Nýggjar vegleiðingar um sálarligt arbeiðsumhvørvi
Í sambandi við nýggju kunngerðina um sálarligt arbeiðsumhvørvi, sum kom í gildi 1. august í ár, útgevur Arbeiðs- og brunaeftirlitið seks vegleiðingar, sum skulu stuðla arbeiðsgevarum í at tryggja eitt trygt og heilsugott arbeiðsumhvørvi.
Vegleiðingarnar lýsa m.a.:
• ábyrgd og skyldur hjá arbeiðsgevaranum
• sálarligu ávirkanirnar í arbeiðsumhvørvinum
• avleiðingar av ringum sálarligum arbeiðsumhvørvi
• hvussu arbeiðsgevarin kann fyribyrgja ringum sálarligum arbeiðsumhvørvi
Endamálið við vegleiðingunum er at gera tað lættari hjá arbeiðsgevarum at liva upp til krøvini í kunngerðini.
Sí vegleiðingarnar her
KUNNING
03. mai. 2022
Trý nýggj oyðubløð til eløkið
13. apr. 2022
Børn og ung skulu hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi
28. mar. 2022
Árligt gjald fyri løggilding av elinnleggjarum
24. mar. 2022