Innrætting av arbeiðsplássum

Í høvuðsheitum býtir føroyska arbeiðsumhvørvislóggávan hugtakið ‘arbeiðspláss’ sundur í tríggjar partar.

  1. Føst arbeiðpláss - har ein arbeiðsgevari hevur eitt fast virkisøki, har starvsfólkini møta til arbeiðis – sí kunngerð um innrætting av føstum arbeiðsplássum.
  2. Skiftandi arbeiðspláss – har starvsfólk hjá einum arbeiðsgevara møta til arbeiðis á skiftandi støðum – sí kunngerð um innrætting av skiftandi arbeiðsplássum.
  3. Byggipláss – har talan er um arbeiðspláss, har arbeitt verður við at byggja bygningar o.tíl. – hetta er lýst í kunngerð um byggipláss

Uttan mun til hvat slag av arbeiðsplássi talan er um, skal arbeiðsplássið altíð verða innrættað soleiðis, at tað er trygt og heilsugott.

Føst arbeiðspláss

Reglurnar um innrætting av føstum arbeiðsplássum eru ásettar í kunngerð um innrætting av føstum arbeiðspássum.

Í stuttum eru yvirskipaðu reglurnar um innrætting av føstum arbeiðsplássum hesar:

Nýinnrætting ella stór umbygging

Nýinnrætting ella stór umbygging av arbeiðsplássum skal raðfestast og fremjast við atliti at trygd og heilsu, soleiðis at:

  • Arbeiðsgongdin er væl og virðiliga trygg, og at m.a. viðurskifti, sum viðvíkja flutningi og goymslu av tøkniligum hjálpartólum, eru so góð, sum til ber 
  • Møguligir vandar og ampar, sum standast av arbeiðsgongdum, m.a. dust ella onnur luftdálking, geisling, ovurstór hita- ella kuldastig, larmur, ringur deymur v.m., verða avmarkaðir í størst møguligan mun, og at tað slepst undan óneyðugari ávirkan av teimum
  • Tey, sum gera arbeiðið, og onnur á staðum kunnu nýta, vaska, viðlíkahalda og eftirkanna bygningar, lendi, ravmagnsútbúna v.m. á ein hátt, sum er væl og virðiliga tryggur
  • Bygningskonstruktiónirnar og tilfarið, sum verður nýtt, geva eina fullgóða bjálving móti fukti, hita og kulda, umframt at ljóð-, inniluft- og ljósviðurskiftini eru nóg góð
  • Byggitilfar ikki verður brúkt, sum gevur frá sær damp ella dust við heilsuskaðiligari ella nervandi styrki, ella sum kann føra til nervandi ella vandamiklar mongdir av støðuravmagni (statist elektrisitet)
  • Bygningskonstruktiónir ella tilfar, ið savna dálking, ella sum eru torfør at vaska, ikki verða nýtt har, sum arbeiðið ber í sær nógv dustrok ella heilsuskaðiliga dálking. 

Ætlanir um nýbygging ella umfatandi innrætting ella broyting av bygningum, hølum og tøkniligum anleggum og útbúnaði v.m. skulu verða ummæld av Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, áðrenn innrættingin ella broytingin verður framd. Tað sama er galdandi, tá ið bygningar, høli, øki o.tíl. skulu leigast út til vinnuligt endamál. 

Arbeiðsstað

Arbeiðsstaðið hjá tí einstaka skal vera rúmligt og hóskandi innrættað, soleiðis at neyðugur útbúnaður, hjálpartól og tilfar standa væl í mun til hvørt annað. Somuleiðis eiga allar tær funktiónirnar, sum hava okkurt við arbeiðið at gera, at kunna verða útintar á fulltryggan hátt bæði tí, ið viðvíkur arbeiðsrørslum og arbeiðsstøðum.

Har sum arbeiðið uttan trupulleika kann verða gjørt sitandi, skal hóskandi pláss vera til tað. Har, sum arbeitt verður standandi ella gangandi, skulu, um møguleiki er til tað, vera setur til at sita á, tá ið steðgur er í arbeiðinum.

