- Vegleiðingar um sálarligt arbeiðsumhvørvi
- Stór arbeiðsbyrða og tíðartrýst
- Ógreið krøv og mótstríðandi krøv í arbeiðinum
- Høg kenslulig krøv, tá ið arbeitt verður við menniskjum
- Niðrandi atburður, herímillum happing og kynsligur ágangur
- Arbeiðstongdur harðskapur í arbeiðstíð
- Arbeiðstongdur harðskapur uttan fyri arbeiðstíð
- Kynsligur ágangur
- Kynsligur ágangur á heilsu- og røktarstarvsfólk
- Strongd
- Harðskapur og hóttanir
- Happing
- Broytingar á arbeiðsplássinum
- Sálarlig fyrstahjálp
- Lóggáva
Hvat er niðrandi atburður, happing og kynsligur ágangur?
Niðrandi atburður er, tá ið ein ella fleiri persónar á arbeiðsplássinum antin á grovan hátt ella í fleiri førum happa, fremja kynsligan ágang ella bera seg niðrandi at móti einum ella fleiri øðrum starvsfólkum. Tað er tann, sum hetta verður framt móti, sum skal uppliva atburðin sum niðrandi – og tað hevur ongan týdning, um tað er gjørt í tankaloysi ella við vilja. Fyri at atburðurin kann metast sum niðrandi, skal hann verða fataður sum niðrandi av tí ella teimum útsettu persónunum.
Vanlig útinnan av leiðslu, afturboðan millum starvsfelagar og líknandi eru ikki í sjálvum sær niðrandi atburður.
Niðrandi atburður er eitt felags heiti fyri:
- Happing.
- Kynsligan ágang.
- Annan niðrandi atburð.
Talan kann bæði vera um virknar gerðir og um at lata vera við at gera nakað.
Niðrandi atburður í arbeiðshøpi kann fevna um:
- At halda aftur týdningarmiklar upplýsingar.
- Særandi viðmerkingar.
- Ósaklig frátøka ella skerjing av ábyrgd og arbeiðsuppgávum.
- Baktalan og útilokan frá sosiala og fakliga felagsskapinum.
- Álop ella atfinningar at privatlívinum hjá starvsfólki.
- At verða skeldaður ella hildin til láturs.
- Likamlig álop ella hóttanir um tað.
- Fíggindaskapur ella tøgn, sum svar upp á spurningar ella tá ið roynt verður at tosa.
- Undirmeting av arbeiði, arbeiðsavriki ella førleikum hjá starvsfólki.
- Niðrandi telefonsamrøður.
- Niðrandi skrivlig boð, SMS, myndir og video, eisini á sosialum miðlum.
- Óbehagilig arging.
- Undirmeting ella myndugleikatøka grundað á aldur, kyn, kynsligan samleika, kynsliga sannføring, uppruna ella trúgv.
- At verða nýttur av øðrum, t.d. til at ganga ørindi.
Hvørt niðrandi atburður hevur ávirkan á heilsu ella trygd hjá starvsfólki, veldst bæði um, hvussu ofta og yvir hvussu langa tíð atburðurin hevur verið. Tað hevur eisini stóran týdning, hvussu grovur atburðurin er, og í hvørjum samanhangi hann kemur fyri.
Vandi kann taka seg upp, tá ið talan er um eina einstaka hending við niðrandi atburði, um niðrandi atburðurin var av serliga grovum slag, ella um niðrandi atburðurin hevur endurtikið seg yvir eitt longri tíðarskeið. Ein samanseting av hesum kann eisini seta heilsu og trygd hjá starvsfólkunum í vanda.
Um niðrandi atburðurin ikki er av grovum slag, skal hann hava verið afturvendandi í eitt ávíst tíðarskeið fyri at kunna metast sum ein vandi. Um niðrandi atburðurin ikki hevur verið endurtakandi í eitt ávíst tíðarskeið, so skal atburðurin vera av serliga grovum slag, skal hann metast at seta heilsu og trygd hjá starvsfólki í vanda.
