Hvat eru høg kenslulig krøv, tá ið arbeitt verður við menniskjum?

Í kunngerðini um sálarligt arbeiðsumhvørvi verða høg kenslulig krøv í arbeiði við menniskjum definerað sum arbeiði, ið inniber beinleiðis ella óbeinleiðis samband við menniskju, og har sambandið setur høg krøv til at:

  • Seta seg inn í, rúma ella handfara tankar, kenslur ella atferð hjá hesum menniskjum.
  • Handfara ella fjala egnar tankar ella kenslur.
  • Laga samskifti ella atferð til tey menniskju, sum arbeitt verður við.

Avleiðingar fyri trygd og heilsu hjá starvsfólkum
Arbeiði við menniskjum kann geva starvinum meining og innihald, men kann samstundis hava við sær vanda fyri trygd og heilsu hjá starvsfólkinum.

Høg kenslulig krøv í arbeiðinum við menniskjum kunnu økja um vandan fyri:

  • Langtíðar sjúkraskriving.
  • Sálarligari og likamligari útlúgving.
  • Svøvntrupulleikum.
  • Trupulleikum við at hugsavna seg.
  • Langtíðar strongd.
  • Angist.
  • Tunglyndi.
  • Útbrenning.

Høg kenslulig krøv kunnu eisini økja um vandan fyri arbeiðsóhappum. Hetta kann t.d. vera, um starvsfólk eru so tyngd av kensluligum krøvunum, at tey ikki megna at fylgja trygdarreglum og ikki bera seg at samsvarandi við trygdarásetingunum. Hetta kann økja um vandan fyri t.d. harðskapstilburðum.

Tekin um at vandin ikki er fyribyrgdur

Tekin um høg kenslulig krøv:
Um onkur av niðanfyristandandi viðurskiftum eru til staðar yvir eitt longri tíðarskeið, er týdningarmikið at finna út av, um tey eru tekin um, at vandin ikki er fyribyrgdur, ella um tey snúgva seg um okkurt annað.

  • Konfliktir eru millum starvsfólk og tey menniskju, sum arbeitt verður við við.
  • Atfinningar ella klagur koma frá teimum, sum arbeitt verður við.
  • Manglandi áhugi er í arbeiðinum.
  • Starvsfólk eru, sum halda seg burtur frá teimum, tey arbeiða við – t.d. við at nýta meiri kensluleysa tilgongd í sambandinum.
  • Starvsfólk eru, sum blanda seg ov nógv upp í tey menniskju, tey arbeiða við.
  • Neiligar atfinningar koma frá leiðslu ella starvsfelagum.
  • Konfliktir ella samstarvstrupulleikar eru innanhýsis á arbeiðsplássinum.
  • Sjúkrafráveran er høg ella stór útskifting av starvsfólki er.
  • Arbeiðsóhapp ella næstan-óhapp.
  • Mistøk verða gjørd.

Tekin hjá einstaka starvsfólkinum:

  • Svøvntrupulleikar.
  • Mental ella kropslig møði.
  • Hava lætt við at gráta.
  • Ringt lag ella økt argilsi
  • Hevur torført við at sleppa tonkum um arbeiðið uttan fyri arbeiðstíð.
  • Er støðugt í tilbúgvingarstøðu.
  • Hevur trupulleikar við at hugsavna seg.
  • Hevur eina kenslu av fakligari ónøgd.
  • Hevur lyndi at halda seg burtur frá  sosialt.
  • Líkasæla ella kensluloysi.
  • Máttloysi.
  • Vónloysi.
  • Skuldarkensla.

Áhaldandi fyribyrging av høgum kensluligum krøvum
Tað er neyðugt, at arbeiðsgevarin áhaldandi arbeiðir við at fáa greiðu á, um høg kenslulig krøv eru á arbeiðsplássinum, tí arbeiðsgevarin hevur skyldu at tryggja, at arbeiðið til eina og hvørja tíð er trygdar- og heilsuliga fult forsvarligt.

Um høg kenslulig krøv eru, skal arbeiðsgevarin meta um, um tann vandi, ið hetta setur trygd og heilsu hjá starvsfólkunum í, er effektivt fyribyrgdur og skal, um neyðugt, seta fyribyrgjandi átøk í verk.

Tað er viðkomandi at taka starvsfólkini við í hesum, tí teirra upplivingar og royndir eru ein týdningarmikil kelda til vitan um høg kenslulig krøv.

