01. aug. 2025

Deildarleiðari til Arbeiðs- og brunaeftirlitið

Sum liður í bygnaðarbroytingum, søkir Arbeiðs- og brunaeftirlitð eftir einum fakliga sterkum og royndum deildarleiðara til nýggja fyrisitingarliga fakdeild.

Á deildini starvast tríggir løgfrøðingar, umframt deildarleiðarin. Tilgongdin við bygnaðarbroyting kann tó hava við sær, at fleiri starvsfólk og uppgávur leggjast til deildina.


Um deildina
Uppgávurnar á deildini fevna millum annað um:

  • At fyrireika og taka avgerð í arbeiðsskaðatryggingarmálum
  • At ráðgeva leiðslu og starvsfólkum í løgfrøðiligum og fyrisitingarligum ivamálum og tulkingarspurningum
  • At veita nevndum og ráðum, sum stovnurin varðar av, fyrisitingarligar tænastur
  • At stuðla øðrum fakdeildum í málsavgreiðslu og gera innanhýsis vegleiðingar til málsviðgerðina á stovninum
  • At hava ábyrgdina av reglufyrireikandi arbeiðnum á stovninum, í samstarvi við aðrar fakdeildir
  • At svara klagum og  avgreiða fyrisitingarlig sektaruppskot
  • At umsita dátaverndaruppgávur  
  • At luttaka í innanhýsis verkætlanum
  • At umboða stovnin í viðkomandi millumtjóða samstarvi

 

Um teg
Vit leggja dent á, at tú, sum deildarleiðari og løgfrøðingur, kann arbeiða skjótt og sjálvstøðugt, er nærløgd/-ur og hevur eitt jaligt sinnalag. Harumframt verður dentur lagdur á, at tú ert væl fyri fakliga, og hevur ágrýtni til at seta teg inn í nýggja lóggávu og arbeiðsgongdir.

Leiðsluhugur og hegni hevur týdning, eins og eitt gott eyga fyri trivnaðinum og menningini hjá starvsfólkunum.

Rætti umsøkjarin dugir væl at orða seg í skrift og talu og stendur seg væl undir trýsti.


Førleikakrøv
Tann, sum verður sett/-ur, skal hava prógv sum løgfrøðingur á kandidatstigi (cand.jur ella líknandi). Ynskiligt er harumframt, at tann sum verður sett/-ur, hevur munandi løgfrøðiligar og fyrisitingarligar royndir frá øðrum almennum stovni ella aðalráði og royndir við lóggávuarbeiði.


Lønar- og setanartreyti
Talan er um fast starv, ið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingarfelag Føroya. Starvið verður sett skjótast gjørligt.


Umsókn
Umsóknir til starvið við avriti av prógvum og viðmælum skulu sendast til Arbeiðs- og brunaeftirlitið, undir Bryggjubakka 27, FO-110 Tórshavn, ella til umsokn@arb.fo

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 22. august 2025. Setanarsamrøður verða væntandi í viku 35.

Meira kunning um starvið fæst við at venda sær til Leiv Persson, stjóra, á telefon 23 64 40 ella við telduposti á lp@arb.fo
 

Arbeiðs- og brunaeftirlitið er eftirlits- og vitanarstovnur undir Umhvørvismálaráðnum og Løgmálaráðnum. Stovnurin er føroyski myndugleikin fyri arbeiðsumhvørvi, samskipan av tilbúgving, brunatrygd, mát og vekt, spreingievni, vinnukaving og fýrverk.

Høvuðsuppgávurnar hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum eru støðugt at betra trygdina og vitanarstøðið á økjunum, sum stovnurin umsitur. Hesum málum røkkur stovnurin við dygdargóðari umsiting, fakligari leiðbeining, málrættaðum eftirlitum og gransking av óynsktum hendingum.

KUNNING
03. mai. 2022

Trý nýggj oyðubløð til eløkið

13. apr. 2022

Børn og ung skulu hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi

28. mar. 2022

Árligt gjald fyri løggilding av elinnleggjarum

24. mar. 2022

Eltrygd