbeiðis.
Sálarfrøðilig kreppuhjálp
Við sálarfrøðiligari kreppuviðgerð kann starvsfólkið fáa hjálp at eftirviðgera upplivingarnar. Hetta kann kann vera ein hjálp til at koma skjótari fyri seg eftir eina harðskapshending, umframt at hetta kann verða við til at fyribyrgja varandi avleiðingum. Arbeiðsplássið kann bjóða at rinda fyri sálarfrøðiliga kreppuhjálp, men hevur ikki skyldu til tað. Um arbeiðsplássið ynskir at bjóða sálarfrøðiliga kreppuhjálp, verður mælt til, at arbeiðsplássið frammanundan hevur tikið støðu til, nær og hvussu sálarfrøðilig kreppuhjálp verður bjóðað, tí tað kann vera torført at meta um tørvin eftir eina harðskapshending. T.d. kann tað vera gagnligt, at arbeiðsplássið frammanundan hevur tikið støðu til, hvørji sløg av harðskapshendingum skulu elva til tilboð um sálarfrøðiliga kreppuhjálp.
Samband við sjúkraskrivað starvsfólk
Um eitt starvsfólk er sjúkraskrivað orsakað av eini arbeiðstongdari harðskapshending, verður mælt til at arbeiðsplássið hevur støðugt samband við viðkomandi. Best er, um tað frammanundan er avtalað, hvussu hetta sambandið skal fara fram. Til dømis kann avtalast, hvør ella hvørji seta seg í samband við sjúkraskrivaða, á hvønn hátt hesi seta seg í samband við sjúkraskrivaða, og áleið hvussu ofta tað skal verða.
Endamálið við sambandinum er at skapa møguleika fyri at starvsfólkið kann varðveita tilknýtið til arbeiðsplássið og halda fram í arbeiðinum. Leiðari og starvsfólk kunnu t.d. saman gera eina varðveitingarætlan, sum lýsir, hvussu arbeiðsplássið og sjúkraskrivaða starvsfólkið kunnu laga arbeiðið, so tað hóskar til, hvat starvsfólkið megnar. Til dømis kann avtalast, at starvsfólkið byrjar aftur í arbeiði partvíst, ella at tað byrjar við øðrum, minni krevjandi arbeiðsuppgávum.
Skráseting og kanning av harðskapshendingum
Arbeiðsgevarin eigur at skráseta allar harðskapshendingar, bæði likamligar og sálarligar. Eisini “næstan-óhapp”, royndir at fremja harðskap og hendingar, so sum ein hørð konflikt millum starvsfólk og ein borgara, sum ikki endar í harðskapi, men sum kundi havt endað við harðskapi, skulu skrásetast.
Til tess at kunna nýta skrásetingarnar í fyribyrgjandi arbeiðinum er skilagott at skráseta:
- Hvussu ofta harðskapur kemur fyri.
- Hvat slag av harðskapi talan er um.
- Umstøðurnar kring hendingina, t.d. tíð og stað umframt, hvat hendi áðrenn støðan endaði við harðskapi og hvussu hendingin varð handfarin.
Við at skráseta allar hendingar fær arbeiðsplássið eina greiða fatan av, hvussu umfatandi og álvarsamur harðskapur er á arbeiðsplássinum, og í hvørjum umstøðum harðskapur hendir. Við hesi vitan gerst lættari at síggja, hvør og hvar ítøkiligi vandin er, og hvørji fyribyrgjandi átøk skulu setast í verk.
Tað er týdningarmikið, at arbeiðsgevarin og trygdarskipanin gjøgnumganga í smálutum, hvussu harðskapshendingar eru fyribyrgdar, handfarnar og viðgjørdar – og meta um, hvørt orsøk er til at tillaga mannagongdirnar.
Fráboðan
Um ein arbeiðstongd harðskapshending hevur havt við sær, at starvsfólkið má vera burtur frá arbeiði í ein dag ella fleiri afturat skaðadegnum, skal hendingin fráboðast Arbeiðs- og brunaeftirlitinum sum eitt arbeiðsóhapp. Fráboðanin til Arbeiðs- og brunaeftirlitið skal gerast skjótast til ber og í seinasta lagi níggju dagar eftir fyrsta fráverudag. Gevið gætur, at fráveran kann vera seinni enn dagin, hendingin fór fram.
Fráboðast kann umvegis heimasíðuna arb.fo
Arbeiðstongdar harðskapshendingar skulu eisini fráboðast tryggingarfelagnum hjá arbeiðsgevaranum tí tey, sum hava verið fyri hendingini, kunnu hava krav upp á endurgjald.
Er talan um ein sjálvtryggjaðan almennan arbeiðsgevara (lands- ella ríkismyndugleikar), skal arbeiðsgevarin lata Arbeiðs- og brunaeftirlitinum fráboðanina beinleiðis.