Niðrandi atburður kann verða framdur bæði av starvsfólki og leiðarum. Hóast niðrandi atburður millum starvsfelagar er vanligari, kennist hann ofta serliga tyngjandi, tá hann kemur frá einum leiðara. Hetta kemst av, at leiðarin hevur vald og at tað ofta ikki ber til at fáa stuðul og hjálp frá leiðaranum – serliga um tað er eins egni leiðari, sum er niðrandi. Sama ger seg galdandi, tá óformligt vald er til staðar, t.d. tá starvsfólk við sterkari støðu á arbeiðsplássinum niðra starvsfelagar.
Leiðarar kunnu eisini verða niðraðir av starvsfólki.
Happing
Happing er tá ið ein ella fleiri persónar á arbeiðsplássinum regluliga og yvir longri tíð – ella fleiri ferðir á ein grovan hátt – útseta aðrar starvsfelagar fyri niðrandi atburði. Atburðurin skal upplivast sum niðrandi av teimum, sum uppliva hann.
Tað sermerkta við happing er, at tað vanliga er tann sami persónurin ella sami bólkur av persónur, sum verða útsett fyri niðrandi atburðinum, eins og tað er sami persónur ella bólkur av persónum, sum eru niðrandi móti øðrum – og at hetta hendir á ein skipaðan hátt.
Annar niðrandi atburður
- Niðrandi atburður, sum verður framdur av einum ella fleiri persónum, ið skiftast um at niðra ymiskar persónar. Í slíkum førum eru tað somu persónar, sum niðra, men tey, sum verða niðrað, eru ikki tey somu hvørjaferð, og tað er torført at spáa um, hvør verður næsta ofrið.
- Niðrandi atburður, sum ikki fylgir nøkrum skipaðum mynstri – hvørki í mun til, hvør niðrar, ella hvør ofrið verður.
- Niðrandi atburður, sum hendir í konfliktum, har fólk sínámillum niðra hvørt annað.
- Einstakar niðrandi hendingar.
Kynsligur ágangur
Niðrandi atburður kann eisini koma fyri sum kynsligur ágangur. Niðrandi atburður av kynsligum slag er alt óynskt kynsligt uppmerksemi og kann t.d. vera:
- Óynskt at verða nortin við.
- Óynskt munnlig eggjan um kynsligt samband.
- Grovt ella fúlt skemt ella viðmerkingar.
- Sexistiskar viðmerkingar.
- Óviðkomandi fyrispurningar um kynslig evni.
- At vísa pornografiskt tilfar.
Tað serliga við kynsligum ágangi er, at niðringin hevur ein kynsligan dám.
Tað eru oftast kvinnur, sum eru fyri kynsligum ágangi, men tað er týdningarmikið at vera varug við, at menn eisini kunnu verða fyri kynsligum ágangi.
Orsøkir til niðrandi atburð, herímillum happing og kynsligan ágang
Gransking vísir, at niðrandi atburður kann hava nógvar ymiskar og samansettar orsøkir. Niðrandi atburður kann t.d. spretta úr avleiðingum av øðrum ávirkanum í sálarliga arbeiðsumhvørvinum. Til dømis verður hildið, at viðurskifti hjá einstaka starvsfólkinum, umframt skipanarlig og leiðslulig viðurskifti kunnu verða viðvirkandi orsøkir til at niðrandi atburður tekur eg upp á arbeiðsplássinum. Samspælið millum starvsfólk sínámillum og millum starvsfólk og leiðslu eisini kann hava eina viðvirkandi orsøk.
Tey, sum partur av niðrandi atburði, hava ofta ymiskar upplivingar av orsøkini. Tí er tað týdningarmikið at hoyra sjónarmiðini hjá øllum pørtum.