Krav er um at hava fulltrygga atgongd til arbeiðsstaðið og til rýmingarmøguleikarnar frá arbeiðsstaðnum. 

Arbeiðsstaðið skal vera skapað og innrættað soleiðis, at starvsfólk ikki óneyðugt verða ávirkað av evnum og tilfari, geisling, ovurstórum hita- ella kuldastigum, ringum deymi, larmi ella ristingum v.m. frá arbeiðsgongdum ella arbeiðsstøðum hjá øðrum.

Har, sum vandi er fyri dálking av tilfari við smittuvanda, ella av tilfari, sum er týdningamikið at fáa burtur av húðini ella forða spjaðing av vegna trygd og heilsu, skulu hóskandi og nóg nógv hjálpartól vera nærindis arbeiðsstaðnum, so sum eygnaskolifløska, neyðbrúsa og serlig reinsievni.

Útbúnaður

Á arbeiðsstaðnum skal hóskandi útbúnaður vera, soleiðis at arbeiðið kann verða útint á ein fulltryggan hátt.

Stólar, arbeiðsborð og tílíkt, sum verða brúkt til skiftandi arbeiðsuppgávur og av skiftandi starvsfólkum, skulu um neyðugt kunnu stillast.

Útbúnaður skal verða gjørdur av tilfari, sum ikki er vandamikil fyri heilsuna á nakran hátt. Tilevningin og tilfarið skulu vera av slíkum slag, at tey tola at verða reinsað væl og virðiliga í mun til, hvussu dálkað tey verða av arbeiðinum. 

Hitaviðurskifti

Í arbeiðstíðini skal hitin í arbeiðsrúminum lagast eftir arbeiðinum við atliti at arbeiðshættum og tí likamliga virkseminum, sum starvsfólkið arbeiðir undir. Hitin í arbeiðsrúminum skal ikki vera starvsfólkinum til ampa.

Luftnýggjan

Hvørt arbeiðsrúm skal hava nóg mikið av útlufting, soleiðis at starvsfólkini arbeiða í frískari luft. Útluftingin skal tó ikki leiða til trupulleikar av gjóstri. 

Mekanisk luftnýggjan, sum gevur nóg nógva fríska luft við hóskandi hita og vætu, skal verða sett upp, um natúrlig luftnýggjan gjøgnum vindeygu, hurðar og annað ikki er nøktandi.

Har, sum luftevni, dust ella tílíkt, ið er vandamikið fyri heilsuna, ella sum kann skapa ein vanda fyri eksplosjón, ringum royki, smáverum, aerosolum ella aðrari nervandi luftdálking, kann taka seg upp, skal mekanisk útsúgving verða sett upp, sum, í tann mun tað ber til, flytur dálkingina burtur frá tí staðnum, har hon tekur seg upp. Samstundis skal frísk luft við einum hóskandi hita verða førd til staðið.

Í teimum førunum, har dálkingin ikki á munagóðan hátt kann flytast burtur frá staðnum, har hon tekur seg upp, skal tað ávísa arbeiðið, sum fer fram, verða flutt til eitt serstakt rúm, kabinu ella tílíkt við hóskandi mekaniskari ventilatión, har einki annað arbeiði verður gjørt. 

Vælferðarfyriskipanir

Á arbeiðsplássinum skulu niðanfyri nevndu hentleikar vera til taks fyri øll starvsfólk:

  • Vesi
  • Matstova, tá ið matarsteðgir eru í arbeiðstíðini
  • Vask
  • Klædnaskáp ella klædnarúm, um klæði skulu skiftast
  • Ein felags telefon, um starvsfólkini ikki á annan hátt hava atgongd til eina telefon

 Nærri útgreinað krøv eru undir reglum og vegleiðingum

Skiftandi arbeiðspláss

Reglurnar um innrætting av skiftandi arbeiðsplássum eru ásettar í kunngerð um innrætting av skiftandi arbeiðsplássum