Fyribyrgingin skal verða við atliti at teimum viðurskiftum í arbeiðinum, sum eru orsøkin til høgu kensluligu krøvini. Orsøkirnar kunnu geva eina ábending um, hvørji átøk eru neyðug, og hvar á arbeiðsplássinum tey skulu setast í verk. Fyribyrgingin skal somuleiðis verja øll starvsfólk móti váðanum og ikki bert einstøk starvsfólk.

At enda skal arbeiðsgevarin tryggja, at eftirlit verða gjørd við at arbeiðið verður útint forsvarliga, og at átøkini, ið eru sett í verk, virka eftir ætlan.

Finn útav, um høg kenslulig krøv eru
Arbeiðsgevarin kann byrja við at hyggja at tí arbeiði, sum inniber beinleiðis ella óbeinleiðis samband við menniskju. Sambandið kann vera likamligt, umvegis telefon ella skriftligt. Sambandið kann eisini vera at eygleiða, lesa um ella síggja myndir/filmsbrot av menniskjum í ymiskum støðum. Síðani kann hyggjast at, hvat tað er, sum eyðkennir tey, sum starvsfólkini hava samband við.

Menniskjuni eru í eini truplari lívsstøðu ella eru avvarðandi til menniskju í truplari støðu. T.d.:

  • Mistrivnaður, sorg ella kreppa.
  • Umsorganarsvik.
  • Likamlig ella sálarlig sjúka, skaði ella skerdur virkisførleiki.
  • Fíggjarligir trupulleikar ella sosialar avbjóðingar.
  • Misnýtsla ella kriminalitetur.

Menniskjuni, ið starvsfólkini hava samband við, hava avbjóðandi atferð, ið t.d. inniber:

  • Eina útvirkna, áleypandi ella markbrótandi atferð.
  • Atfinningar, ónøgdsemi ella ákærur.
  • Manipulerandi ella tekkjandi atferð.
  • Óútrokniliga atferð.
  • Sjálvskaðandi atferð ella hóttanir um sjálvskaða.Atferð, sum krevur nógv uppmerksemi, órógv ella avbrot.
  • Hjálparloysi, tøgn, grátur ella afturvísing

Arbeiðsuppgávurnar kunnu t.d. vera:

  • At motivera, stuðla, hjálpa ella veita tænastu.
  • At taka avgerðir, ið kunnu hava stóra ávirkan á lívið hjá øðrum.
  • Røkt, umsorgan, viðgerð ella greining.
  • Bjargingararbeiði.
  • Yvirváking,eftirlit, avmarkingar, ella at seta krøv.
  • At handfara klagur, vreiði, ørkymlan ella ónøgdsemi.
  • Samstarv við avvarðandi.

Arbeiðsuppgávurnar, sum starvsfólkini hava í sambandi við hesi menniskju kunnu eisini innibera kenslulig krøv.

Kensluligu krøvini
Tá ið arbeiðsgevarin hevur fingið greiðu á, hvørjar arbeiðsuppgávur innibera beinleiðis ella óbeinleiðis samband við menniskju, kann arbeiðsgevarin hyggja eftir, um hesar uppgávur seta eitt ella fleiri av fylgjandi krøvum til starvsfólkini:

Høg krøv um at seta seg inn í, rúma ella handfara tankar, kenslur ella atferð: T.d.:

  • At lesa og skilja støðuna hjá øðrum.
  • At ímynda sær væntaða atferð og soleiðis verða klár til at handfara ta atferð.
  • At rúma neiligari ella markbrótandi atferð.

Høg krøv um at handfara ella fjala egnar tankar ella kenslur. T.d.:

  • At kunna handfara egnar kensluligar reaktiónir, sum taka seg upp við kunnleika um álvarslig og trupul viðurskifti í lívinum hjá teimum menniskjum, starvsfólkini arbeiða við.
  • At fjala kenslur so sum vreiði ella máttloysi, sum taka seg upp hjá starvsfólkunum í sambandinum við tey, hesi arbeiða við.

Høg krøv um at laga samskifti ella atferð til tey, ið arbeitt verður við. T.d.:

  • Bera fram kenslur, ið tey í roynd og veru ikki sjálvi føla, t.d. at vísa smílandi, høviskan og virðandi atburð, hóast tey verða møtt við atfinningum ella hvøssum orðum.
  • Megna truplar tvístøður, t.d. leggja seg útí støður uttan at verða drigin ov nógv ella ov lítið inní tær, ella við at vísa myndugleika vald og samstundis eisini vísa forstáilsi og umsorgan.

Høg kenslulig krøv kunnu verða sett einstøkum starvsfólkum, ávísum toymum ella deildum, og kunnu eisini verða um alt arbeiðsplássið.

