10. sep. 2025

Arbeiðsumhvørvisráðstevnan 2025

Arbeiðs- og brunaeftirlitið og Arbeiðsumhvørvisráðið skipa saman fyri eini arbeiðsumhvørvisráðstevnu í Høllini við Hjarnir fríggjadagin tann 31. oktober 2025. kl. 09.00 til 16.00.

Arbeiðsumhvørvisráðstevnan fellur eisini saman við, at 50 ár eru liðin síðan Arbeiðs- og brunaeftiritið (tá Arbeiðseftirlitið) fór at virka.

Høvuðsendamálið er at stimbra og geva íblástur til trygdarumboð, bólkar, nevndir og leiðslur á føroyskum arbeiðsplássum. Hetta er at skilja, sum bæði tey trygdarumboð sum arbeiðsfólkið- og leiðslan velur. 

Tað er ein sannroynd at tað kann vera avbjóðandi at fáa starvsfólk at átaka sær at vera trygdarumboð, serliga á smáum arbeiðsplássum, har tey kunnu kenna seg kroyst millum áhugamálini hjá starvsfeløgum og leiðslu.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið og Arbeiðsumhvørvisráðið hava tí avgjørt at seta ein dag av, har øll sum arbeiða við trygd á føroyskum arbeiðsplássum eru vælkomin. Trygd í hesum samanhangi skal skiljast sum bæði vanlukkutrygd og trygd móti vinnusjúkum.

Fyri at dagurin skal eydnast er tað ein fortreyt, at trygdarumboð fáa frí til at luttaka í hesum daglanga tiltakið. 

Innihaldið verður frágreiðingar frá fólki, sum hava royndir við trygdar arbeiði á føroyskum arbeiðsplássum. Tey vera biðin um at greiða okkum frá teirra royndum á økinum, bæði teimum góðu og teimum minni góðu. 

Ein annar táttur verður at skipa fundar luttakararnar í bólkum eftir starvsøki, t.d.

  • Fiskavirking
  • Dagstovnar
  • Eldrarøkt
  • Heilsurøkt
  • Undirvísing
  • Byggivinna
  • Fyrisitingararbeiði
  • Flutningsvinna
  • Tað verður ein orðstýrari fyri hvønn bólk og hesin skal skriva niður øll uppskotini til broytingar og betringar, sum bólkurin kemur fram til.

Seinnapartin vera framløgur av hesum uppskotum og eftir tað eitt pallborðskjak, har tikið verður samanum.

Ráðstevnan fyri arbeiðsumhvørvið í Føroyum byrjar kl. 09.00 og endar kl. 16.00. Á døgurða verður ábit.

Luttøka er ókeypis og tilmeldingarfreistin er 1. oktober 2025.

Meldast kann til ráðstevnuna á leinkjuni her: Tilmelding

 

 

 

KUNNING
03. mai. 2022

Trý nýggj oyðubløð til eløkið

13. apr. 2022

Børn og ung skulu hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi

28. mar. 2022

Árligt gjald fyri løggilding av elinnleggjarum

24. mar. 2022

Eltrygd