Í stuttum eru yvirskipaðu reglurnar um innrætting av skiftandi arbeiðsplássum hesar:

  • Arbeiðsgevarin skal meta um, hvørt trygdar- og heilsuviðurskiftini eru fullgóð og trygg í mun til tað arbeiðið, ið skal gerast. Henda metingin skal verða gjørd, áðrenn farið verður til arbeiðis, og meðan arbeitt verður. Eru viðurskiftini ikki í lagi, skal arbeiðagevarin syrgja fyri, at umstøðurnar verða broyttar á frægasta og rímiligasta hátt, so at arbeiðsplássið verður væl og virðiliga trygt.
  • Um arbeiðið hevur við sær bágar ella váðar, skulu hóskandi ábøtur gerast, so viðurskiftini verða fulltrygg bæði fyri tey, sum útinna arbeiðið, og onnur, ið arbeiða á staðnum.
  • Ber ikki til at innrætta arbeiðsplássið, so tað verður væl og virðiliga trygt, skulu onnur tiltøk verða sett í verk, so arbeiðið kann vera útint á fulltryggan hátt sbrt. kunngerðini um útinnan av arbeiði og “Bekendtgørelse om brug af personlige værnemidler”.
  • Tá ið starvsfólk verða lærd upp og verða vegleidd, skal arbeiðsgevarin ansa eftir, at upplæringin fevnir um tær serligu fyriskipanirnar, ið galda fyri arbeiði uttan fyri økið hjá virkinum sbrt. § 4. Harumframt skulu arbeiðsfólk verða vegleidd í, hvussu farast skal fram, um viðurskifti, ið hava trygdar- og heilsuvanda við sær, eru galdandi á arbeiðsplássum, og sum tey ikki sjálvi fáa bøtt um.
  • Neyðhjálparútgerð, ið hóskar til arbeiðsplássið og umstøðurnar, skal altíð vera á staðnum.

Arbeiðsstøð, ið kunnu flytast

  • Arbeiðsstøð, ið verða skipað í flytiligar eindir, sum t.d. bókasavnsvirksemi, skrivstovur ella læknastovur, skulu hava tað plássið, ið tørvur er á, og hava tað neyðuga innbúgvið, so at arbeiðið kann verða gjørt á tryggan og heilsugóðan hátt.
  • Tøknilig hjálpartól, innleggingar og útgerðir skulu verða sett upp á ein forsvarligan og tryggan hátt, ið er hóskandi til nýtsluna av teimum flytiligu eindunum.
  • Hita-/kuldaviðurskiftini skulu hóska til tað arbeiðið, ið verður gjørt, og tað skal bera til at stilla hitan og hava nóg mikið av frískari luft, uttan at ampi stendst av gjóstri. Vanligu ljósviðurskiftini skulu vera góð, og hóskandi arbeiðsljós skal vera á hvørjum einstøkum arbeiðsplássi. Dagsljós skal eisini vera á plássinum, um tað ikki er til ampa fyri arbeiðið.
  • Tað skal bera til at koma til arbeiðsplássið og frá arbeiðsplássinum á fulltryggan hátt.
  • Um arbeiðsfólkið fær boðið eitt flytiligt stað at sova í nøkur avtalað tíðspunkt, nakrar kravdar hvíldarsteðgir ella í sambandi við vaktarhald, so skal staðið vera innrættað á ein forsvarligan hátt, sum egnar seg til endamálið. 
  • Bæði stødd og innrætting av soviplássi skulu vera í lagi, og luftviðurskiftini skulu vera góð. Tað skal bera til at venda sær og at liggja víðopin á leguni, tá ið hvílt verður. Neyðugir persónligir lutir eiga at kunna verða goymdir á staðnum.
  • Soviplássið skal vera bjálvað móti kulda, hita og óljóði, og hóskandi hiti skal vera í rúminum og nóg mikið av frískari luft, uttan at tað leiðir til trupulleikar av gjóstri. Tað skal bera til at tendra hóskandi ljós, og møguleiki skal vera fyri at síggja út.
  • Komast skal til soviplássið og frá soviplássinum á fulltryggan hátt. Rýmingarmøguleikin av soviplássinum skal vera góður. Í lastbilum skal bera til at sleppa beinleiðis úr førararúminum til soviplássið, og tað skal vera møguligt at sleppa út gjøgnum eina rýmingarhurð, ið lættliga kann latast upp.