Met um, um vandin fyri trygd og heilsu er fyribyrgdur
Um høg kenslulig krøv eru á arbeiðsplássinum, skal arbeiðsgevarin meta um, um tann vandi, ið hetta setur trygd og heilsu hjá starvsfólkunum í, er effektivt fyribyrgdur, og skal, um neyðugt, seta fyribyrgjandi átøk í verk.

Vandin er ikki effektivt fyribyrgdur, um fyribyrgjandi átøkini ikki standa í mát við vavið og slagið av tí sambandi, sum inniber høg kenslulig krøv.

Í metingini er neyðugt at taka støðu til fleiri viðurskifti.

Viðurskifti at taka við í metingini

  • Hvussu ofta er sambandið gjøgnum arbeiðsdagin og í hvussu langa tíð í senn er tað.
  • Hvussu langa tíð hevur sambandið  verið.
  • Hvussu samansettar og álvarsamar eru lívsumstøðurnar hjá menniskjunum, ið arbeitt verður við.
  • Hvussu avbjóðandi er atferðin hjá teimum, ið arbeitt verður við.
  • Hvussu truplar og samansettar eru uppgávurnar hjá starvsfólkunum í mun til tey menniskju, ið arbeitt verður við.
  • Hvørji ítøkilig kenslulig krøv inniber sambandið, og hvussu høg eru hesi krøv.
  • Fyrireiking av sambandinum. Hava starvsfólkini neyðugu vitanina um menniskjuni, tey hava samband við, so sum vitan um tørv og atferð hjá hesum menniskjum.
  • Røkt av sambandinum. Hava starvsfólkini førleikar og tíð til at handfara arbeiðsuppgávur, ið innibera høg kenslulig krøv.
  • Hava starvsfólkini ávirkan á, hvussu og nær uppgávurnar verða loystar.
  • Eftirviðgerð av sambandinum. fáa starvsfólkini supervisión, stuðul og sparring at viðgerða kensluligu tyngdina í arbeiðinum.

Høgu kensluligu krøvini seta heilsu og trygd hjá starvsfólkunum í størri vanda, Jú meira sambandið fyllir í dagliga arbeiðinum; jú truplari slagið av sambandinum er og jú minni fyribyrgjandi átøkini standa í mát við vavið og slagið av sambandinum.

Aðrar ávirkanir, sum kunnu seta trygd ella heilsu í vanda
Arbeiðsgevarin skal eisini gera eina meting av, um aðrar ávirkanir eru í arbeiðsumhvørvinum, sum saman við høgum kensluligum krøvum kunnu seta trygd og heilsu hjá starvsfólkunum í vanda. Hesar ávirkanir eru í stóran mun tongdar at, hvat arbeiði starvsfólkini útinna.

Vandin kann økjast, um tað samstundis er:

Vandi fyri harðskapi í arbeiðinum, sum t.d. ger tað torført hjá starvsfólki at byggja upp og viðlíkahalda sambandið við tey menniskju, tey arbeiða við.

Stór arbeiðsbyrða og tíðartrýst, soleiðis at starvsfólk t.d. ikki hava tíð at loysa uppgávurnar knýttar at sambandinum og ikki hava ró til at skapa ta nærveru, sum krevst.

Ógreið krøv í arbeiðinum, t.d. ógreiða um fakliga tilgongd ella hvør hevur ábyrgd av hvørjum uppgávum við atliti at teimum menniskjum, tey arbeiða við.

Mótstríðandi krøv í arbeiðinum, t.d. mótstríðandi væntanir til starvsfólkini um, hvørja tænastu, tey skulu veita teimum, tey arbeiða við, og hvussu høgt góðskustøðið skal vera.

Óhóskandi fysiskir karmar, t.d. um starvsfólk ikki hava atgongd til økir, har tey kunnu fara burtur frá kensluliga krevjandi sambandinum og halda steðg. Ella um tað orsakað av hølisviðurskiftunum ikki ber til at hava torførar ella samrøður í trúnaði.

Larmur, sum órógvar sambandið, t.d. frá ferðslu, umbyggingum ella øðrum menniskjum.

Ábyrgdin at seta fyribyrgjandi átøk í verk
Arbeiðsgevarin hevur skyldu at at seta í verk fyribyrgjandi átøk, tá ið tað er neyðugt. Hetta er fyri at tryggja, at arbeiðið er trygdar- og heilsuliga fult forsvarligt við atliti at høgum kensluligum krøvum, tá ið arbeitt verður við menniskjum. Átøkini skulu vera effektiv, soleiðis at starvsfólkini ikki á nakran hátt gerast illa fyri ella koma til skaða orsakað av høgum kensluligum krøvum í arbeiðinum við menniskju.

