Spurningar til at gera metingar av ávirkanunum í sálarliga arbeiðsumhvørvinum

Í kunngerðini um sálarligt arbeiðsumhvørvi er ásett, at metingar skulu gerast av, um ávirkanirnar í sálarliga arbeiðsumhvørvinum seta trygd ella heilsu hjá starvsfólkunum í vanda.

Um staðfestast kann, at ávirkanirnar eru til staðar, skal metast um, um fyribyrgjandi átøkini standa í mát við, hvussu umfatandi ávirkanirnar í sálarliga arbeiðsumhvørvinum eru.

Fyribyrgjandi átøk eru alt tað, ið arbeiðsplássið tilætlað og miðvíst hevur sett í verk fyri at sleppa undan neiligum avleiðingum í sálarliga arbeiðsumhvørvinum. Tá ið fyribyrgjandi átøkini standa í mát við, hvussu umfatandi ávirkanirnar eru, hava ávirkanirnar í sálarliga arbeiðsumhvørvinum ikki neiliga ávirkan á trygd ella heilsu hjá starvsfólkunum.

Fyri at kunna gera hesar metingarnar er neyðugt at fáa greiðu á ymiskum viðurskiftum. Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur tí gjørt vegleiðandi spurningar at spyrja, tá ið metast skal um, hvørt ávirkanirnar í sálarliga arbeiðsumhvørvinum seta trygd ella heilsu hjá starvsfólkunum í vanda.

Spurningarnir eru ætlaðir sum eitt amboð til arbeiðsgevaran og arbeiðspláss at nýta. 

Spurnaskjølini:

Spurningar um stóra arbeiðsbyrðu og tíðartrýst

Spurningar um ógreið krøv og mótstríðandi krøv

Spurningar um niðrandi atburð, herímillum happing og kynsligan ágang

Spurningar um høg kenslulig krøv, tá ið arbeitt verður við menniskjum

Spurningar um arbeiðstongdan harðskap í arbeiðstíð og uttan fyri arbeiðstíð