Vælferðarfyriskipanir

Tá ið arbeitt verður, skal arbeiðsgevarin syrgja fyri, at starvsfólkini hava atgongd til:

  • Vesi
  • Hóskandi stað at eta í, um matarsteðgir eru í arbeiðstíðini
  • Hondvask, helst við rennandi vatni. Nóg mikið av heitum vatni skal vera til at vaska sær í, um tørvur er á tí orsakað av heilsuáðum
  • Tryggar goymslur til klæði og persónligar ognarlutir

Somuleiðis skulu umstøður vera:

  • Til at skifta klæði, um tað er neyðugt at skifta klæði í sambandi við arbeiðið
  • At turka klæði, um arbeiðið er av slíkum slagi, at tey verða vát
  • Til brúsu og skiftirúm við møguleika at goyma vanligu klæðini og arbeiðsklæðini hvør sær, um so er, at arbeiðið:
  1. Støvar illa ella er serliga dálkandi á annan hátt:
  2. Hevur við sær dálkandi evni, sum kunnu hava ein smittuvanda
  3. Hevur við sær ein vanda fyri at koma í samband við evni og tilfar, sum av trygdar- og heilsuávum skulu verða vaskað av húðini, soleiðis at tey ikki verða leidd aðrastaðni
  4. Hevur við sær, at arbeiðsfólkini koma í nógvan hita, ella at arbeiðið er tengt at nógvum likamligum strevi

Hentleikar

  • Hentleikar skulu vera til taks ella setast upp á arbeiðsplássinum ella vera har í nánd, og teir skulu vera innrættaðir á ein forsvarligan hátt í rúmum, sum eru hóskandi og atkomulig, meðan arbeitt verður
  • Hentleikarnir skulu verða settir upp á arbeiðsplássinum í hjólskúrum ella øðrum flytiligum eindum, ið hóska til endamálið, og sum eru innrættað á fulltryggan hátt. Turrvesi skulu vera líka rein og nosslig sum vesi, har tað ber til at skola niður. Um ein hjólskúrur ella tílíkt verður settur til taks hjá meira enn 4 fólkum at nýta, skulu vesini sambindast við kloakk, har tað er møguligt og rímiligt
  • Hentleikarnir skulu vera til taks á einum staði hjá arbeiðsgevaranum, sum verður nýtt til at savnast í, og teir skulu vera lætt atkomiligir. Um savningarstaðið er eitt fast virkispláss, ein verkstaður ella tílíkt í fyritøkuni hjá arbeiðsgevaranum, skulu hentleikarnir lúka krøvini um vælferðarfyriskipanirnar á føstum arbeiðsplássum. Er talan um eitt fyribils savningarstað, skulu hentleikarnir lúka krøvini um hjólskúrar, sum eru ásett omanfyri. Fyri at savningarstaðið skal lúka treytirnar um atgongd til vesi, skal arbeiðsfólkið kunna fara aftur til savningarstaðið í hóskandi millumbilum, meðan arbeitt verður, ella skal arbeiðsfólkið á annan hátt hava rímiligan møguleika at nýta vesið á savningarstaðnum. Er hetta ikki møguligt, skal verða víst á eitt annað vesi, sum er bæði reint og nossligt, og sum er í nánd av arbeiðsplássinum
  • Í teimum førunum, har vaski- og baðihentleikar ikki verða settir upp á sjálvum arbeiðsplássinum, skal arbeiðsfólkið tó altíð kunna vaska sær nóg væl á arbeiðsplássinum á annan hátt. Um neyðugt, so skal heitt vatn vera til at vaska sær við og serlig reinsandi evni, um arbeiðið hevur við sær ein dálkingarvanda av smittandi evnum ella av evnum og tilfari, sum av trygdar- og heilsuávum mugu verða vaskað av húðini ella mugu forðast í at verða spjadd aðrastaðni
  • Kvinnur og menn skulu annaðhvørt hava hvør sítt baði- og skiftirúm, ella skulu tey hava møguleika til at skiftast um sama rúm
  • Um ikki ber til at brúka hættirnar, ið nevndir eru omanfyri, av tí at arbeiðið t.d. er flutningur ella hevur okkurt við flutning at gera yvir longri strekki, ella tí at tað ikki er hóskandi at brúka eitt savningarstað, so skal arbeiðsgevarin tryggja sær, at arbeiðsfólkið hevur atgongd til teir kravdu hentleikarnar á ein øðrvísi hátt, sum tó ikki minkar um trygdina hjá arbeiðsfólkunum
  • Arbeiðsfólk skulu ikki verða biðin um at nýta hentleikar í sínum egna bústaði, um arbeiðið er serliga dálkandi og hevur við sær dálkingarvanda av smittandi evnum ella av evnum og tilfari, sum av trygdar- og heilsuávum ikki mugu verða spjadd aðrastaðni