Fyribyrgjandi átøkini eiga at verða sett í verk í samstarvi við starvsfólk og trygdarskipanina. Um 10 ella fleiri fólk starvast á arbeiðsplássinum, er tað lógarkrav at hava eina trygdarskipan.

Um arbeiðsplássið ikki hevur neyðugu fakligu vitanina til at kunna fyribyrgja vandanum, ið høg kenslulig krøv seta trygd og heilsu hjá starvsfólkunum í, skal arbeiðsgevarin fáa sær fakliga hjálp uttanhýsis fyri at tryggja, at arbeiðið kann avrikast á fult forsvarligan hátt.


Ítøkilig fyribyrgjandi átøk
Tað ber ikki altíð til at sleppa undan øllum kensluligum krøvum. Tí hevur tað sera stóran týdning, at vandin verður fyribyrgdur við at tryggja, at starvsfólkini eru før fyri at handfara sambandið við menniskjuni – t.d. við átøkum, sum geva møguleika fyri nøktandi og viðkomandi fyrireiking av sambandinum, røkt av sambandinum og eftirviðgerð av sambandinum.

Arbeiðsgevarin skal, í so stóran mun til ber, fyribyrgja høgum kensluligum krøvum, sum kunnu seta trygd ella heilsu hjá starvsfólkunum í vanda. Hetta kann gerast við fyribyrgjandi átøkum, sum eru beinleiðis knýtt at vavi og slagi av sambandi, sum starvsfólkini hava við menniskjuni, tey arbeiða við.

Fyribyrgjandi átøk av serligum týdningi

  • Tilrættislegging og skipan av arbeiði.
  • Upplæring og vegleiðing í útinnan av arbeiði.
  • Stuðul frá leiðslu og starvsfelagum.
  • Ávirkan í arbeiðinum.
  • Fyrilit fyri fortreytum hjá starvsfólkum.
  • Verja av serliga viðkvæmum vandabólkum.

Tilrættislegging og skipan av arbeiði
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at skipa og leggja arbeiðið til rættis soleiðis, at tað er trygdar- og heilsuliga fult forsvarligt við atliti at høgum kensluligum krøvum, tá ið arbeitt verður við menniskjum.

Skipan og tilrættislegging av arbeiðinum hevur stóran týdning, skal tað eydnast at fyribyrgja vandanum, sum stór kenslulig krøv kunnu hava við sær.

Arbeiðsgevari og starvsfólk kunnu t.d.:

  • Skapa eina felags tilgongd til arbeiðið við menniskjum við at hava greið mál, arbeiðshættir, leiklutir og leiðreglur fyri arbeiðið.
  • Leypandi avstemma, hvørjar væntanirnar til tænastu- ella góðskustøðið menniskjuni, ið tit arbeiða við, hava, soleiðis at hesi vita, hvørja tænastu, veiting ella vøru tey kunnu vænta.
  • Tryggja nóg nógva tíð til uppgávurnar, sum eru knýttar at sambandinum við menniskju – herundir fyrireiking, røkt og viðgerð aftaná.
  • Skipa arbeiðið soleiðis, at skiftast kann millum kensluliga krevjandi uppgávur og aðrar uppgávur, t.d. umsitingarligar uppgávur, ella við at skipa arbeiðið soleiðis, at krevjandi uppgávurnar eru av ymiskum slagi og vavi.
  • Stuðla undir eini góðari stegðmentan, sum gevur møguleika fyri at starvsfólkini kunnu hvíla seg og koma fyri seg.
  • Tryggja hóskandi fysiskar karmar, t.d. rúm, har til ber at hava trúnaðarsamrøður ella torførar samrøður uttan órógv, og har starvsfólk kunnu fyrireika og viðgera sambandið við tey menniskju, tey arbeiða við.
  • Eftir einum skipaðum leisti tryggja tykkum at tørvurin og møguleikarnir hjá starvsfólkunum at fyrireika, røkta og viðgerða sambandið við menniskjuni, tey arbeiða við, verður nøktaður, t.d. við at seta tíð av til sparring, fundir og supervisión.

Dømi: Greiðar væntanir og felags tilgongd betraðu samstarvið við avvarðandi

Á einum arbeiðsplássi var sambandið millum starvsfólk og nøkur avvarðandi avbjóðandi. Nógvar konfliktir vóru, og starvsfólkini upplivdu, at avvarðandi ofta vóru kritisk og niðrandi. Konfliktirnar snúðu seg ofta um, hvat tænastustøði starvsfólkini kundu veita borgarunum, og starvsfólkini høvdu ymiskar tilgongdir til samstarvið við avvarðandi.