Harumframt verður mælt til, at arbeiðsplássið hevur greiðar leiðreglur fyri, nær ein harðskapshending skal fráboðast løgregluni.
Skráseting og eftirmeting av fyribyrgingini
Tá ið ein harðskapshending hevur verið, er umráðandi at hendingin verður skrásett, og at arbeiðsplássið gagnnýtir vitanina um hendingina til at fáa betri innlit í umstøðurnar áðrenn, undir og aftaná. Eftirmetingin kann m.a. at spyrja inn til:
- Hvat hendi undan hendingini (harðskapur stendst ikki úr ongan, tað er altíð ein upptakt).
- Hvat fekk støðuna at versna?
- Hvussu var tamarhald fingið á støðuni aftur?
- Gjørdu vit nakað, ið gjørdi støðuna verri?
- Hvat vildu vit gjørt á sama hátt eina aðru ferð?
- Hvat vildu vit gjørt øðrvísi eina aðru ferð?
- Er arbeiðið at minka um harðskapshendingar nóg gott?
- Hvussu ber til at fyribyrgja harðskapshendingum í framtíðini?
- Handfóru leiðsla og starvsfólk hendingina á væl?
- Hvussu varð hendingin handfarin?
- Hvussu stuðlaðu starvsfólk hvørjum øðrum?
- Hvussu gekk við møguligari fyrstuhjálp?
Tað kann vera lættari at tosa um eina støðu, tá ið fastir karmar eru fyri samrøðuni.
At tosa um og eftirmeta hendingina í felag kann gera tað møguligt at varðveita og víðariføra royndir um, hvat hevur víst seg at virka væl í ávísum støðum og hvat ikki virkar so væl.
Um arbeiðsgevarin ikki gjørdi nóg mikið fyri at fyribyrgja og handfara harðskapshendingina, ella um fyrstuhjálpin ikki var nóg góð eftir eina hending, skal arbeiðsgevarin endurskoða fyribyrgingararbeiðið.
Um minni álvarsamar harðskapshendingar henda javnan, er tað týdningarmikið, at arbeiðsgevarin við jøvnum millumbilum ger metingar av, hvørt fyribyrgingin er nóg góð, eisini viðvíkjandi vegleiðing og upplæring av starvsfólkum.
Yvirlit yvir fyribyrging, handfaring og uppfylging av harðskapshendingum
Hóast tað er ynskiligt, at harðskapur og hóttanir als ikki koma fyri, so er veruleikin tann, at harðskapur og hóttanir eru eitt fyribrigdi, ið ikki slepst heilt undan.
Fyribyrging av harðskapi snýr seg ikki bert um at fyribyrgja og minka um talið av harðskapshendingum, men eisini um at duga at handfara ítøkiligar støður og soleiðis minka um teirra álvarsemi, umframt at hava eina tilbúgving, har uppfylgingin av hendingunum er við til at fyribyrgja ella minka um neiligu avleiðingarnar, ið harðskapshendingar kunnu hava við sær.
Fyribyrgingin av arbeiðstongdum harðskapi kann sostatt býtast í trý; fyribyrging, handfaring og tilbúgving/uppfylging. Hesi eru í stóran mun eru tongd at hvørjum øðrum.
Fyribyrging av harðskapshendingum
- Avdúka hvussu ofta arbeiðstongdur harðskapur kemur fyri.Ger eina meting av vandanum fyri arbeiðstongdum harðskapi.
- Skráset og ger metingar av harðskapshendingum og handfaringina av teimum.
- Legg arbeiðið til rættis, soleiðis at vandin fyri arbeiðstongdum harðskapi minkar.
- Lær upp, vegleið og førleikamenn.
- Síggið til at innrættingin minkar um vandan.
- Skapið eitt gott sálarligt arbeiðsumhvørvi.
- Síggið til at starvsfólk duga sálarliga fyrstuhjálp.
Í eini harðskapshending
- Fylg vegleiðingini um handfaring av harðskapshendingum.
- Nýt neyðug tøknilig hjálpitól, t.d. ávaringar- og boðskipan.
- Ver rólig/ur og nýt konfliktniðurtrappandi samskifti.
- Komið hvør øðrum til hjálpar.
- Við ráni: fylg boðum rænarans.
Tilbúgving /uppfylging eftir eina harðskapshending
- Gev fyrstahjálp.
- Kunna aðrar starvsfelagar.
- Hava eina uppfylgjandi samrøðu við viðkomandi partar, um hetta verður mett neyðugt.
- Bjóða kreppuhjálp.
- Set teg í samband við sjúkraskrivaða.
- Fráboða Arbeiðs- og brunaeftirlitinum og arbeiðsskaðatryggingini.
- Eftirmet fyribyrgingina.