Kynsligur ágangur kann í ein ávísan mun skiljast innan karmarnar fyri vanligar orsøkir til niðrandi atburð, men við tí fyrivarni, at atburðurin hevur kynsligan dám. Kynsleiklutir, normar og siðir um kynsligt samskifti hava eisini týdning fyri, hví kynsligur ágangur tekur seg upp og mennist á einum arbeiðsplássi.
Kynsligur ágangur kemur ofta fyri í vanligum samskifti, har kynslig tekin verða send – ofta í einum symbolskum máli. Tað, sum sermerkir kynsligan ágang er tó, at hann fer tvørtur um tað punkt, sum tann niðraði følir vera í lagi.
- Viðurskifti, ið kunnu elva til niðrandi atburð:
Illa skipað arbeiði, t.d. ov stór, ógreið ella mótstríðandi krøv til starvsfólk. - Manglandi kunning og samskifti.
- Órættvísur mismunur.
- Manglandi loysnir til trupulleikar og manglandi viðgerð av konfliktum.
- Ógreið handfaring av broytingum í arbeiðinum, so sum nýggj tøkni, broyttar uppgávur og leiklutir, samanleggingar, eigaraskifti og niðurlegging av deildum. Tílíkar broytingar kunnu elva til niðrandi atburð, um tær ikki innibera nøktandi kunning, opinleika, møguleika fyri ávirkan og virðing fyri einstaka starvsfólkinum og tess førleikum.
- Ógreið virðir og manglandi leiðreglur fyri atburð á arbeiðsplássinum.
Heilsuligar avleiðingar av niðrandi atburði
Niðrandi atburður kann hava við sær avleiðingar, sum fevna frá eitt sindur av óró og ótta til langtíðar strongd.
- Likamligar avleiðingar: høvuðpína, magatrupulleikar, vaml, og allergiskar reaktiónir. Vøddapína, ryggpína og pína í nakka og herðum. Møði og máttloysi, skjálvti og svímilsi
- Sálarligar/sinnisligar avleiðingar: ótti, óró, ótryggleiki, fjáltur, vónloysi, kensluloysi og manglandi sjálvsálit. Minnis- og hugsavningartrupulleikar, erkvisni og stríðshugur.
- Atburðarligar avleiðingar: óvirkni, friðloysi, svøvnloysi, verri arbeiðsevni, lyndi til at frábyrgja seg frá starvsfelagum, sjúkraskriving, ynski um at fara úr starvi og uppsøgn.
Hesar avleiðingar eru ávaringartekin, sum arbeiðsplássið eigur at geva sær far um.
Niðrandi atburður kann elva til álvarsligar sjúkur sum tunglyndi, posttraumatiska strongd (PTSD) og hjarta- og æðrasjúkur.
At vera vitni til niðrandi atburð kann eisini hava heilsuligar avleiðingar við sær. Vitni kunnu uppliva strongdareyðkenni sum daprari lyndi, svøvntrupulleikar og útbrenning, tó at hetta er í minni mun enn hjá teimum, ið eru offur fyri niðrandi atburði.
Fyribyrging av niðrandi atburði
Arbeiðsgevarin hevur skyldu at tryggja, at arbeiðið í øllum liðum verður lagt til rættis, skipað og útint soleiðis, at tað er trygdar- og heilsuliga fult forsvarligt, bæði yvir styttri og longri tíð, við atliti at niðrandi atburði, herímillum happing og kynsligum ágangi.
Øll arbeiðspláss eiga at skapa eina mentan við normum og virðum, sum beinir fyri niðrandi atburði. Hetta krevur, at alt arbeiðsplássið – serliga leiðslan – vísir ein greiðan hugburð til niðrandi atburð, og at greiðar leiðreglur er fyri atburði á arbeiðsplássinum. Tað eigur at standa greitt, hvør atburður ikki verður góðtikin á arbeiðsplássinum. Arbeiðsplássið kann eisini áseta eina null-toleransu fyri niðrandi atburði, harímillum happing og kynsligum ágangi.