Arbeiðsplássið valdi at seta fokus á at skapa eina felags tilgongd til samstarvið, m.a. við at leiðslan og starvsfólkini settu greið mál og leiðreglur fyri samstarvið og betraðu møguleikarnar fyri at deila vitan í vaktarskiftunum. Harumframt tók leiðslan eitt prát við tey avvarðandi at avstemma væntanirnar til tænastustøðið.

Átøkini gjørdu samstarvið við avvarðandi betri og minkaðu um talið av konfliktum.

Dømi: Nýtt uppgávubýti fyri at minka um høg kenslulig krøv

Á einum arbeiðsplássi fingu starvsfólk javnan kunnleika um álvarslig familjuviðurskifti, t.d. umsorganarsvik, misnýtslu og strongd. Starvsfólkini vórðu konfronterað við hesi viðurskifti í samrøðum við familjur og børn og gjøgnum skrivligt tilfar, myndir o.l..

Ein arbeiðsumhvørviskanning vísti, at tey mest álvarsligu málini ofta endaðu hjá somu fáu starvsfólkum, sum høvdu givið til kennar, at tey ofta føldu, at tey rukku ikki til í arbeiðinum.

Leiðslan gjørdi av at læra onnur starvsfólk upp, soleiðis at tey mest álvarsomu málini kundu býtast millum fleiri starvsfólk. Samstundis varð arbeitt við at gera tað møguligt hjá starvsfólkum at skifta millum uppgávur við borgarasambandi og aðrar uppgávur. Harumframt varð avgjørt at seta fastar tíðir, har starvsfólk saman við sínum nærmastu leiðarum fingu møguleika at tosa um tørv og møguleikar fyri at fyrireika, røkja og viðgera sambandið við familjurnar.

Upplæring og vegleiðing í útinnan av arbeiði
Arbeiðsgevarin hevur skyldu at tryggja, at hvørt einstakt starvsfólk fær nøktandi og hóskandi upplæring og vegleiðing í at útinna arbeiðið trygdar- og heilsuliga fult forsvarligt við atliti at høgum kensluligum krøvum. Upplæring og vegleiðing eru tí ein týðandi partur av fyribyrgjandi átøkunum.

Arbeiðsgevarin skal leggja serligan dent á at veita upplæring og vegleiðing, tá ið nýggj fólk verða sett í starv, eisini um hesi eru verkætlanarstarvsfólk, vikarar, næmingar ella onnur við leysari tilknýti til arbeiðsplássið. Arbeiðsgevarin skal eisini leggja serligan dent á upplæring og vegleiðing, tá ið broytingar verða framdar í arbeiðinum hjá starvsfólkunum. Hetta kann t.d. vera, tá ið tey fáa nýggjar arbeiðsuppgávur, tá ið broytingar henda í málbólkinum, tey arbeiða við, ella tá ið arbeiðshátturin broytist – t.d. vegna nýggjar mannagongdir, nýggja lóggávu, nýggjari arbeiðsútgerð ella av nýggjari tøkni.

Upplæring og vegleiðing skulu endurtakast regluliga, um tað er neyðugt.

Í upplæringini og vegleiðingini kann arbeiðsgevarin leggja dent á:

  • At starvsfólkini fáa røttu førleikarnar, soleiðis at tey kunnu avgreiða arbeiðsuppgávurnar við atliti at teimum menniskjum, starvsfólkini arbeiða við.
  • At starvsfólkini verða upplærd í viðkomandi arbeiðsháttum, t.d. samskiftisførleikum, sum kunnu hjálpa við at minka um konfliktir.
  • At starvsfólkini fáa neyðuga vitan um júst tey menniskju, tey arbeiða við, t.d. um tørv, atferð og avbjóðingar teirra.
  • At starvsfólkini verða vegleidd í, hvussu tey fyrireika, røkja og eftirviðgera sambandið við tey menniskju, tey arbeiða við.

Dømi: Greiðar leiðreglur og leiklutir hjálptu starvsfólki við torførum samskifti

Á einum útbúgvingarstovni upplivdu nøkur starvsfólk, at ávísir næmingar vístu tekin um álvarsligan vantrivnað. Konfliktir vóru millum starvsfólk og næmingar, tí at næmingarnir høvdu eina útvirkna atferð, orsakað av teirra støðu. Tað var ikki kjarnuuppgávan hjá starvsfólkinum at handfara sosialar og sálarligar trupulleikar hjá næmingunum, og tey høvdu heldur ikki fakligu førleikarnar til tess. Starvsfólkið vóru sera ørkymlað og máttleys.

