Hagtøl yvir játtan hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum
Høvuðskontan hjá stovninum á fíggjarlógini er sett saman av trimum undirkontoum: Arbeiðseftirlitið, Brunaeftirlitið og Tilbúgving fyri Føroyar. Umframt hetta fær stovnurin endurgjald fyri at virka sum umsiting hjá Elnevndini og Vanlkkutryggingarráðnum
Játtan til arbeiðseftirlit
Gev gætur: Játtanin fevnir, umframt umsiting av arbeiðsskaðatryggingarlógini, um umsiting av lóg um mát og vekt og lóg um vinnuligt kavaravirksemi.
Í 2015 hækkaði játtanin 720.00 kr, fyri at kunna seta eitt eftirlitsfólk afturat í starv. í 2016 hækkaði játtanin 600.000 kr fyri at kunna seta ein sálarfrøðig í stav.
Játtan til brunaeftirlit
Gev gætur: Í 2023 og 2024 lá játtanin til Tilbúgving fyri Føroyar undir Brunaeftirlitið, áðrenn hendan í 2025 bleiv flutt á sjálvstøðuga undirkonto.
Játtan til Tilbúgving fyri Føroyar
Gev gætur:Játtanin bleiv flutt á sjálvstøðuga undirkonto í 2025, samstundis sum hon hækkaði við 600.000 kr.