Arbeiðsplássið skal ikki leita eftir niðrandi atburði, men tað skal skapa eitt umhvørvi, har tað er møguligt at seta orð á og avdúka slíkan atburð. Um arbeiðsgevarin ikki hevur neyðugu vitanina ella førleikarnar til at fyribyrgja niðrandi atburði, skal hann tryggja sær hjálp uttanífrá.
Arbeiðsplássið eigur eisini at hava niðurskrivaða mannagongd fyri, hvussu niðrandi atburður verður handfarin.
Á arbeiðsplássum, har niðrandi atburður er staðfestur, skulu leiðslan og starvsfólk/trygdarskipanin seta í verk ítøkiligar fyriskipanir at handfara tað, ið er farið fram og seta í verk fyribyrgjandi átøk, ið hava sum endamál at fyribyrgja endurtøku av niðrandi atburði. Leiðsla og starvsfólk skulu eisini kunnast um ætlað fyribyrgjandi átøk og um tað, ið longu er sett í verk.
Arbeiðsplássmetingar eru eitt hent amboð at nýta fyri at fáa greiðu á, hvørt niðrandi atburður fyrigongur á arbeiðsplássinum.
Ítøkilig fyribyrgjandi átøk
Arbeiðsgevarin hevur lógarkravda skyldu at seta í verk fyribyrgjandi átøk, tá ið tað er mett neyðugt. Hetta fyri at tryggja at arbeiðið er trygdar- og heilsuliga fult forsvarligt, við atliti at niðrandi atburði. Átøkini skulu vera effektiv, soleiðis at starvsfólkini ikki á nakran hátt gerast illa fyri ella koma til skaða orsakað av niðrandi atburði.
Dømir um fyribyrgjandi átøk:
- Týðiligir normar og virðir fyri atburði á arbeiðsplássinum.
- Greið mørk fyri, hvør atburður ikki verður góðtikin.
- Greiðar leiðreglur fyri ábyrgdarøkir hjá hvørjum einstakum starvsfólki
- Greiðar væntanir til starvsfólk.
- Førleikamenning, sum tryggjar førleika at handfara niðrandi atburð.
- Greiðar mannagongdir fyri, hvussu starvsfólk skulu bera seg at, um niðrandi atburður fyrigongur ella illgruni er um at slíkur atburður er – t.d. ein tilbúgvingarætlan.
- Greiðar mannagongdir fyri fráboðan og ráðgeving, um tey uppliva niðrandi atburð. Tað eigur at verða greitt, hvønn starvsfólkini skulu venda sær til, um teirra nærmasti leiðari er partur av trupulleikanum.
- Starvsfólk, sum uppliva niðrandi atburð, kunnu hava trupult við at tosa um tað. Arbeiðsgevari og leiðsla eiga tí at samstarva um at skapa eitt arbeiðsumhvørvi, har tað er trygt at seta orð á og fráboða slíkan atburð.
- Greiðar mannagongdir fyri konflikthandfaring, harímillum, hvussu og nær roynt verður at finna semju. Mælt verður til, at konflikthandfaring fer fram í trúnaði, soleiðis at alt arbeiðsplássið ikki fær innlit í stríðið. Byrja við einstaklinga samrøðum og síðani møguliga samrøður við báðum pørtum. Partarnir kunnu fáa bjóðað at hava ein hjásitara við sær (t.d. eitt álitisfólk ella trygdarumboð) til samrøðuna.
- Greiðar mannagongdir fyri endurmenning av starvsfólki, sum eru vorðin illa fyri av niðrandi atburði.
- Greiðar mannagongdir fyri revsitiltøkum móti atburði, ið ikki kann góðtakast á arbeiðsplássinum – herímillum niðrandi atburður og ósannar ákærur. Møgulig revsitiltøk kunnu vera munnlig og skrivlig ávaring, at verða fluttur á aðra deild ella uppsøgn.