Leiðslan gjørdi tí m.a. av at leggja størri dent á upplæring og vegleiðing av starvsfólkum, sum høvdu samband við næmingar. Endamálið var, at starvsfólkini skuldu vita, hvør hevði ábyrgd av hvørjum, hvussu skuldi farast fram, og hvørjir møguleikar vóru fyri hjálp og stuðli, tá ið tey komu í samband við næmingar, sum høvdu tekin um vantrivnað. Starvsfólkini vórðu eisini upplærd í fakligum háttum at stuðla næmingunum.

Úrslitið var, at starvsfólkini blivu betri før fyri at røkja sambandið við næmingarnar, vórðu tryggari í sínum egna leikluti og hvussu farast kann fram, og tað vórðu færri konfliktir millum starvsfólk og næmingar.

Stuðul frá leiðslu og starvsfelagum
Stuðul frá leiðslu og starvsfeløgum er eitt týdningarmikið átak, skal tað eydnast at fyribyrgja vandanum, ið høg kenslulig krøv kunnu seta trygd og heilsu hjá starvsfólkunum í.

Arbeiðsgevari og starvsfólk kunnu t.d. leggja dent á fylgjandi fyri at tryggja neyðuga stuðulin:

  • At leiðsla og starvsfólk hava gott samskifti, soleiðis at starvsfólk trygt kunnu gera vart við kensluligar avbjóðingar í sambandinum við tey menniskju, tey arbeiða við, og kunnu koma við uppskotum til loysnir.
  • At starvsfólk hava møguleika fyri hjálp, stuðli og fakligari ráðgeving frá leiðslu og starvsfelagum til uppgávur, sum hava við sambandið við menniskju at gera.
  • At starvsfólk fáa konstruktiva afturboðan og viðurkenning fyri, hvussu uppgávurnar eru loystar við atliti at krøvum og væntanum til arbeiðið – bæði frá leiðslu og starvsfelagum.
  • At leiðslan syrgir fyri at starvsfólk hava atgongd til regluliga og skipaða fyrireiking og eftirviðgerð av sambandinum, t.d. gjøgnum vegleiðing ella fakliga ráðgeving.
  • At starvsfólk fáa stuðul og umsorgan í serliga krevjandi støðum, t.d. við at bjóða sálarfrøðiliga hjálp.

Dømi: Størri dentur á eftirviðgerð av høgum kensluligum krøvum

Á einum arbeiðsplássi vóru starvsfólk av og á vitni til skelkandi hendingar so sum álvarslig ferðsluóhapp og sjálvmorðsroyndir. Arbeiðsplássið hevði neyðugu átøkini viðvíkjandi sálarligari fyrstuhjálp. Sambandið við borgarar var sum oftast ikki so álvarsamt, men var kortini kensluliga krevjandi.

Arbeiðsplássið hevði starvsfólkafundir eina ferð um vikuna, men í longri tíð hevði ikki verið tíð til at starvsfólk í felag kundu tosa um tað, sum fylti í sambandinum við borgararnar. Nøkur starvsfólk vóru byrjað at hava størri sjúkrafráveru, onnur virkaðu minni áhugað í arbeiðinum, og fleiri konfliktir vóru komnar í starvsfólkahópin.

Leiðsla og starvsfólk samdust um at víðka starvsfólkafundirnar og hava eftirviðgerð av dagliga sambandinum sum fastan tátt á dagsskránni. Eisini varð avgjørt, at nærmasti leiðari skuldi spyrja inn til, hvat fylti kensluliga í sambandinum við borgararnar, tá ið leiðarin tosaði um arbeiðsuppgávur við einstøku starvsfólkini.

Dømi: Nýggj vaktarætlan gav betri møguleikar at tosa um høgu kensluligu krøvini

Á einum arbeiðsplássi við útsettum borgarum gjørdist leiðslan varug við, at trygdarreglur, t.d. at kanna borgarar fyri rúsevni, ikki altíð vórðu hildnar. Tey høvdu áður upplivað, at rúsevnismisnýtsla hjá borgarum kundi elva til avbjóðandi atferð og økti vandan fyri harðskapi. Eftir nærri kanning fann leiðslan út av, at starvsfólkini høvdu ikki orku til at handfara tær konfliktir, sum stungu seg upp í sambandi við trygdarreglurnar. Starvsfólkini upplivdu, at tey stóðu einsamøll í hesum støðum, uttan tíð og møguleika at tosa við starvsfelagar um tað.