Byggipláss

Byggipláss skulu verða fráboðað Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, áðrenn arbeiðið byrjar, um:

  1. Arbeiðið verður hildið at vara longri enn 30 arbeiðsdagar, og í minsta lagi 20 arbeiðsfólk starvast samstundis

    ella 

     2.Tann ætlaða arbeiðsmongdin er meira enn 500 mansdagar

  • Fráboðanin skal verða gjørd av byggiharranum ella einum persóni, ið er latið hetta upp í hendi
  • Fráboðanin skal gerast á oyðublað frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum
  • Eitt avrit av fráboðanini og móttøkuváttanini skal verða sett upp á einum sjónligum staði á
    byggiplássinum

Arbeiðs- og brunaeftirlitið nýtir ta innsendu fráboðanina til at leggja eftirlitsvitjanir og annað til rættis.

Fyriskipan av trygd

Sambært kapitli 2 í kunngerð um innrætting av byggiplássum og líknandi arbeiðsplássum skal tann projekterandi altíð taka neyðug atlit til trygd og heilsu í verkætlanini.  

Áðrenn eitt byggipláss verður sett á stovn, er tað skyldan hjá byggiharranum at tryggja, at ein ætlan fyri trygd og heilsu er til taks, tá:

  • Tveir ella fleiri arbeiðsgevarar ætlandi skulu starvast á byggiplássinum samstundis við meira 10 fólkum samanlagt
  • Eitt byggiplássið er fevnt av kravinum um at skula verða fráboða til Arbeiðs- og brunaeftirlitinum
  • Byggivirksemið hevur við sær serligan vanda sambært fylgiskjali 1 til nevndu kunngerð. Sí fylgiskjal 1
  • Byggiharrin ella tann persónurin, sum byggiharrin hevur álagt hesa uppgávu til, hevur skyldu til at tryggja, at ætlanin altíð er tøk hjá starvsfólkunum á byggiplássinum, at hon regluliga verður dagførd og tillagað, og at hon aktivt verður nýtt til trygdararbeiðið

Ætlanin skal m.a. fevna um eina yvirlitstekning av byggiplássinum við frágreiðingum um m.a., hvussu ymisku arbeiðsgevararnir á byggiplássinum kunnu fremja sínar uppgávur á tryggan hátt. Ætlanin skal innihalda tær upplýsingarnar, sum eru neyðugar fyri at kunna tryggja, at arbeiðið kann verða fyriskipað trygt, og at trygdarfyriskipanirnar kunnu verða samskipaðar soleiðis, at øll á plássinum hava tryggar umstøður alt byggitíðarskeiðið.