Handfaring av niðrandi atburði
Tað kann vera torført at seta eitt greitt mark fyri, hvør atburður verður góðtikin, og hvør ikki verður. Tað, sum verður mett sum vanligur og vinarligur atburður á einum arbeiðsplássi, kann á einum øðrum arbeiðsplássi kennast niðrandi. Niðrandi atburður kann vera ymiskur, alt eftir mentanini á arbeiðsplássinum. Tí er tað týdningarmikið at taka støði í upplivingini hjá tí, sum kennir seg raktan. Ein gjøllig kanning eigur at verða gjørd fyri at veruliga lýsa hendingarnar og hvussu tær verða uppfataðar av teimum, sum eru partur av hendingini.
Tað er altíð týdningarmikið at taka tað í álvara, tá ið eitt starvsfólk kennir seg illa viðfarið og velur at siga frá. Hetta er eisini galdandi fyri vitnir og fyri tey, sum uppliva at verða órættvíst ákærd fyri niðrandi atburð.
Hetta eigur arbeiðsplássið at gera
- Fylgið mannagongdum og tilbúgvingarætlanum.
- Vís virðing mótvegis øllum viðkomandi pørtum. Gerið ikki ov skjótar niðurstøður.
- Gerið greitt, at niðrandi atburður verður ikki góðtikin og skal steðga beinanvegin.
- Inndragið allar partar, eisini møgulig vitni. Ein óheft kanning er neyðug. Allir partar eiga at føla, at teirra søga verður hoyrd og tikin í álvara.
- Minnist til, at fólk hava ymiskar upplivingar av somu hending. Niðrandi atburður kann vera sera oyðileggjandi og elva til broytingar í atburði.
- Lat partarnar greiða frá hendingargongdini, heldur enn at koma við ákærum og persónligum metingum.
- Leitið eftir loysnum, ikki hevnd ella syndabukkum. Mál um niðrandi atburð eiga sum útgangsstøði at verða viðgjørd uttan at revsing er endamálið. Greið revsitiltøk kunnu tó verða neyðug, um trupulleikin heldur fram, ella um niðrandi atburðurin var serliga grovur.
- Tryggið, at fólk hava onkran at tosa við, sum tekur teirra uppliving í álvara. Hetta kann vera starvsfólkadeildin, fakfelagið ella uttanhýsis ráðgevi ella sálarfrøðingur.
- Tað kann gerast neyðugt at kunna starvsfelagar, serliga um slatur gongur um tað, sum er hent.
- Um starvsfólk hava verið sjúkraskrivað, kann tað verður neyðugt at starvsfólkið byrjar spakuliga at arbeiða aftur og at eyka stuðul verður veittur hesum starvsfólki.
- Tak hond um starvsfólkið, sum er órættvíst ákært og tey, ið hava verið vitni til niðrandi atburð. Hesi kunnu hava tørv á stuðli fyri at endurbyggja sambandið við starvsfelagar.
- Einstakar, serliga grovar niðrandi hendingar kunnu vera traumatiserandi, tí skal arbeiðsgevarin bjóða sálarliga fyrstuhjálp og , um neyðugt sálarfrøðiliga hjálp.
- Ger fyribyrging av niðrandi atburði, happing og kynsligum ágangi til eina felags ábyrgd.
- Tosa ikki um ítøkilig mál í felags høpi – mál skulu viðgerast við virðing og í trúnaði.
Fráboðan til Arbeiðs- og brunaeftirlitið
Ein einstøk niðrandi hending, sum hevur havt við sær likamligan ella sálarligan skaða, er eitt arbeiðsóhapp. Arbeiðsgevarin skal fráboða arbeiðsóhappið til Arbeiðs- og brunaeftirlitið, um hendingin hevði við sær óarbeiðsføri í ein dag ella fleiri afturat skaðadegnum. Fráboðast skal skjótast gjørligt og í seinasta lagi 9 dagar eftir skaðadagin.
Gevið gætur, at óarbeiðsføri ikki altíð vísir seg beinanveg, men kann koma aftaná skaðadagin. Arbeiðsgevarin hevur eisini at skyldu at fráboða tá.