Leiðslan gjørdi tí eina nýggja vaktarætlan, soleiðis at vaktirnar lógu inn yvir hvørja aðra og har fleiri starvsfólk vóru til staðar at taka ímóti borgarum. Regluligir starvsfólkafundir fyri øll starvsfólk vórðu eisini settir á skrá. Harumframt varð skipað fyri regluligari supervisión í bólkum, soleiðis at starvsfólkini kundu viðgerða kensluligu avbjóðingarnar í sambandinum við borgararnar.

Ávirkan í arbeiðinum
Ávirkan í arbeiðinum er eisini ein týdningarmikil liður í at fyribyrgja vandanum, ið høg kenslulig krøv kunnu seta trygd og heilsu hjá starvsfólkunum í í arbeiðinum við menniskjum. Ávirkan snýr seg um at hava møguleika at ávirka arbeiðið og er við til at hjálpa starvsfólkum at handfara krøvini í arbeiðinum.

Arbeiðsgevarin kann tryggja starvsfólkunum ávirkan í arbeiðinum við at:

  • Starvsfólk verða tikin við í arbeiðinum at leggja til rættis og skipa sambandið við tey menniskju, tey arbeiða við – til dømis í sambandi við avgerðir um faklig mál, arbeiðshættir, leiklutir og leiðreglur.
  • Starvsfólk hava ávirkan á, nær, hvussu og í hvørjari raðfylgju uppgávur, sum hava við sambandið við menniskju at gera, verða loystar.
  • Tit javnan hittast og tosa um, hvussu tit kunnu fyribyrgja vandan við høgum kensluligum krøvum.

Dømi: Ávirkan á krøvini gjørdi arbeiðið minni kensluliga krevjandi

Á einum arbeiðsplássi innibar ein stórur partur av arbeiðinum, at starvsfólk skuldu handfara klagur frá viðskiftafólki. Starvsfólkini upplivdu javnan áleypandi atferð og sterk kensluherðindi frá viðskiftafólkunum. Starvsfólkini upplivdu hesar støður sum sera krevjandi, tí at starvsfólkini samstundis vóru vegleidd í at vera smílandi og viðurkennandi. Tey máttu sostatt fjala sínar egnu kenslur og høvdu trupult við at leggja hendingarnar frá sær eftir arbeiðstíð.

Leiðslan gjørdi av at starvsfólkini í størri mun skuldu takast við í tilrættislegging av arbeiðinum, og avgjørt varð m.a. at broyta vegleiðingina, soleiðis at starvsfólkini ikki í øllum støðum skuldu vera smílandi og viðurkennandi mótvegis viðskiftafólkunum. Í staðin kundu tey taka seg aftur, um farið varð  yvir teirra mark og vísa viðskiftafólkunum til leiðsluna.

Átøkini høvdu við sær, at arbeiðið gjørdist minni kensluliga krevjandi, og at starvsfólkini betur kundu handfara klagur frá viðskiftafólki.

Dømi: Størri ávirkan á tilrættislegging av torførum samrøðum

Á einum arbeiðsplássi var ein av arbeiðsuppgávunum at taka avgerðir um hjálp til viðbreknar borgarar. Í fleiri førum kundu starvsfólkini ikki veita ta hjálp, sum borgararnir ynsktu, hetta vegna lógarásettar karmar.

Starvsfólkini høvdu ringa samvitsku og eina kenslu av ikki at røkka til, tí borgararnir ofta vóru ótryggir, og nógvar klagur vóru umframt konfliktir millum borgarar og starvsfólk. Fleiri starvsfólk søgdu t.d., at tey høvdu trupult við at sova um næturnar, tí tey hugsaðu um arbeiðið.

Sum ein avleiðing av hesum valdi leiðslan at geva starvsfólkunum størri ávirkan á tilrættislegging av arbeiðinum. Hetta innibar m.a., at starvsfólkini í størri mun sjálvi kundu velja tíðspunkt og longd av torførum samrøðum, t.d. um noktan. Á henda hátt kundu starvsfólkini sjálvi velja eitt hóskandi tíðspunkt út frá fakligari vitan um borgaran og tryggja, at tíð var til fyrireiking og eftirviðgerð av samrøðunum.

