Um Vanlukkutryggingarráðið

Arbeiðs- og brunaeftirlitið er umsiting hjá Vanlukkutryggingarráðnum.

Vanlukkutryggingarráðið tekur sambært arbeiðsskaðatryggingarlógini avgerð í málum um arbeiðsskaðatrygging og í málum viðvíkjandi vinnusjúkum, hendar í sambandi við arbeiði.

Vanlukkutryggingaráðið tekur sostatt avgerð um, hvørt tryggjaði hevur rætt til veitingar sambært arbeiðsskaðatryggingarlógini.

Hvussu er ráðið sett saman

Vanlukkutryggingarráðið er mannað við einum dómara frá Føroya Rætti sum formanni umframt 4 nevndarlimum, sum landsstýrismaðurin tilnevnir, har ið ein teirra skal vera útbúgvin lækni og verða tilnevndur eftir tilmæli frá Vanlukkutryggingarráðnum, fyri 4 ár ísenn.

Harumframt velur landsstýrismaðurin 3 varalimir fyri 4 ár í senn. Í løtuni eru valdu limirnir:

  • Henrik Møller, sorinskrivari
  • Karin Dahl, ljósmóðir
  • Ebba Øre, sosialráðgevi
  • Hervør Eyðinsdóttir, fysioterapeutur
  • Høgni Debes Joensen, fyrrverandi landslækni