Ætlanin skal m.a. taka atlit til:

  • At installatiónir í jørðini, sum eru innanfyri økið hjá byggiplássinum, verða eyðmerktar, eftirhugdar og, í tann mun tað verður mett at vera neyðugt, týðiliga frámerktar, áðrenn arbeiðið byrjar
  • At møguligir serligir vandar á plássinum t.d. niðurgrivin eiturevni ella onnur vandamikil evni ella tilfar, verða eyðmerktir og, í tann mun tað verður mett at vera neyðugt, týðiliga frámerktir, áðrenn arbeiðið byrjar
  • At neyðugar tekniskar innleggingar t.d. el, vatn og kloakk verða gjørdar tøkar rættstundis og í neyðugan mun verða eftirhugdar og hildnar við líka
  • At øll ferðsla á byggiplássinum til eina og hvørja tíð kann fara fram undir fulltryggum umstøðum m.a. við, at neyðug ljós eru á ferðsluvegunum
  • At hóskilig tøknilig hjálpartól kunnu nýtast, tá tað er neyðugt
  • At flutningur av tilfari og hjálpartólum kann fara fram eftir viðkomandi mannagongdum fyri flutningini á ein væl og virðiliga tryggan hátt
  • At tilfar kann verða sett á eitt hóskiligt pláss og á støðugt lendi
  • At burturkast lætt og trygt kann verða savnað og beint burtur
  • At øki, har eitt arbeiði skal fara fram, sum hevur við sær serligar vandar, í størst møguligan mun ikki verður nýtt sum arbeiðs-, ferðslu- ella uppihaldsøki hjá øðrum
  • At mannagongdir eru gjørdar fyri regluligum eftirliti við installatiónum, trygdarfyriskipanum og møguligum serligum vandum
  • At tað, um tað er neyðugt, verður gjørd ein samskipan av eini tilbúgvingar-, rýmingar- og venjingarætlan

 Harumframt skal tað greitt ganga fram av ætlanini:

  • Hvørjar tíðir vandamikið arbeiði fer fram
  • Nær, hvør av arbeiðsgevarunum hevur arbeiðsuppgávur á byggiplássinum, og hvussu nógv tíð er sett av til hetta.
  • Hvar, hvør arbeiðsgevari kann hava tilfar, tøknilig hjálpartól, skúrar og líknandi, goyma burturkast og seta til el, vatn og kloakk v.m. og nýta flutnings- og atkomuvegir, byggipallar og aðrar felagsfyriskipanir.  
  • Um so er, at byggiarbeiðið tekur meira enn 2 mánaðir, skal tað ganga fram í ætlanini, at vælferðafyriskipanirnar, ið verða settar á stovn, eru felags fyri øll á byggiplássinum.
  • Hvør skal fáa til vega, halda við líka og burturbeina ymiskt á felagsøkjunum, umframt at skipa fyri, at økið er ordiligt, ruddiligt, rudda fyri kava, grús er lagt á og at burturkast verður beint burtur.
  • Hvør hevur ábyrgdina av at samskipa regluligt eftirlit og samskipan av ætlanunum fyri tilbúgving, rýming og venjing. 

Lóggáva

Sum útgangsstøði er eitt byggipláss eitt arbeiðspláss sum øll onnur, og er tískil fevnt av somu reglum sum onnur arbeiðspláss. Fyri at lætta um, vísir Arbeiðs- og brunaeftirlitið tó á tær niðanfyri standandi reglurnar, sum eru serliga viðkomandi fyri byggivinnuna:

Sí eisini viðkomandi vegleiðingar.

Annað

Arbeiðs- og brunaeftirlitið mælir til, at nýggjasta útgávan av bókini:

“Håndbogen - Arbejdsmiljø i bygge og anlæg” er tøk á byggiplássinum.

Bókin kann heintast niður her.