Fortreytir hjá starvsfólkunum
Tá ið arbeiðsgevarin skal fyribyrgja, at høg kenslulig krøv seta trygd og heilsu hjá starvsfólkunum í vanda, er neyðugt at hava í huga fortreytirnar hjá tí einstaka starvsfólkinum fyri at kunna útinna sítt arbeiði á ein forsvarligan hátt. Fortreytirnar kunnu snúgva seg um aldur, innlit ella arbeiðsevni hjá starvsfólkinum. Tað kann t.d. vera tørvur á at vísa serlig fyrilit fyri ungum og nýsettum starvsfólkum, um tey ikki hava nógvar royndir við arbeiðinum. Tað kann eisini vera tørvur á at hava í huga fortreytirnar hjá eldri starvsfólkum og starvsfólkum við kropsliga ella sálarliga skerdum virkisføri.

Vernd av serliga viðkvæmum vandabólkum
Arbeiðsgevarin hevur eisini skyldu til at verja serliga viðkvæm starvsfólk móti vandanum við høgum kensluligum krøvum, sum er serliga álvarsamur fyri tey.

Hetta kann t.d. vera viðkomandi fyri barnakonur, sum kunnu vera serliga viðbreknar fyri tí strongd, sum høg kenslulig krøv kunnu hava við sær. Tí kann vera tørvur á at seta í verk fyribyrgjandi enn fyrr ella at seta í verk onnur átøk fyri at verja hesi starvsfólk.

Hetta kann t.d. gerast við eyka steðgum í arbeiðstíðini ella tillaging av arbeiðsuppgávunum.

Eftirlit við útinnan av arbeiðinum
Arbeiðsgevarin hevur skyldu at tryggja, at eftirlit verður ført við at arbeiðið verður útint á ein tryggan og heilsugóðan hátt, við atliti at høgum kensluligum krøvum, tá ið arbeitt verður við menniskjum. Um deildarleiðarar eru, skulu hesi hava eftirlit við, at tey átøk, sum verða sett í verk fyri at fremja trygd og heilsu, virka eftir ætlan.

Eftirlit mugu gerast regluliga , hetta tí at neyðugt tí at høg kenslulig krøv kunnu vera ymiskt frá starvsfólki til starvsfólk og frá eini deild til eina aðra, eins og krøvini kunnu broytast yvir tíð.

Eftirlitið skal fevna um:

  • Hvussu starvsfólkini útinna arbeiðið, og um tey fylgja tí upplæring og vegleiðing, tey hava fingið fyri at kunna útinna arbeiðið á ein tryggan og heilsugóðan hátt.
  • Um fyribyrgjandi átøkini eru effektiv.
  • Um upplæring og vegleiðing hava verið nøktandi og hóskandi.
  • Um starvsfólkini tillaga arbeiðsháttin, tá tey verða gjørd varug við, at tey t.d. ikki útinna arbeiðið á væntaðan hátt.
  • Um eftirlitið vísir, at høg kenslulig krøv eru, skal arbeiðsgevarin meta um, hvørt vandin fyri trygd og heilsu hjá starvsfólkunum er effektivt fyribyrgdur, og, um neyðugt, seta fyribyrgjandi átøk í verk.

Vandin fyri arbeiðstongdum harðskapi
Tað er umráðandi at geva sær far um, um atburður er til staðar, sum bæði kann innihalda stórar kensluligar avbjóðingar og samstundis innibera ein vanda fyri likamligan ella sálarligan harðskap. Hetta kann til dømis vera útvirkin ella niðrandi atburður.

Hetta hevur týdning, tí at tað krevur serlig fyribyrgjandi átøk at fyribyrgja vandanum fyri harðskapi, og tí at tú sum arbeiðsgevari hevur serligar skyldu, við atliti at vanda fyri arbeiðstongdum harðskapi. Les meira um arbeiðstongdan harðskap og tínar skyldur í kunngerðini um sálarligt arbeiðsumhvørvi og í vegleiðingini um arbeiðstongdan harðskap.

Sálarlig fyrstahjálp í sambandi við skelkandi hendingar
Tað er eisini týdningarmikið at geva sær far um, um vandi er fyri, at starvsfólk verða  fyri skelkandi hending. Ein hending kann til dømis vera óvæntaður deyði, álvarslig likamlig mein, lívshóttandi vandi, ella álvarsligar hóttanir móti likamligari ella sálarligari trygd ella heilsu hjá sær sjálvari ella øðrum.

Um serligur vandi er fyri at starvsfólk kunnu verða fyri ella verða vitni til skelkandi hendingar í arbeiðinum, skal tú sum arbeiðsgevari tryggja, at neyðugu átøk til sálarliga fyrstahjálp eru til fyrireikað. Tú skalt eisini tryggja, at starvsfólk hava atgongd til sálarliga fyrstahjálp, um tey hava verið beinleiðis útsett fyri ella vitni til eina skelkandi hending.